Monika, Birgitte og Ken í Fuglafirði í kvøld

Aftur í ár fara Monika Stauss Joensen á violin, Birgitte Schnakenburg á klaver og Ken Jones á trompet at framføra sum kamartrio á árligu Summartónunum 2013.

Tey fara at framføra tvey verk fyri ávikavist violin og klaver eftir Smetana, fyri trompet og klaver eftir Hubeau og tvey nýggj verk eftir Leif Hansen og Paula í Sandagerði fyri violin, trompet og klaver.

Eisini í ár skipar felagið Føroysk Tónaskøld fyri ymiskum konsertum runt um landið við tí endamáli at menna føroyskan tónleik.

Hetta er sætta árið, at Monika Stauss Joensen og Birgitte Schnakenburg spæla saman. Tær hava spælt konsertir runt um í landinum á hvørjum ári, og hava givið tvær fløgur út við heitunum “Klassiskar tónleikaperlur 1 og 2”.

Ken Jones og Birgitte Schnakenburg hava eitt sera virkið samarbeiði og hava havt konsertir í Føroyum, Danmark og Onglandi. Tey hava spælt saman í seks ár. Í 2011 góvu tey út fløguna “Tíðin rennur”.

Konsertskráin hesaferð er minni enn ein tíma, og verður eingin steðgur í.

Atgongumerki fáast við dyrnar fyri 50 krónur í Fuglafirði og á Sandi. Konsertin í Norðurlandahúsinum er ókeypis.

Konsertrøðin við Moniku, Birgitte og Ken byrjar í kvøld í Mentanarhúsinum í Fuglafirði klokkan 20, og í Listasavninum á Sandi verður framført sunnudagin klokkan 16.30.

Endað verður í hesum umfari í Norðurlandahúsinum mánadagin 17. juni klokkan 15.