So satt sum tað er sagt. Somuleiðis sigur formaðurin í Útoyggjafelagnum,
at tað sýntist so ljóst, tá ið samgongan varð skipað í 1998 við
økismenningini og útoyggjapolitikkinum á dagsskránni, men nú er hann -
bara sløk fimm ár seinri - meira ørkymlaður um framtíð útoyggja.
Vit kunnu vissa Óla Jákup úr Dímun um, at tað er ikki bara hann, sum
hevur fingið politiskar "timburmenn". Henda dagin, tingið umrøddi
prísirnir hjá Strandferðsluni, komu menn, kropp av kroppi, upp á pallin.
Nei, tað má ikki henda, at prísirnir hjá Strandferðsluni hækka eini 20
prosent á summum leiðum.
Men tað eru ikki bara prísirnir, sum hækka. Túratalið skal eisini
skerjast, um roknistykkið hjá Strandferðsluni skal ganga upp. Og hví? Tí
at samgongan samtykti eina fíggjarlóg, sum gevur SL trengri karmar at
virka undir! Og hetta er júst øvugt av tí, sum formaðurin í
Útoyggjafelagnum mælir til: at kanna møguleikan fyri at sigla og flúgva
títtari!
Eftir regnváta fólkafundin á Kirkju fyri hálvum fjórða ári síðani,
lovaði løgmaður, at nú skuldi nakað gerast til frama fyri útoyggjarnar.
Long tíð gekk, men umsíður valdi løgmaður eina nevnd, sum fyri sløkum
tveimum árum síðani legði eitt frálíkt og rúgvismikið álit -
Útoyggjaálitið - fram. Síðani er Útjaðaraálitið eisini komið.
Bæði mæla til eina betri samferðslutænastu, um fólk skulu trívast í
útjaðaranum. Men hvat hendir? Jú, hetta sama landsstýrið, við einum
klípi afturat, førir ein politikk, sum er beint øvugt av øllum tí, sum
hesi álit siga. Áðrenn fíggjarlógin varð samtykt, vístu vit í hesum
teigi á, at ein minni játtan til Strandferðsluna fór at merkja hægri
prísir og færri túrar. Eingin reaktión. Og samgongan samtykti
fíggjarlógina við lægri játtan á fleiri økjum. Hetta er bara annað
málið, rumbul er um. Fleiri koma undan kavi, tá avleiðingarnar gerast
veruleiki.
Útoyggjafelagið mælir til at kanna møguleikarnar fyri at hava eina
samhaldsfasta prísskipan hjá Strandferðsluni. Grundgevingar felagsins
eru góðar. Vit skulu ikki taka vónina frá felagnum, men lítið er at
ivast í, at gongdin verður júst tann øvugta? Hægri brúkaragjøld og eitt
minni samhaldsfast samfelag er politikkurin á øllum økjum! -Hví skulu
vit so vænta, at ferðaprísirnir skulu javnast?
Sosialurin