Oddagrein· Gott íkast frá fakfeløgum

Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag høvdu í fyrradagin her í blaðnum drúgvar viðmerkingar til ætlaðu broytingarnar í MVG skipanini og í avgjaldskipanini sum heild. Tað kann staðfestast, at hesar viðmerkingar eru eitt seriøst og áhugavert íkast til orðaskiftið um skatta- og avgjaldsskipan okkara. Sum flestu lesarum kunnugt, so fyriliggur uppskot til rættiliga stórar broytingar í MVG skipanini. Viðmerkingarnar hjá nevndu fakfeløgum gera vart við tær álvarsomu sosialu avleiðingar, sum hesar broytingar fara at hava, um broytingarnar verða settar í verk. Tað er samstundis áhugavert, at feløgini eisini vísa á positivar avleiðingar við uppskotinum.

Feløgini vísa í viðmerkingum sínum serstakliga á negativu sosialu avleiðingarnar av MGV á arbeiðslønum og heilivági umframt av avgjøldum á brenniolju og ferðavgjaldi. Víst verður á, at MVG á arbeiðslønum fer at dýrka munandi um eini nýggj sethús. Arbeiðslønin til eini nýggj sethús liggur um 400-600.000 krónur. Hetta merkir, at nýggja uppskotið fer at dýrka eini vanlig nýggj sethús við 100-150.000 krónum. Hóast MVG á hvítavørum samstundis verður tikið av, so uppvegar hetta als ikki meirvirðisgjaldið á arbeiðslønunum. Uppskotið rakar tískil serstakliga tær ungu familjurnar, ið standa fyri at seta seg í búgv. Tað hevði verið ólíka skilabetri at brúkt MVG skipanina til at gjørt tað bíligari hjá teimum ungu at seta fót undir egið borð t.d. við ikki at havt MVG á arbeiðslønum og við at lækka MVG á hvítuvørum. Hetta hevði givið eina betri sosiala javnvág og hevði eggjað til meira byggivirksemi í eini støðu, har stórur vandi er fyri minkandi byggivirksemi. Her hongur ikki væl saman hjá Fíggjarmálaráðnum. Tað ber væl til at hava eitt sokallað differentierað MVG. Tað hava nógv lond. Tey hava t.d. ein sats fyri neyðsynjarvørur og ein annan sats fyri aðrar vørur og tænastur.

Í viðmerkingunum frá FA og HA verður sum nevnt eisini komið inn á heilivág, oljugjaldið og ferðaavgjaldið. Heilivágur er dýrur og mangan eru tað fólk, ið frammanundan eru illa fyri likamliga, sálarliga og fíggjarliga, ið nýta nógvan heilivág. Tað er tí beinleiðis ómoralskt og assosialt at nýta heilivág sum skattaevni. Hetta kann almenningurin als ikki góðtaka! So er tað brennioljugjaldið. Hetta gjald stavar frá tíðini við oljukreppuni. Endamálið var at savna pening í grunn til tess at minka um negativu avleiðingarnar av oljukreppuni. Nú er hetta gjald reinur skattur og hevur tí einki við upprunaliga endamálið at gera. Oljugjaldið er sera tyngjandi fyri pensionistar of barnafamiljur. Vit eru tí samd við HA og FA, at fortreytirnar fyri oljugaldinum eru burtur og átti landsstýrið tí at tikið avleiðingarnar av hesum veruleika. Feløgini gera at enda vart við løgnu grundgevingarnar fyri einum ferðavgjaldi. Endamálið er at "minka um hugin til uttanlandsferðing føroyinga" (citat). Hetta er, sum feløgini siga, "formyndarí av ringasta slag" og meira er ikki at siga um tað! Landsstýrið eigur at hugsa seg væl um, áðrenn hettan løgna uppskot verður lagt fyri Føroya Løgting. Tað er væl skiljandi, at leita verður eftir nýggjum inntøkum, nú tað fjarar í landskassanum. Men ansast má eftir sosialu javnvágini. Hetta landsstýrið setti gerandisdagin hjá Pallaba og Marsonnu á dagsskrá. Tað ræður um ikki at gloyma hesa dagsskrá, nú tann grái politiski gerandisdagurin er upprunnin fyri samgongu so væl sum fyri allar føroyingar.
Sosialurin