hann í nýggja starvinum. - Eg haldi, at tað hevur gingið væl higartil. Men eg havi einans verið í starvinum í ein mánað, sigur Bjørgfinnur. Áðrenn hann fór til Ísraels, arbeiddi hann í PE í Havn, har ið [...] var Bjørgfinnur í Ísrael við einum toymi í summar. Hann er annars sera virkin í kristiligum arbeiði. - Eg geri ikki nakran ítrótt. Ein stóran part av mínari frítíð nýti eg inni í Kelduni í Skálafirði, har [...] ymiskt har. Nógv tíð verður nýtt til at tosa í telefon. Telefonin kimar eitt sindur meira, síðani eg eri vorðin leiðari. Men eg eri eisini úti í handlinum og siti við kassan. Mær dámar væl at koma í samband
Lið. Børnini hjá teimum eru Louis, sum búði í Sørvági, Gigga Mouritsen, Oluffa Mouritsen og Poul Arni í Havn, Kristoffur á Argjum, Karla og Lea Hansen, sum býr í Sørvági. Louis er ikki á lívi longur. Sum [...] á Torkilsheyggi. 15. desember í 1946 giftust Karla og Símun inn hjá foreldrum hansara, sum vóru Sanna og Andreas Hansen í Túni á Toftum. Í 1950 fluttu Karla og Símun inn í Heiðar, har Símun hevði bygt húsini [...] nýggjársaftan 1958. Í 1960 flutti familjan út á Mýrarnar, har Símun hevði latið húsini byggja, sum nú eru sambýli við Toftavatn. Har trivust tey væl, og har kom nógv fólk á gátt. Longu 18. mai í 1968 doyði Símun
búsettust í Føroyum um ár 800. Í t.d. Írlandi hava fólk búð fleiri øldir fyri okkara tíðarrokning. Nógv av teimum 15 fólkunum, ið tóku lut í útgrevstrinum, komu úr Hetlandi fyri ólavsøku, har tey í ein mánaða [...] býlingum, og tí kundi tað undrað nógv, at kirkjan ikki stendur meira miðskeiðis í núverandi bygdini, enn hon ger í dag. Svarið upp á hetta er tó, at hetta er tann sætta kirkjan, fólk vita um, sum hevur staðið [...] amboð, men her sæst m.a., hvussu fiskurin er hagreiddur. Eisini eru funnin fleiri fuglabein í útgrevstrinum á Sandi enn aðrastaðni í Útnorði. Fláirnar fjala fortíðina Tað var í 2000, at bakkin máaði heima
YWAM hevur eina skrivstovu í Havn. Tey skipa fyri einum skúla í Suðuroy, sum tekur eitt hálvt ár. Tað eru tilsamans 1600 fólk, sum arbeiða fulla tíð fyri YWAM. Afturat tíð er nógv volontør- og partíðararbeiði [...] tvørkirkjuligur felagsskapur. Í stíli eru skúlarnir vanliga eitt sindur karismatiskir. YWAM hevur skúlar í 150 londum, og nógvir føroyingar hava verið á einum YWAM skúla - millum annað í Hawai, Argentina og Avstralia [...] ilder". Tað er volontørarbeiði. Tað kann vera arbeiði í køkinum ella okkurt praktiskt, sum tú kanst gera á einum skúla. Hvørt ár fara 25.000 fólk ígjøgnum onkra skrá hjá YWAM.
hjá Karl Anton í Margarinefabrikkini ella rættari Art, sum var tónleikafelagið hjá Karl Anton, ið helt til í bygninginum í Magnus Heinasonargøtu/Tórsgøtu í Havn. Sá við egnum eygum, hvussu góða ávirkan [...] Karl Anton Klein, eitt minnið, sum fer at liva víðari í nógvum av tí góða sum tú hevur lagt niður í nógv av teimum ungu í tónleikaumhvørvinum í Havn. Tað er altíð syrgiligt at skula siga einum av okkara [...] mál hansara. Nakað sum ikki minst politikararnir í Tórshavnar kommunu eiga at taka til sín. Veit at tað eisini verður stórur saknur í honum í svimjihøllini í Gundadali, har Karl Anton var at síggja javnan
tey eisini í framtíðini gerast og verða! partur av føroyska samferðslukervinum. Hestur skal við Fyrr í summar varð hildin kunnandi fundur í Hesti, har m.a. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn var við. Á [...] Verður ein slík loysn sett í verk, verður tað eitt stórt afturstig fyri samferðsluna hjá hestsfólki. - Í dag fáa vit til dømis oljuna fylta í tangarnar úr einum oljubili. Men í framtíðini kann tí hugsast [...] Silvurstein. Hon er sjálv ein av limunum í teirri serligu Kolturs-/Hestsnevndini, saman við m.a. Heðini Mortensen, borgarstjóra í kommununi. Vilji og eykakostnaður Í løtuni fer fram eitt kanningararbeiði
læknanum í Vestmanna, hjá Jóhannesi úr Hvalvík í Klaksvík og í húsplássi í Charlottenlund nakrar mánaðir í 1938. 22. oktober í 1938 giftist Dora Dániali Nielsen úr Vatnsoyrum, sum hon hevði hitt í Vestmanna [...] at útinna í handlinum og fiskaarbeiðnum. Hon hevur arbeitt nógv alla sína tíð, og tað hevur ligið væl fyri. Sum ung genta var Dora hjá Haraldsen í Fuglafirði, í húsplássi í Jyllandi 1930-1932, í húsplássi [...] ættað av Kinn í Lamba og Johannes Johannesen, skipari og keypmaður í Leirvík. Børnini hjá teimum vóru Georg, sum var handilsmaður í Leirvík, Andrea Hansen í Søldarfirði, Dora, Hanna Eliassen í Leirvík og
at fólkatalið í einum plássi tvífaldast eftir so stuttari tíð, sum tað gjørdi her á plássinum. Tá ið 2. heimsbardagi náddi til Føroyar í 1940, búðu tað 2000 fólk her í Klaksvík. Fyrst í seksti árunum fór [...] her í Klaksvík. Tað hevur verið stríð og baks fyri at yvirliva og síðani fyri at liva. Soleiðis var lívið í gomlu býlingunum á Biskupsstøð, í Gerðum, á Uppsølum og í Vági. Soleiðis var lívið úti í Klaksvík [...] Ziska. Norðlýsið og Robert Í 1975-76 var eg í nakrar mánaðir blaðstjóri á Norðlýsinum. Tá skrivaði Robert Joensen nakrar opnur í blaðnum um eitt nú postflutning í Norðoyggjum, hvussu elektrisitetið kom til
arbeiddi eg á Sosialinum í nøkur ár og síðani í Sjónvarpinum. Nú havi eg keypt hús í Havn og angri tað ikki. Eg fari neyvan at búgva aðrastaðni í Føroyum. Hvør er grundvøllur tín í tilveruni? - Fyrst og [...] uttan at ganga úti og rópa upp um tað og seta onnur fólk í bás. Tú hevur eina ferð lisið andakt í Útvarpinum. Hvussu ber tað til? - Tá gekk eg í studentaskúla. Vit høvdu ein lærara, sum skrivaði andaktir [...] sita í løgtinginum ein heilan dag í slipsi. So tey eru onkursvegna býtt um við poloskjúrtur. Men sjálvsagt eri eg í slipsi, tá eg haldi tað vera hóskandi at vera í slipsi. Títt yndisslips? - Í løtuni
biddaragongdin í royndini at fáa almennu myndugleikarnar í talu. Hóast væl vitandi, at tað ikki gevur úrslit, venda fólk ranguna út á sær sjálvum fyri at fáa avvarðandi myndugleikar at skilja, hvussu vánaligar [...] hevur staðið við og versnað í fleiri ártíggju. Kortini eru ikki útlit fyri, at almenna skipanin letst um vón. Vanliga siga vit, at ein triðingur av Føroya fólki býr í Havn. Stóra tilflytingin er heldur [...] ganga upp í eina hægri eind - 100 eru í somu støðu sum tit Eftir hetta kundi ein hugsað sær, at nú noyðist tað almenna at hjálpa til, men gakk. Alt meðan vit byggja tunnlar og kjakast um, hvussu gagnligt