stóðu seg framúr væl í Skive leygardagin og sunnudagin, har kappast var um donsku meistaraheitini í innandura renning. Úrtøkan gjørdist tvey gull-, tvey silvur- og tvey bronsumerki, umframt eitt føroyskt [...] vann sunnudagin gull á 1.500 metra teininum og gjørdist danskur meistari við tíðini 4.28,27 minuttir, sum var 15 sekund betri enn tíðin hjá tí næstbesta. Og leygardagin vann hon silvur í 3.000 metra renning [...] gentur 16-17 ár rann 800 metrar við tíðini 2.24,48 minuttir, og sunnudagin vann Jóan Karl Joensen bronsu á 1.500 metra teininum hjá monnum 20-22 ár við tíðini 4.15,85 minuttir.
at arbeiða fyri undirløn. Og tað meta báði meistarar og handverkarar uttanlands at verða sera álvarsamt. At føroyingar arbeiða fyri undirløn, ger, at kappingin verður avlagað og at teir sjálvir ongan møguleika [...] uttanlands. Og endin kann væl verða, at vit verða boykottaðir og slett ikki sleppa at arbeiða uttanlands, sigur hann. Máa støðið undan Eyðfinn Petersen gevur nevniliga útlendsku meistarunum og handverkarunum [...] er tann, at handverkaralønin í Føroyum er einar 20-30 krónur lægri, enn hon er í Danmark og í Noregi. Sáttmálasetta lønin í Føroyum er 86,65. Í Danmark og í er hon lægri, í Noregi hægri. Men veruliga
snýr tað seg nú bara um at vinna komandi landskappingardystirnar og samstundis dúva uppá, at B36 snávar. EB/Streymur vann 2-0 í Fuglafirði í gjár. Samstundis tapti Víkingur fyri NSÍ á heimavølli [...] fyrstur á bóltinum eftir hornaspark og stútaði bóltin á stongina, sum umvegis Karl Løkin, ÍF, fór í málið. Leif Niclassen økti um leiðsluna við fínum skoti til 2-0, tá fáir minuttir restaðu í. Muomaife [...] í framrættaða spælinum í gjár. Heldur ikki, tá EB/Streymi var komið á odda, og tá Bartal Eliasen var fluttur úr miðverjuni og fram í álopið. Tað ger Dánjal á Lakjuni, ÍF, púra greitt. – Tá vit umsíðir royndu
klaver og Ken Jones á trompet at framføra sum kamartrio á árligu Summartónunum 2013. Tey fara at framføra tvey verk fyri ávikavist violin og klaver eftir Smetana, fyri trompet og klaver eftir Hubeau og tvey [...] Joensen og Birgitte Schnakenburg spæla saman. Tær hava spælt konsertir runt um í landinum á hvørjum ári, og hava givið tvær fløgur út við heitunum Klassiskar tónleikaperlur 1 og 2. Ken Jones og Birgitte [...] 50 krónur í Fuglafirði og á Sandi. Konsertin í Norðurlandahúsinum er ókeypis. Konsertrøðin við Moniku, Birgitte og Ken byrjar í kvøld í Mentanarhúsinum í Fuglafirði klokkan 20, og í Listasavninum á Sandi
ið teir á heimavøllinum í Parkini og frammanfyri 17.692 áskoðarum vunnu 2?0 ímóti uppflytarunum og grannunum úr Frem. Zuma var framvegis ikki nóg væl fyri at spæla, og so var Álvaro Santos undir liðini [...] donsku pressuni verður tosað og skrivað um, at Todi Jónsson nú er triði maðurin í stríðnum um tvey pláss í álopinum, so er tað nakað tvass. Todi var væl upplagdur, arbeiddi nógv og var miðdepul í nógvum av [...] á vøllin fyri Toda Jónsson. Teir báðir innskiftararnir vóru meistarar fyri 2?0 málinum. Peter Møller átti fríspælingina, og Jörgen Pettersson skoraði. Frem gyrdi seg frá fyrsta bríksli kring egnan brotsteig
Rás2 fer aftur at siga frá hondbólti í kvøld. Klokkan 20 fer Tróndur Arge at siga frá dystinum millum Kyndil og KÍF, sum verður leiktur í ítróttarhøllini á Hálsi. Dysturin hevur stóran týdning fyri bæði [...] plássi við 11 stigum, og fyri teir er alt umráðandi at vinna fyri at stytta um munin upp til annað plássið. Øll kunnu lurta eftir frásøgnini á www.midlar.fo , á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Ljóðsamrøður
fyrireikingini til EM-undankappingina, sum verður í Danmark frá 12. til 20. november. Føroyar eru í bólki saman við Fraklandi, Danmark og Finnlandi. Hópurin: Bjarti Vitalis Mørk, HB Andreas Thomsen, B36 Børge [...] Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið U19-hópin við dreingjum, sum 3. og 5. september skal spæla tveir venjingardystir á útivølli móti Norðurírlandi Sum fyrireiking til komandi EM-undankapping [...] verður á The Showgrounds hósdagin 5. september. Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U19-landsliðnum, og hann hevur nú úttikið 18 spælarar til venjingardystirnar móti norðurírum. Venjingardystirnir móti
Føroya síðst í nítiárunum og fór aftur í starv í Sjónvarpi Føroya – nú sum tíðindaleiðari, eitt starv, hann røkti til Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya vórðu løgd saman fyri góðum 20 árum síðani. Øssur Winthereig [...] hevur nomið sær útbúgving sum journalistur. Hann var journalistur í Sjónvarpi Føroya, tá tað var nýtt, og hann tann vegin gjørdist hann landskendur. Hann flutti seinni til Danmarkar, har hann saman við Dánjali
10. mai fingu Maud og Hanus Poulsen, Hvalba, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4050 gr. 19. mai fingu Anna Sofía og Mikael Larsson, Hong Kong, ein son. Hann var 48 cm. langur og vigaði 2915 gr. 19 [...] Griksaite og John Arni Svabo Samuelsen, Sandavágur, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3700 gr. 19. mai fingu Tóra Joensen og Bergur Højgaard, Skála, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3900 [...] 3900 gr. 20. mai fingu Palma Jacobsen, Kambsdalur og Sólarn Solmunde, Syðrugøta, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4000 gr. 21. mai fingu Elin og Sonni Samuelsen, Hósvík, ein son. Hann var 52 cm
vinna báðar dystirnar á B36. Hin fyrra við 4-2, eftir at B36 annars hevur verið á odda 2-0. Seinna dystin vinnur HB 2-0, og setir við hesum ein álvarsligan støg í FM-hóttanina frá B36. B36 endar árið á fjórða [...] tá GÍ í evstu løtu fær javnleik í Klaksvík og harvið vinnur við betri málmuni. B36 endar sum nummar sjey. 1995 HB heldur fast um munin millum grannarnar, og í báðum dystunum er talan um stórsigur. Í fyrsta [...] Jón Róa Jacobsen og Andrew av Fløtum. Jákup á Borg skjýtur einsamalla B36 málið. Seinni dysturin, sum verður leiktur fyrst í august mánaði endar við 2-1 sigri til B36. John Petersen og Egil Zachariasen