Útbygging
Sumba: Sumbingar noyðast nú at leggja ryggt til at betala nokk so fitt meiri í skatti, enn teir hava gjørt.
Bygdaráðið hevur nevniliga samtykt at hækka kommunuskattin 2%. Sumbingar hava betalt 18% í kommunuskatti, men nú er skatturin hækkaður upp í 20%.
Tað fer at geva kommununi eina eyka inntøku uppá eina slaka millión.
Jacob Vestergaard, borgarstjóri, sigur, at høvuðsorsøkin til at skatturin hækkar, er fyri at fáa ráð til at byggja skúlan út.
Ætlanin er at byggja skúlan út fyri fleiri milliónir hesi bæði næstu árini og fyri at fáa ráð til tað, verður neyðugt at hækka skattaprosentið.
Men afturfyri fáa sumbingar so ein fyrstafloks skúla, sum verður næstan tvær ferðir so stórur, sum skúlin er nú.
Borgarstjórin sigur, at í fyrra lagi er ætlanin at høvuðsumvæla skúlabygningin. Í øðrum lagi verður skúlin útbygdur so at hann verður næstan tvær ferðir so stórur, sum hann er nú.
? Sostatt verður at kalla talan um ein spildurnýggjan skúla, leggur hann afturat
Mentamálaráðið hevur góðkent ætlanina og skúlin verður liðugur til skúlaárið 2004.
Arbeiðið verður gjørt bæði tí at skúlin,sum er, trongir til ábøtur og tí at nýggja fólkaskúlalógin setir heilt onnur krøv til skúlabygningar, enn áður við, serstovum og øðrum.
Fyri ikki at órógva útbjóðingina, vil hann ikki siga, hvussu nógv arbeiðið kostar, men talan er um fleiri milliónir.
Jørð og betrongarbeiðið er bjóðað út og har hevði Jóanes við Ósagarð í Vági lægsta tilboðið. Hann hevur boðið sær til at gera arbeiðið fyri stívliga 1,3 millión. Trý onnur tilboð komu inn og tað hægsta var uppá 1,7 millión.
Hini arbeiðini upp á skúlan verða boðin út fyrsta dagin.
Umframt skúlan, hevur kommunan ikki orku til tað stóra, men arbeitt verðrur eisini við at innrætta nýggju kommunuskrivstovuna, sum verður í gamla Fiskahúsinum, sum kommunan keypti og hon verður liðug í apríl.
Annars verður hildið fram við at gera bakkaverjuna.
Øll fíggjarmegin
Borgarstjórin sigur, at ætlanin er ikki at taka lán til arbeiðið, so hesi næstu árini fer skúlin við allari fíggjarmegi ni hjá kommununi, men ætlanin er ikki at taka lán til endamálið og tí var neyðugt at hækka skattin.
Samstundis eru útlitini ikki av teimum bjartastu, eitt nú er laksavirkið hjá Hera Hjelm steðgað í fleiri mánaðir.
?Inntøkugrundarlagið í kommununi er ov lágt, tí miðalinntøkan hjá Sumbiar Kommunu er nógv lægri enn hjá sama slag kommununum á meginlandinum.
?Hann plagar at samanbera Sumbiar Kommunu við Sunda Kommunu. Sumbiar kommuna hevur níggju milliónir í skattainntæøku við 20% í skatti, men Sunda Kommuna hevur 12 milliónir í inntøku við 16,5% í skatti.
Orsøkin er, at í Sunda Kommunu hava tey nógv betri atgongd til væl lønt størv, eitt nú í Havnini og aðrastaðni í miðstaðarøkinum.
Annars sigur Jacob Vestergaard, at barnatalið í kommununi hevur verið fallandi, men at nú er ein glotti í.
Í Sumba eru um 30 skúlabørn men heldur ikki á hesum økinum eru útlitini ikki nakað serlig. Fá børn eru fødd, og tó at tað gongur framá, er føðitíttleikin alt ov lítil
Ein annar skúli er í kommununi, tað er skúlin á Leiti ímillum Lopra og Akrar. Og eisini har stendur so illa til við børnum, at um fá ár verða 15 børn í skúlanum í Sumba og onki á Leiti, sum er hin skúlin í kommununi.
Tá ið skúlin í Sumba varð bygdur síðst í fimtiárunum og fyrst í sekstiárunum, vóru 70 skúlabørn í Sumba.