Føroyingar illa dámdir uttanlands: Nú verða vit kanska boykottaðir

Føroyskir handverkarar, sum arbeiða uttanlands, verða skuldsettir fyri at máa støðið undan skipanini í grannalondum okkara og viðurskiftini verða nú kannað

Nógvir av teimum 400, føroysku handverkarunum, sum arbeiða uttanlands, eru ikki væl dámdir, har teir eru.

­ Men tað hevur onki við teirra dugnaskap sum handverkarar at gera.

Orsøkin til, at útlendingar hava fingið ringt eyga á føroysku handverkararnar er, at teir verða skuldsettir fyri at máa støðið undan skipanunum á arbeiðsmarknaðinum í teimum londunum, teir arbeiða í.

Nógvir føroyskir handverkarar uttanlands verða nevniliga skuldsettir fyri at arbeiða fyri undirløn.

Og tað meta báði meistarar og handverkarar uttanlands at verða sera álvarsamt.

At føroyingar arbeiða fyri undirløn, ger, at kappingin verður avlagað og at teir sjálvir ongan møguleika hava at standa seg í kappingini um tey ymsu arbeiðini.

Arbeiðshátturin hjá føroysku handverkarunum uttanlands hevur loypt slíka øði í handverkarafeløg og meistarafeløg í grannalondum okkara, at tey eru farin at kanna málið.


Helst boykottaðir

Eyðfinn Petersen, formaðurin í Havnar Handverkarafelag, váttar, at røringur er komin í um viðurskiftini hjá føroysku handverkarum uttanlands.

­ Og endin kann væl verða, at vit verða boykottaðir og slett ikki sleppa at arbeiða uttanlands, sigur hann.


Máa støðið undan

Eyðfinn Petersen gevur nevniliga útlendsku meistarunum og handverkarunum viðhald í, at tað er nógv sum bendir, at skuldsetingarnar ímóti føroysku handverkarunum og meistarunum eru rættar.

­ Tað er nógv, sum bendir á, at føroysku handverkarar máa støðið undan sínum starvsfeløgunum uttanlands, sigur hann.

Hann sigur, at støðan er tann, at handverkaralønin í Føroyum er einar 20-30 krónur lægri, enn hon er í Danmark og í Noregi.

­ Sáttmálasetta lønin í Føroyum er 86,65. Í Danmark og í er hon lægri, í Noregi hægri.

­ Men veruliga lønarlegan í grannalondum okkara er nógv hægri. Í høvuðsstaðarøkinum í Danmark liggur handverkaralønin um 140 krónur í miðal. ­ Aðrastaðni í landinum er hon eitt sindur lægri, men ongastaðni er hon lægri enn 105 krónur.

Eyðfinn Petersen sigur, atí hesum sambandi verða føroyskir handverkarar serstakliga ³kappingarførir3 við tað, at teir fáa væl lægri løn.

­ Samstundis fáa føroyskir handverkararnir, sum arbeiða uttanlands, ein ávísan skattafrádrátt.

­ Og tað skerst ikki burtur, at føroyskir meistarar og handverkarar spekulera í hesum skattafrádráttinum.

­ Tvs, at føroyskir handverkarar fara til Danmarkar og Noregs at arbeiða fyri minstuløn, ella eitt isndur meir, men av tí, at skattafrádrátturin kemur afturat, hava teir væl meiri eftir, enn teir høvdu havt, um teir arbeiddu í Føroyum.

­ Tí loysir tað seg hjá teimum at fara uttanlands at arbeiða.

­Eyðfinn Petersen sigur, at sostatt spekulera føroyskir meistarar og handverkarar í okkara lønarlagi og skattaskipan til at útvega sær arbeiði uttanlands í órættvísari kapping við handverkararnar og meistararnar har.

­ Hetta er at máa støðið undan okkara starvsfeløgum uttanlands.

­ Tí hvussu í víðu verð skulu teir kunna kappast um tey ymsu arbeiðini ímóti føroyingum, sum fáa 20-30 krónur minni í løn, enn teir skulu hava.

Eyðfinn Petersen nevnir eitt ítøkiligt dømi, sum hann veit um, og sum lýsir støðuna væl.

Talan er um eitt sjakk av handverkarum, sum er farið uttanlands at gera eitt ávíst arbeiði.

­ Meistarin hevur lovað teimum 60 tíma viku. Fyri 40 tíma vikuna fáa teir vanliga handverkaraløn. Fyri teir 20 yvirtímarnar fáa teir nakrar og níti krónur um tíman.

­Meistarin setir teimum so eitt roknistykki upp sum vísir, hvussu nógv, teir hava eftir aftaná skatt, táið skattafrádrátturin er taldur uppí.

­ Tað, teir hava eftir, er sostatt væl meiri enn teir høvdu havt fyri sama arbeiði í Føroyum og tað lokkar teir at fara.

­ Men samstundis taka teir arbeiðið frá handverkarunum í tí landinum, teir arbeiða í.

­ Teir skulu hava yvir 100 krónur um tíman fyri at gera sama arbeiði og klára tí ikki at taka ikki kappingina við føroysku handverkarnar.


Kanna viðurskiftini

Eyðfnn Petersen váttar, at fakfeløg, báði í Noregi og í Danmark, eru farin at kanna leiklutin hjá føroyskum meistarum og handverkarum í hesum londunum.

Hann sigur, at føroyskir handverkarar hava fingið fyrispurningar báði úr Noregi og úr Danmark um ymisk viðurskifti í hesum sambandi.

­ Mest eru tað tó feløg í Danmark, sum hava sett kanningar í verk av føroyingum. Men eisini norðmenn eru farnir at ressast, leggur hann afturat.

Sjálvur heldur hann, at føroyski atburðurin uttanlands líkist ongum.

­ Tað líkist ongum, at føroyingar fara uttanlands at máa støðið undan skipanunum á arbeiðsmarknaðinum har.

­ Skulu vit taka kapp-ingina upp uttanlands, skal tað verða undir teimum treytum, sum er galdandi í tí landinum, sum vit skulu kappast í.

­ Okkum plagar ikki at dámað, at útlendskir meistarar og handverkarar komu til Føroya og tóku arbeiðið frá føroyskum handverkarum við at arbeiða fyri undirløn.

­ Tí eiga vit heldur ikki at fara uttanlands at taka arbeiðið frá útlenskum handverkarum við at arbeiða fyri undirløn har.

Hann sigur, at tað eru sanniliga eisini meistarar og handverkarar, sum kappast uttanlands á jøvnum føti við kappingarneytarnar í landinum, teir arbeiða í.

­Atburðurin hjá teimum, sum føra hetta kappingaravlagandi virksemið, kann koma øllum aftur um brekkur.

­ Tí tað kann væl henda, at føroyingar verða boykottaðir og at útlendskir meistarar og handverkarar fara at seta tiltøk í verk ímóti føroyingum so at vit slett ikki longur kunnu arbeiða uttanlands.

­ Og tað kann eisini raka teir, sum kappast á jøvnum føti, sigur Eyðfinn Petersen.