Oddagrein·Ein frágreiðing

Tað liggur á ljóði, at Menasfrágreiðingin verður almannakunngjørd fyrsta dagin. Landsstýrismaðurin í mentanarmálum skal í næstu viku svara fyrispurningum um hesa frágreiðing.


Tað vit vita um frágreiðingina, sum sigst vera ein hin fyrsta samfelagsliga árinskanningin í sambandi við oljuvinnu, er tað, ið varð upplýst á Oljuráðstevnuni í fjør. Tá løgdu Menasfólk fram partar av frágreiðingini og varð víst á, at kanningin er gjørd í samstarvi við Fróðskaparsetrið. Tað er so m.a. hetta samstarv, ið tingmaðurin vil hava landsstýrismannin at greiða nærri frá. Hann spyr, um tað er satt, at sáttmáli um vísindaliga arbeiðið í Menas málinum varð undirskrivað av oljufelag og útlendskari ráðgevandi fyritøku, uttan at Fróðskaparsetrið var vitandi um tað? Hann spyr, hvør hevur skrivað ritverkiðog hann spyr, um tað er rætt, at hetta ritverk- ella partar av tí - er á so lágum vísindaligum støði, at tað ikki er borðbart?

Nú kann verða spurt, hví ein slík umrøða av einum máli sum hesum er so áhugaverd, at hon skal viðgerast á tingi? Ringt er sjálvandi at svara hesum, tá vit ikki hava sæð frágreiðingina ella fingið allar upplýsingar. Tí verður áhugavert á hoyra landsstýrismannin.

Men fyri at loysa upp fyri hesum hevur Sosialurin í dag samrøðu við fyrrverandi leiðaran á tí deildini á Setrinum, ið hevur havt við kanningina at gera. Hon sigur tó einki um innihaldið, av góðum grundum, tí hon er ikki almenn enn. Hinvegin verður greitt frá handfaringini og mannagongdini í málinum, og tað skilst, at her er ikki alt so væl frágingið, sum tað átti. Spurningurin er so, hvussu nógv man vil gera burtur úr tí. Sjálvandi skal ábyrgd plaserast, har hetta hevur týdning fyri framtíðar gongdina, men vit mugu ikki koma hartil, at skjótast skal við skørpum eftir hvørjum øðrum, hvørja ferð, at mistøk verða gjørd í eini týðandi tilgongd. Eftir øllum at døma eru mistøk gjørd. Tað týdningarmesta er at leggja øll kort á borðið og viðganga hesi mistøk, hvør enn eigur tey. Og so royna at koma víðari. Granskingin hevur so stóran týdning, at vit hava ikki loyvi til at leggja hana lamna orsakað av ávísum mistøkum og skeivum ella manglandi avgerðum.

Tað týdningarmesta má vera at læra av slíkari gongd. Vit kenna søguna um mistøkini, ið vórðu gjørd á tí náttúruvísindaliga økinum, men heldur enn at fara út í eitt eljustríð funnu ymsu partarnir saman í GEM og fingu har eitt felags forstáilsi fyri, hvussu skuldi farast víðari fram. Man kann siga, at henda søgu nú endurtekur seg á tí samfelagsvísindaliga økinum. Og tá hetta økið hevur ikki minni týdning fyri framtíðina, mugu vit síggja til at finna eina líknandi loysn sum hana við GEM. Vónandi kann samrøðan í dag og í morgin og orðaskiftið á tingi verða brúkt til nakað konstruktivt , tí brúk er fyri øllum góðum kreftum at tryggja eina skilagóða gongd. Vit byggja bara land við at samstarva, við at brúka vit og skil og við at taka í egnan barm, tá mistøk verða gjørd.