Er tað nakað sum fólkið í Hesti ynskir so munnu tað vera góð viðurskifti við umheimin.
Í løtuni røkir strandfaraskipið Teistin siglingina um Skopunarfjørð, og leggur nakrar ferðir um dagin leiðina inn á Hest.
Nú er ætlanin um ein undirsjóvartunnil millum Streymoynna og Sandoynna komið fram aftur. Og hetta fylgja fólkið í Hesti sum vera man væl við í.
Fyri tey er eingin ivi um, at hetta er ein góð loysn fyri sandoyingar og fyri tey sjálvi.
- Fáa vit eisini samband við undirsjóvartunnilin, so kann bygdin vaksa aftur. Um ikki, - so verður verri, sigur Sanna Silvurstein.
Hon er sjálv ein av limunum í teirri serligu Kolturs-/Hestsnevndini, saman við m.a. Heðini Mortensen, borgarstjóra í kommununi.
Vilji og eykakostnaður
Í løtuni fer fram eitt kanningararbeiði, sum skal lýsa allar síður av málinum um eina komandi undirsjóvartunnil um Skopunarfjørð.
Fyribils metingar siga, at tunnilin verður um 12 km. langur, og at ein slík ætlan kann fremjast innanfyri eini átta ár. Kostnaðurin er mettur til millum 600 og 800 mió. kr.
Fyri hestsfólk er tann stóri spurningurin, hvar tunnilin kemur at liggja. Ymiskar loysnir hava verið frammi, men tað er kortini tann eina teirra sum hevur teirra størsta áhuga.
Henda eina ætlanin fevnir um, at tunnilin skal koma upp í Hesti, soleiðis at íbúgvararnir har fáa vegasamband bæði til Sandoynna og meginøkið.
Spurningurin er bara, hvat politiski viljin er til hesa loysnina og ikki minst, hvat eykakostnaðurin kemur at verða.
Hetta duga fólk helst eisini at síggja, men fyri tey er tað kortini ein spurningur um at halda lív í útjaðarinum við slíkum undirsjóvartunli.
Ella sum Sanna tekur til:
- Kemur tunnilin ikki til Hests, so hevur bygdin ikki nógv eftir!
Teistin ella einki
Í dag er støðan hon, at Teistin er einasta ferðasambandið hjá hestsfólki við umheimin.
Skuldi tað hent at undirsjóvartunnilin kemur ígjøgnum, og at hesin í øðrum lagi ikki kemur upp í Hesti, so duga fólk í bygdini væl at síggja avleiðingarnar av hesum:
So verður Teistin tikin úr sigling, tí tá er ikki tørvur á hesum farinum til Skopunarsiglingina. Viðkomandi spurningurin er tí, hvussu so verður við siglingini uppá Hest?
Hestsfólk bera tá ótta fyri, at Teistin ikki longur fer at sigla út í Hest, og at eitt minni skip fer at røkja hesa farleiðina ístaðin.
Eingin veit, hvat skip hetta kemur at vera. Men óhugsandi er ikki, at eitt lítið far á stødd við Súluna ella kanska Másan fer at sigla hagar.
Aftur til tað gamla
Verður ein slík loysn sett í verk, verður tað eitt stórt afturstig fyri samferðsluna hjá hestsfólki.
- Í dag fáa vit til dømis oljuna fylta í tangarnar úr einum oljubili. Men í framtíðini kann tí hugsast at vit aftur mugu til at rulla oljutunnur til húsini, sigur Sanna Silvurstein.
Hon vónar tí, at landsins myndugleikar og Tórshavnar kommuna fylgja ynskinum hjá fólki, soleiðis at tey eisini í framtíðini gerast og verða! partur av føroyska samferðslukervinum.
Hestur skal við
Fyrr í summar varð hildin kunnandi fundur í Hesti, har m.a. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn var við.
Á samkomu í bygdarhúsinum legði hann dent á týdningin av einum undirsjóvartunli.
Heðin segði:
- Eg haldi, at tað er natúrligt, at undirsjóvartunnil verður gjørdur til Hest, tá Sandoyartunnilin kemur.
- Tunnilin frá Hesti kann koplast upp í Sandoyartunnilin mitt á fjørðinum. Hetta er heilt vist nakað, sum býráðið fer at taka upp og arbeiða fyri, segði Heðin Mortensen.