Summarhýrur er í Elduvík í hesum døgum, nú bygdin spílar seg út til hugnadagin.
Tiltakið, sum nevnist Summarhugni, verður leygardagin 9. juni og byrjar við morgunmati kl. 10 í teltinum, sum er sett upp til høvið.
Av tiltøkum ígjøgnum dagin verður millum annað hugni, barnaspøl og børnini sleppa at royna hitapottar í bygdini. Harumframt vera ymiskir túrar skipaðir runt um í bygdini, har Kaj Høgnesen greiðir frá um húsini og staðseting.
Kirkjan verður opin, og ávís tíðspunkt á degnum fer Dánjal Martin Hansen at greiða frá í kirkjuni.
Skúlin er opin allan dagin, har høvi verður at síggja myndasavnið.
Seinnapartin er ætlanin at grilla og borðreitt verður eisini við breyði og føroyskum viðskera.
Annað, ið ætlandi er á skránni í Elduvík leygardagin er, at børnini kunnu læna ymiskar leikur, so sum hoppibond, elastik, krit, glúpar og spannir. Flakar vera í ánni, og onkur bjóðar kaffi og vaflur í havanum, og kanska verður togtogan – um onkur bjóðar av, siga fyrireikararnir.