er, at børnini kunnu læna ymiskar leikur, so sum hoppibond, elastik, krit, glúpar og spannir. Flakar vera í ánni, og onkur bjóðar kaffi og vaflur í havanum, og kanska verður togtogan – um onkur bjóðar [...] tíðspunkt á degnum fer Dánjal Martin Hansen at greiða frá í kirkjuni. Skúlin er opin allan dagin, har høvi verður at síggja myndasavnið. Seinnapartin er ætlanin at grilla og borðreitt verður eisini við breyði [...] nú bygdin spílar seg út til hugnadagin. Tiltakið, sum nevnist Summarhugni , verður leygardagin 9. juni og byrjar við morgunmati kl. 10 í teltinum, sum er sett upp til høvið. Av tiltøkum ígjøgnum dagin
uttan fyri at skriva. Fólk stákast í ymsu vognunum nærindis. Tað hoyrist tónleikur onkunstaðni, onkur er við at fáa sær okkurt at eta, dugi eg at lukta, og her og har er eisini barnaspæl at hoyra. Og børnini [...] stíl. Til teirra, sum hava góðan hug at spæla, ber væl til at sleppa av við pengarnar í automathøllini, sum er opin seinnapart og út á kvøldið. Maskinurnar eru nógvar, sum fegnar vilja taka pengar frá fólki [...] beinanveg, at her er fremmandamaður, og vilja vita, hvaðan hann er. Jú, Føroyar kenna tey. Onkur veit, at fleiri føroyskar konur komu til Bretlands við hermonnum eftir seinna heimsbardaga. Onkur visti at siga
og vit vita, at nú er summarið komið. Hóast tað vanliga plagar at tykjast tómt og oyðið, nú einki ferføtt gongur um teigarnar, er tað ikki so kortini. Her er fult av lívi. Tí at siga, at seyðurin er farin [...] teir, sum hildu okkum til, slíkir, sum áttu bø aðrastaðni, og so var bara at halda okkum sum longst inni hjá øðrum. Tað er greitt. Og fólkið kemur á bøin, tá seyðurin fer. Í dag sæst lítið til, at fólk [...] liðugt. Men eftir er tó onkur av teimum gomlu, sum enn roynir at halda gamlan sið í hevd og velta við ordiligum tøðum. Hann heldur kanska, at hann nyttar einki í mun til tað, sum fyrr var. Ferðin er minkað
illa við hjá mótstøðumonnunum, sum noyddust so at siga beinanvegin at lora eitt sindur í verjupartinum fyri at leggja trýst á í royndini at javna, og hetta hevði við sær, at tað var sera undirhaldandi við [...] tað lætt hjá Baja at seta innaru síðuna á, og harvið var Sumba komið í eina støðu, sum var fín fyri teir, og í 2. hálvleiki dugdu teir væl at draga ferðina niður og harvið so at siga at taka lívið úr dystinum [...] verið sagt, at gøtumenn eru so fáir, at teir tola ikki leikbann, og undan fráferðini til Sumbiar varð tosað ikki so lítið um, at tað fór at verða sera óheppið, um onkrir av lyklaspælarnum fóru at fáa gult
var seinastur at royna meg, vildi eg gera alt fyri at vinna. Eg fekk eitt gott tak og helt, at tað gekk væl. Men so knappliga fór at glíða hjá mær, og so var vónleyst at halda. So leingi, sum tú hevur takið [...] helt seg hava brúk fyri at vera doyvdur, tá hann var hjá tannlæknanum. Men so hvørt sum tað vísti seg, at pínan hevði hug at gerast ríkilig, bakkaði hann og viðgekk, at »omman var úr Vági«. So fekk hann [...] fara at skipa kappingina soleiðis, at hon annaðhvørt ár verður á ólavsøku og annaðhvørt ár á jólum. Fleiri av okkum, sum kappast, eru siglandi menn, so umráðandi er, at flest møguligum ber til at vera
upp í 20%. Tað fer at geva kommununi eina eyka inntøku uppá eina slaka millión. Jacob Vestergaard, borgarstjóri, sigur, at høvuðsorsøkin til at skatturin hækkar, er fyri at fáa ráð til at byggja skúlan út [...] stórur, sum skúlin er nú. Borgarstjórin sigur, at í fyrra lagi er ætlanin at høvuðsumvæla skúlabygningin. Í øðrum lagi verður skúlin útbygdur so at hann verður næstan tvær ferðir so stórur, sum hann er [...] Ætlanin er at byggja skúlan út fyri fleiri milliónir hesi bæði næstu árini og fyri at fáa ráð til tað, verður neyðugt at hækka skattaprosentið. Men afturfyri fáa sumbingar so ein fyrstafloks skúla, sum verður
fullkomin. - Eg skal siga tær sum er, at eg havi biðið til Gud um at eg mátti liva so leingi, til øll hesi kvæðini kundu koma út. Og nú sær tað út til at tað eydnaðist mær, sigur hann. So seint sum hósdagin í hesi [...] løgið at eitt føroyskt blað skuldi fara so illa við einum fólki, sum var brøðratjóð okkara. Eg meini, hetta fólkið býr í einum landi, sum varð mett sum 5. besta landið í verðini. - Var tað nakað sum eyðkendi [...] tey vaksa so at siga upp við hesum bókmentunum, heilt frá barnsbeini av. Vit hava nú sitið saman og drukkið kaffi eina góða løtu, og eg skilji, at hann hevur hug at fara innar í stovuna at seta seg í sofuna
lisnar kring landið, verður tað kanska onkur, sum fer at vita frá onkrari langari fótbóltsferð at siga. Men lítil ivi man vera um, at sumbingar í hesum døgum eru við at seta met, tá tað snýr seg óvantað langari [...] ferðavánirnar hava gjørt, at vit missa í hvussu so er ein og kanska tveir arbeiðsdagar í hesari vikuni. Tí hava vit gjørt av, at vit taka alt um eina leið, soleiðis at vit sleppa frá at fara norður um aftur [...] aftur í steypakappingini. Og tað sær út til, at hetta fer at eydnast. Vit fara at spæla í Leirvík týskvøldið, og so fara vit at spæla í Gundadali móti B36 mikukvøldið, segði spælandi venjarin hjá Sumba, Birgir
har hann sigur at ísraelsmenn hava rænt land palestina og skírir Ísrael ein slaktikjallara og veit at siga, at jødar brenna palestinskar kvinnur livandi! Hann gloymdi bara at fortelja, at jødar eisini eta [...] Fogh Rasmussen, hevur sagt, at AVit eru nú komin hartil, at tað eisini í Evropa kann kosta lívið at troyta sítt talufrælsi! Vit eru komin hartil, at polittikarar noyðast at fjala seg, tí teir hava brúkt [...] betra slagnum, sum hann gav boð um at drepa, tá hann andaðist, nakað, ongin fekk seg til at gera kortini. Tá Sølvará og Rolf halda, at ein slíkur sadistur , ið ongar trupuleikar hevði av at beina fyri egnu
ári, tá fólkatónleikarnir koma at vitja. Tað eru tær báðar Laura Lydersen og dótturin Amalia á Kirkju, sum syrgja fyri, at øll fáa nóg mikið at eta og hava eina góða song at fara í, og so var eisini hesuferð [...] Tey plaga at ringja og siga frá, at tey koma, men nú hava tey verið her so ofta, at eg vænti tey aftur á hvørjum ári. Tey eru altíð so blíð og vinarlig, og so duga tey jú so ótrúliga væl at spæla tónleik [...] skiftust vit um at vera inni og lurta, so tað gekk allíkavæl, sigur Sunniva Ougaard, sum sjálv er ættað av Kirkju. Sunniva og maður hennara Finn hava hús á Kirkju, sum hesuferð varð nýtt sum dansistova, tá