Oddagrein·Grør so fagurt


Sosialurin verður kallaður bæði eitt og annað millum ár og dag. Vit fegnast altíð um konstruktivar viðmerkingar og fingu vit eina slíka í vikuskftinum. Blaðið varð rópt ein tøðsproyta av Torbjørn Jacobsen fólkatingslimi. Vit kenna øll funktiónina hjá einari tøðsproytu, hon taðar bøin, so grasið í líðum fer at næla. Um Sosialurin er við til at orðaskfti grør kring Føroya land og spírar av konstruktivum kjaki stinga seg upp, tí væl er taðað, so fegnast vit sjálvsagt um tað


.

Torbjørn Jacobsen hevur ein trupulleika, og tað er, at hann tosar ov nógv, og hugflogið fer viðhvørt nakað langt hjá honum. Tað var sum at lesa manuskriptið til ein Hollywood film, tá Torbjørn Jacobsen var endurgivin fyri at siga, at heimskapasiteturin Thorvald Stoltenberg skuldi vera trýstur av donsku sendistovuni í Oslo, danska uttanríkisráðnum og so til síðst av Føroya Javnaðarflokki til at lata vera við at hjálpa Norðuratlantsbólkinum. Álvaratos, kann leiðslan í Tjóðveldisflokkinum einki fyritaka sær, uttan tað antin er søguligt ella er partur í einari stórari samansvørjing, har so at siga øll verðin er úti eftir okkum føroyingum?

Tað er pínligt, at man lýsir vítt og breitt við at Stoltenberg skal luttaka í arbeiðnum hjá Norðuratlantsbólkinum, og so ?gloymir? at boða føroyingum frá, tá maðurin ikki vildi hóast alt.

Tað er uppaftur meira pínligt, at man heldur enn at viðganga, at man var nakað bráur, roynir at kóka tær heilt stóru konspiratiónsteoriirnar upp við sendistovum, uttanríkisráð o.s.fr. Tað er, útyvir at yvirmeta týdningin av sær sjálvum og Norðuratlantsbólkinum, at gera føroyingum fyri skommum uttanlands, tá okkara fólkavaldu umboð ganga og spreiða undarligar gitingar. Tað er ikki so løgið, um fólk hereftir fara at aftra seg fyri at tosa við Norðuratlantsbólkin fyri at sleppa undan at verða blandað uppi í merkiligum konspiratiónsteorium.

Torbjørn Jacobsen hevur fyrr víst, at hann ikki altíð stendur við sítt orð. Hvør minnist ikki pínligu søguna, har ein bandupptakari mátti á borðið fyri at prógva, at Torbjørn leyg. Er málið um Stoltenberg aftur eitt dømi, har stemmuslúkarin hjá Tjóðveldisflokkinum hevur sagt ov nógv og ikki vil standa við síni orð? Torbjørn Jacobsen skal vera vælkomin at luttaka í orðaskifitnum í blaðnum, einum orðaskifti, sum hann oftani sjálvur er íblásturin ella keldan til. Um maðurin ætlar at nokta at svara spurningum frá blaðfólki í framtíðini verður so hansara søk. Og velur hann heldur sum nú at brúka ella misbrúka aðrar fjølmiðlar, so er tað eisini hansara val. Áhugavert verður at fylgja við, tá og um sami Torbjørn kemur á ting. Har er hann eisini fyrr lopin framav tá sum landsstýrismaður, so spurningurin er, hvussu fer at ganga við at hava tamarhald á mussaskøðinum, tá hart leikar á í tinginum. Og á tingi vita vit verða hvørt einasta orðið bandað. Hetta verður so heilt givið ein krevjandi uppgáva hjá komandi tingformanninum. Livst og spyrst.

Sosialurin