– Eg haldi, at tað var lættari at fáa hendan sigurin til høldar, sammett við sigurin við Margáir hóskvøldið. Hesaferð verða vit ikki settir undir sama trýst, tá vit fáa leiðsluna. Vit hava tamarhald á støðuni.
Tað sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi. Sum ábyrgdarmaður í Sundalagnum hevur hann nú vunnið samfullar 10 landskappingardystir upp í slag. 30 stig av 30 møguligum.
Stórsligna sigursrøðin hevur lagt stórt trýst á B36, sum hevur verið oddaliðið alt kappingarárið. Tvey stig skilja ovastu liðini í Vodafonedeildini. Trý umfør eru eftir at spæla. Í Sundalagnum snýr tað seg nú bara um at vinna komandi landskappingardystirnar og samstundis dúva uppá, at B36 snávar.
EB/Streymur vann 2-0 í Fuglafirði í gjár. Samstundis tapti Víkingur fyri NSÍ á heimavølli. Tað hevur við sær, at sundalagsmenn eru einasti avbjóðararnir í stríðnum um føroyameistaraheitið.
Harmast skipanina
Hetta var aðruferð eftir fýra døgum, at EB/Streymur vinnur á ÍF. Liðini spældu við Margáir í Sundalagnum hóskvøldið. Tað var ein útsettur dystur, sum skuldi avgreiðast stutt eftir summarfrítíðina. Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi, heldur ikki, at tað er ein góð skipan, tá tvey lið hittast tvær ferðir eftir fáum døgum.
– Tað vísir seg oftast, at liðini vinna hvør sín dyst, tá kappingarskipanin lagar seg soleiðis. Tað er helst tí, at liðið, sum tapir fyrsta dystin, vil gera alt fyri at hevna ósigurin, sigur Heðin Askham. Hann leggur afturat, at hann kann hinvegin ikki klaga hesaferð, tí EB/Streymur vann báðar dystirnar.
Pætur Dam Jacobsen sendi EB/Streym á sigurskós, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin í gjár. Miðvallarin var fyrstur á bóltinum eftir hornaspark og stútaði bóltin á stongina, sum umvegis Karl Løkin, ÍF, fór í málið. Leif Niclassen økti um leiðsluna við fínum skoti til 2-0, tá fáir minuttir restaðu í.
Muomaife var tannleysur
Tað vísir seg, at tað er mest sum bara Chris Muomaife, sum kann skjóta mál fyri Fuglfirðingar í ár. Nigerianski framherjin hevur verið darvaður av skaðum stóran part av kappingini, men hann var tøkur til dystin í gjár.
Muomaife gjørdi tó ikki stórvegis um seg. Tað ásannar Heðin Askham.
– Vit høvdu sera gott tak á honum, staðfestir hann.
ÍF hevði ikki nógv at bjóða í framrættaða spælinum í gjár. Heldur ikki, tá EB/Streymi var komið á odda, og tá Bartal Eliasen var fluttur úr miðverjuni og fram í álopið. Tað ger Dánjal á Lakjuni, ÍF, púra greitt.
– Tá vit umsíðir royndu okkum, tá raktu vit ikki málið, sigur hann.
Tvey stig á muni
Víkingur á heimavølli, B71 á heimavølli og B68 á útivølli. Tað eru uppgávurnar, sum bíða EB/Streymi næstu vikurnar. Tað eru uppgávur, sum skulu loysast, um sundalagsmenn skulu hava nakran møguleika at vinna føroyameistaraheitið í ár.
Tvey stig skilja eisini ovastu liðini eftir hetta umfarið.









