STERKASTI MAÐUR
Sumbingar hava altíð verið tiltiknir fyri at vera sterkir. Kendastir av øllum munnu vera teir fýra beiggjarnir í Hørg, sum gingu undir navninum Hargabrøðurnir og vóru sagdir at vera øgiliga sterkir. Millum annað er søgn um, at hvalbingar sendu boð eftir teimum, eina ferð ránsmenn úr Írlandi gjørdu innrás í Hvalba. Hargabrøðurnir hildu seg til og fingu rikið írarnar aftur til sjós.
Onkur hevur hildið, at tað fyri tað mesta hevur reyp og breggj, tá tosað hevur verið um sterkar sumbingar. Eitt nú hava skemtisøgur verið, sum hin um sumbingin, ið ikki helt seg hava brúk fyri at vera doyvdur, tá hann var hjá tannlæknanum. Men so hvørt sum tað vísti seg, at pínan hevði hug at gerast ríkilig, bakkaði hann og viðgekk, at »omman var úr Vági«. So fekk hann sproytuna.
Um nakar av álvara hevur granskað í sumbiarstyrkini, vita vit ikki, men staðfestast kann í øllum førum, nú vit skriva 2009, at eingin er sterkari enn sumbingar. Vit skriva í fleirtali, tí tá kappingin um at gerast Føroya Sterkasti Maður var í ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið, vóru tað ikki færri enn tveir sumbingar, ið vóru sterkari enn hinir sjey, teir kappaðust við.
Annar sumbingurin, Heri Vestergaard, vann kappingina, ið stóð millum níggju sterkar menn, og hin sumbingurin, Sámal Jóhannes Hansen, gjørdist nummar tvey. Á triðja plássi kom Torstein Madsen, ið – okkum vitandi – ikki hevur røtur í Sumba, hóast tað ikki skuldi undrað, um so var, tí væl lá fyri hjá honum eisini…
Verður endurtikið
Hetta var fyrstu ferð í 10 ár, at skipað var fyri kappingini, ið var afturvendandi tiltak tey árini, Regin Vágadal var í vælmaktini og eisini var til fleiri slíkar kappingar uttanlands. Somuleiðis skipaði hann fyri altjóða kappingum í Føroyum, og í fleiri ár vitjaðu útlendskir risar hendavegin fyri at kappast við Regin í kappingini, ið kallaðist Atlantic Giant.
Ein av stigtakarunum til kappingina hesa ferð var Bogi Hammer, sum sjálvur plagdi at hjálpa til, tá kappingarnar plagdu at vera fyrr. Og sum so ofta er við slíkum kappingum, var hann sjálvur við og kappaðist millum hinar. Bogi var sera vælnøgdur eftir kappingina og helt eisini, at hetta mundu teir fara at gera aftur eina aðru ferð.
– Hetta hevur gingið heilt einastandandi væl. Fólk tóku væl undir við kappingini, og hóast nógv onnur tiltøk vóru á skránni kring landið, umframt landsdystur, so var fult av fólki í høllini. At undirtøkan var so góð, gevur hug at halda fram, sigur Bogi Hammer, ið altso slær fast, at neyvan verður neyðugt at bíða í 10 ár aftrat eftir næstu kappingini av hesum slagnum.
– Kanska vit fara at skipa kappingina soleiðis, at hon annaðhvørt ár verður á ólavsøku og annaðhvørt ár á jólum. Fleiri av okkum, sum kappast, eru siglandi menn, so umráðandi er, at flest møguligum ber til at vera við. Nú fáa vit so at síggja, hvussu verður, men vit fara at tosa um, hvussu vit kunnu gera tað á besta hátt, so vit aftur kappast næsta ár. Eisini vita vit um fleiri aðrar, ið kundu verið við aftrat, og einir tveir høvdu skaðar, so teir ikki kundu vera við hesa ferð.
Sum tann veikasti
Tað gjørdist longu beinanvegin nokk so greitt, at størsta kappingin óivað fór at standa millum júst teir báðar sumbingarnar. Sámal Jóhannes vann ta fyrstu greinina, men tá so Heri vann tær báðar næstu kappingargreinarnar, hevði hann lagt seg á odda í hálvleikinum, tá snotilig sprund komu inn at vísa fram vøkur undirklæði, meðan íðkararnir sluppu at hvíla seg.
Í fjórðu og fimtu greinini var Sámal Jóhannes aftur omaná, meðan Heri gjørdist triðbestur, og tí stóð á jøvnum hjá teimum báðum undan seinastu greinini, sum var at halda tveimum 105 kilo tungum bobbens upp frá gólvinum sum longst. Her var Sámal Jóhannes tann seinasti, ið skuldi royna seg, so um hann bert stóð seg betur enn Heri, kundi hann vinna. Og sjálvur væntaði Heri, at Sámal Jóhannes tá fór at taka hann:
– Tað gjørdist ótrúliga spennandi, og eg trúði, at Sámal Jóhannes fór fram um meg tá, men tað eydnaðist honum so ikki, sjálvt um hann mangan undir venjing hevur víst nógv meira, enn hann vísti í kvøld, segði Heri Vestergaard, ið sigrandi kundi rætta armarnar upp í loft, samstundis sum bobbensini hjá Sámal Jóhannesi tóku í gólvið, tá hann enn var 10 sekund frá tíðini hjá Hera.
– At eg skuldi vinna og gerast Føroya Sterkasti Maður, er fantastiskt, men nú eri eg so í knúsi, at eg kenni meg sum Føroya veikasta mann júst nú. Men sjálvt um eg nú havi vunnið hetta, so veit eg ikki, hvussu tað verður næstu ferð, tí nú skal eg til sjós. Og at fara uttanlands at kappast, freistar meg slett yvirhøvur ikki. Eg veit ikki hví, men tað freistar meg yvirhøvur ikki. Eg vil siga tað soleiðis, at eg kundi ikki funnið uppá at lagt meg heima, bara fyri at vant.
Ævigi tveyarin
Hóast Sámal Jóhannes Hansen er 42 ára gamal, smæddist hann ikki burtur millum teir yngru menninar, ið vildu royna sína styrki leygarkvøldið.
– At gerast nummar tvey aftan fyri Hera, er fínasta slag, tí hatta var flott klárað av honum. Hetta var øgiliga javnt, og allir stóðu seg væl, ikki minst við kvikleikanum. Tað, sum kiksaði hjá mær, var bilurin, tí eg havi brunað í báðum beinunum og fekk ikki gjørt tað ordiligt. Hóast eg eri elstur av øllum, er styrkin framvegis har, sigur Sámal Jóhannes, ið greiðir soleiðis frá, hvussu hann upplivdi ta seinastu og avgerandi kappingargreinina, ið kostaði honum sigurin.
– Tá eg nú var seinastur at royna meg, vildi eg gera alt fyri at vinna. Eg fekk eitt gott tak og helt, at tað gekk væl. Men so knappliga fór at glíða hjá mær, og so var vónleyst at halda. So leingi, sum tú hevur takið, er tað fínt, men fer tað á glið, er einki at gera.
Sámal Jóhannes er suvereni veteranurin millum teir sterku, tí hann plagdi altíð at vera tann, ið gav Regini Vágadal harðastu kappingina í sínari tíð. Men hann heldur, at tað at gerast nummar tvey, er framvegis ein marra, ið fylgir honum:
– Eg havi verið við so ofta, men altíð sum nummar tvey. Kanska er tað bara soleiðis, at eg altíð skal verða nummar tvey, tí soleiðis verður tað hvørja ferð. Men eg uggi meg við, at hóast eg eri elstur og kundi verið pápi onkran av hinum, so er framvegis dugur í manninum, sigur Sámal Jóhannes, ið váttar, at sumbingar og styrki eru tvey ting, ið eftir øllum at døma hoyra saman.
– Sumbingar hava altíð gingið høgt upp í styrki og at fremja ymisk brøgd. Og hetta er nakað, sum pápi mín hevur fortalt mær frá tí, hann fekk fortalt frá abba sínum. Tað er so sannleiki allan vegin ígjøgnum og hevur altíð ligið í blóðinum á sumbingum. Nú vóni eg so, at sumbingar eru ernir av, at teir hava fingið bæði nummar eitt og tvey í hesi kappingini.