Summar

Tá seyðurin er farin av bønum, er summarið komið. Men hóast vit siga, at rikið er av bønum, er bøurin framvegis fullur av lívi og verður tað helst alt summarið, til latið verður upp aftur í oktober, og seyðurin, sum í haganum hevur verið, aftur fer at seta lív í bøin

So fór seyðurin av bønum, og vit vita, at nú er summarið komið. Hóast tað vanliga plagar at tykjast tómt og oyðið, nú einki ferføtt gongur um teigarnar, er tað ikki so kortini. Her er fult av lívi.
Tí at siga, at seyðurin er farin av bønum, er ikki meira enn hálvur sannleiki nógvastaðni, tí tá hagaseyðurin er rikin út, kemur heimaseyðurin aftur ístaðin.
Nógvar bygdir hava bø, sum hegnaður er av í størri ella smærri stykki, har seyður so verður sleptur á. Onkur gás er, og nógvastaðni eisini dunnur og høsn. Og nú eru nýggir fuglar farnir at síggjast ymsastaðni eisini. Kalkunir eru ikki óvanlig sjón á føroyska bønum í dag, umframt at fremmand dunnu- og gásasløg eisini eru at síggja.
Og tað gongur fólk í bønum. Børnini renna og leika, sum tey altíð hava gjørt, framvegis um teigarnar, hóast graslíkisvøllurin í dag hevur tikið stóra trýstið av bønum.
Vit minnast afturá, hvussu illir gomlu menninir vóru, tá vit, eftir at rikið var av bønum, kundu finna upp á at brúka eitt bøstykki til fótbóltsvøll. Tað var ikki lukkuligt, sum teir leikaðu í, tí vit traðkaðu grasið niður og oyðiløgdu avkast jarðarinnar. Og so undraðust vit og hildu tað vera løgið, tí júst hetta stykkið hevði ikki verið sligið í mannaminni. Ella í hvussu er tey fýra fimm árini, vit mintust aftur.
Men ikki allir vóru illir kortini. Ivaleyst vóru teir, sum hildu okkum til, slíkir, sum áttu bø aðrastaðni, og so var bara at halda okkum sum longst inni hjá øðrum. Tað er greitt.
Og fólkið kemur á bøin, tá seyðurin fer. Í dag sæst lítið til, at fólk ganga og henta bø. Taka upp smágrót og annað, sum sløtt er á stykkið gjøgnum veturin.
Kanska tí at í dag verður líggin neyvan borin út meira. Nú verður alt sligið við maskinu, og so ger tað einki, um eitt sindur av skervi liggur á vøllinum. Eingin egg er at oyðileggja kortini.
Men teir ganga við tøðsekkinum og breiða. Ikki sum í gomlum døgum við kvísl og vogni við ordiligum tøðum.
Nei, nú er tað við eini spann ella einum lítlum posa við smáum kúlum av handiltøðum í. Ganga so og sletta og gera seg til og royna at líkjast sáðmanninum á Sunnudagsblaðnum og halda seg hava nógv virði.
Teir venda fløgunum og gera bøin svartan, tí nú skulu eplini í jørðini. Tó at tann, sum veltir nýggja flagveltu, ivaleyst longu hevur gjørt tað, tí tá bilar ikki, um seyðurin er á bønum. Hann skavar ikki í gjøgnum flagið kortini.
Verri er við gomlum flagi ella opinekrunum. Har kann ein gomul, roynd bøær skjótt fáa smakkin av epli, og so er liðugt.
Men eftir er tó onkur av teimum gomlu, sum enn roynir at halda gamlan sið í hevd og velta við ordiligum tøðum.
Hann heldur kanska, at hann nyttar einki í mun til tað, sum fyrr var. Ferðin er minkað, og smærri gerast velturnar.
Hann fer so siðiliga avstað við síni gomlu trætrillibøru við eini last av seyðatøðum, sum helst hava ligið í køsti gjøgnum veturin.
Tey skulu breiðast, áðrenn farið verður heim aftur eftir eplunum og spakanum at ryggja við. Tí hann hevur velt í sama stykki í eini trý-fýra ár, so nú fer at styttast her á teiginum. Jørðin skal heldur ikki pínast, og hann veit, at sjey ár er so ríkiligt, og einki ger, um fyrr verður givist heldur enn seinni á hesum stykkinum.
Men hesin gamli hevur meira at geva, enn hann sjálvur kanska heldur. Hann hevur í grundini ein fittan part av okkara mentan við sær, har hann fer strevandi um teigarnar við gomlu trillibøruni.
Hann hevur gjørt hana sjálvur. Hon er ikki ein statistikkur á innflutningssíðuni, hóast hon fer at vera við til at geva honum inntøku í heyst.
Hann minnir okkum á, at her er søgan enn livandi. Hendan søgan, sum larmandi traktorar og »fresarar« í stóran mun hava loyst av ella kanska heldur skúgvað til viks.
Og so kann ein meta um, hvørt hon er nakað at liva av, hendan nostalgiin, ella vit eiga at geva okkum fult og heilt í kast við tað nýggja.
Sjálvandi eiga vit at taka tað nýggja til okkum, tí eingin ivi er um, at hjá tí, sum skal liva av landbúnaðinum, ber ikki til, um ikki nýggju hjálpitólini eru við.
Men hesin gamli við trillubøruni er eitt livandi dømi um tað, sum gjørt hevur tað møguligt at fáa hesar nýggju maskinurnar at velta og heysta. Teir sum løgdu teigarnar, sum nú geva úrslitið til langabbasynirnar ella enn longri úti.

Við leypi og við haka,
teir løgdum mangan fløttin,
á knø og armar litu,
ei nakað annað var.
Teir vildu ikki slaka,
um brekkan mangan møtti,
men gleddust so um verkið,
tá bøur ávøkst bar