Rannsóknirnar heima á Sandi av á hesum sinni

Tá bakkin fram við forna kirkjustaðnum á Sandi máaði í 2000, komu ymsar fornar búsetingar undan kavi. Síðan 2002 hava føroyskir og útlendskir fornfrøðingar kannað staðið, og í undanfarnu viku vóru tær seinastu rannsóknirnar gjørdar í ár. Tey hava ikki funnið nógvar lutir, men harafturímóti eini 150.000 djórabein, ið nú verða send til kanningar í New York

FORNMINNI
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo



Hetta var eitt blandað fólkaslag. Amerikanarar, írar, onglendingar  og føroyingar, sum riggaðu av hendan dagin, nú holini skuldu fyllast aftur við mold, so veturin ikki skal fara ov illa við teimum. Ein av norðurírsku fornfrøðingunum, ið tyktist vera raskastur at balla presendingar oman yvir holini í lendinum og taka sær av tí praktiska, segðist eisini hava roynt seg sum hermann í Irak, áðrenn hann var komin higar at grava út Undir Junkarinsfløtti á Sandi. So var tað ikki bara í hasum Indiana Jones-filmunum, at ordiligir menn við eini hægri tilgongd til fornfrøðina funnust í einum og sama persóni, hugsaði eg við mær sjálvum.
Tað hevur nevniliga gingið væl hetta summarið á Sandi at grava út. Áhugin millum manna hevur verið stórur, og m.a. Sandoyarstevnuni herfyri fekk almenningurin høvi at hyggja eftir útgrevstrinum.
Símun V. Arge, savnsvørður á Føroya Fornminnissavni, hevur drúgvar royndir í tílíkum rannsóknararbeiði, og hann hevur eisini verið við frá tí tey gravaðu út á Sandi longu seinast í sekstiárunum. Hann himprast ikki við at kalla teir mongu fyrndarbýlingarnar í bygdini eitt fornfrøðiligt keldusavn, og heldur varðveitingarviðurskiftini vera optimal.
Sandur hevur nevniliga við sínum víddum havt pláss fyri fleiri býlingum, og tí kundi tað undrað nógv, at kirkjan ikki stendur meira miðskeiðis í núverandi bygdini, enn hon ger í dag. Svarið upp á hetta er tó, at hetta er tann sætta kirkjan, fólk vita um, sum hevur staðið á hesum staði, og at hon tí áður hevur staðið mitt í bygdum øki. Hví fólk eru flutt haðani, er torført at siga, men ein orsøk kann vera foksandur. Tann elsta búsetingin, ið er funnin her higartil, er frá uml. 800 og tann yngsta frá uml. 1100.

Torfort at staðfesta

Hvørji hesi fólkini hava verið, og hvaðani tey eru komin, er tó trupult at svara í eini handavending, og um Føroya søga veruliga skal skrivast umaftur, sum róð varð fram undir í sjónvarpinum herfyri, er eisini meira enn ivasamt.
- Her eru nógvir leysir endar, sigur Símun V. Arge, tá Sosialurin vitjaði í seinastu viku, áðrenn tey riggaðu av fyri summarið og løgdu mold í aftur útgrevsturin. Tað merkir tó ikki tað sama sum, at ikki nógv úrslit fyriliggja, og m.a. er tað ein fyrimunur, at útlendskir serfrøðingar fáa høvi at samanbera føroysku úrslitini við aðrar rannsóknir.
Tað er nevniliga ikki bara sum at siga tað, at kanna tað, ið funnið verður. M.a. er nógv organiskt tilfar, m.a. plantuleivdir, funnið í onkrum av býlingunum, og út frá hesum ber til at kanna, hvørji djór tey hava havt, og hvat fólk og djór hava etið.
Tó kann tað sokallaða marine-árinið ávirka kolevniskanningar nógv, og hetta skal síðani kannast og rættast aftur við øðrum kanningum. Eisini er vert at minnast, at hundur og svín eta so at siga alt, og tí kunnu beinagrindir frá hesum djórum vera torførar at kanna. Tó eru nógv svínabein funnin, sum verða mett at vera frá í seinasta lagi 1200-talinum. Til samanberingar kann nevnast, at í Íslandi hava tey bert funnið svínabein, sum eru frá umleið ár 1000. Svín vóru vanlig á stórgørðum. Eisini hava svín etið havføði, men hesi svínini verða hildin at hava etið landføði.

150.000 djórabein til New York

Símun V. Arge leggur dent á, at tey, sum standa fyri útgrevstrinum á Sandi, á ongan hátt kunnu sigast at hava ta endaligu loysnina ella svar upp á allar spurningar um upphav føroyinga. M.a. hava fornfrøðingar í nógv ár roynt at definerað víkingaøldina, og nú eru tað tey, ið siga, at víkingaøldin byrjaði longu uml. ár 750, av tí at handilslívið blómaði í hesum tíðarskeiði, býarsamfeløg vóru, smærri kongaríki vórðu løgd saman, statir stovnaðir, og spurningurin er so, hvussu hetta ávirkaði Føroyar. Sambært tí fornfrøðiliga tilfarinum eru Føroyar bygdar um ár 800, men fólk kunnu vera komin higar áðrenn tað, sigur Símun V. Arge.
Tað eru ikki funnir nógvir lutir í hesum útgrevstrinum á Sandi. Ofta eru tað slíkir lutir, sum við sínum sniðum og mynstrum kunnu beina granskarar á rætta kós, tá metast skal um, hvørji fólk hava búð her, og hvørji tey vóru. Eisini er hetta hent, tá samanberast skal við fornminni í okkara grannalondum. Eingi mannabein eru heldur funnin í toftunum, og orsøkin er helst tann, at tey flestu munnu vera grivin í kirkjugarðinum.
Hinvegin er ein rúgva av djórabeinum funnin. Tilsamana hava tey funnið eini 150.000 djórabein. Hesi eru svínabein, seyðabein, fuglabein, fliður o.s.fr. Hesi eru øll savnað í plastikkposar og verða send til New York, har tey verða kannað á starvsstovum. Síðani er ætlanin, at tey skulu sendast aftur til Føroya. Nógv fleiri fuglabein eru funnin á Sandi enn í útgrevstrum í okkara grannalondum, har neyta- og seyðabein hava munin.
Símun V. Arge sigur, at hetta er fyrstu ferð, at vit hava sjálva kelduna til búskapin hjá fólkunum, ið hava búð her. Hvørjum tey hava liva av. Áður hava fornfrøðingar bert funnið amboð, men her sæst m.a., hvussu fiskurin er hagreiddur. Eisini eru funnin fleiri fuglabein í útgrevstrinum á Sandi enn aðrastaðni í Útnorði.


Fláirnar fjala fortíðina

Tað var í 2000, at bakkin máaði heima á Sandi, og búsetingarfláir komu undan kavi. Rannsóknir hava avdúkað upp til 2 metrar tjúkkar fláir. Fyrsta árið varð m.a. ein brosja úr bronsu funnin, og drotningin fekk eitt avrit av hesum prýðisluti, tá hon vitjaði í Føroyum í fjør.
Tað kann vera trupult at grava niður á búsetingarfláirnar, ið kunnu fjala seg einar tveir metrar undir fláum av foksandi. Tí er nútímans tøkni komin væl við, tí nú slepst undan at grava dýrar og langar veitir í lendið. Eitt nú eru dømi, at fornfrøðingar ikki hava mett øki í Sandsbygd vera egna til almenna nýtslu, tí fosfatinnihaldið í jørðini hevur verið so stórt, og gevur tað ábendingar um, at fólk og djór hava búleikast har.
Í øðrum londum verða gjørdar geofysiskar skrásetingar. Fleiri hættir eru tó, ið kunnu brúkast. Í samstarvi við ávikavist føroysku og bretsku og fyritøkurnar Munin og GSB Prospection eru gjørdar sonevndar resistivitets- og georadarmátingar, og fornfrøðingarnir vænta sær nógv av hesum úrslitunum. Grundað á hesi úrslit ber til at seta á at grava, har tað verður mett at vera áhugavert og úrslit kunnu spyrjast burtur úr. Nýggja tøknin er eisini góð til at miðla ella geva hesa vitan víðari til onnur, tá kanningarúrslitini eru klár at leggja fram fyri almenningin.
Týdningarmikið er eisini at fáa staðfest, hvar virðismikil fornminni goyma seg, og hvørji øki sandingar kunnu brúka til onnur endamál enn bert at varðveita fornminni. Sum onkur tók til í skemti, so fáa sandingar helst brúk fyri meira kirkjugarðsplássi um nøkur ár, og tað hevði nokk ikki verið so heppið, um teir noyddust til Skopunar í hesum ørindum.

Útlendsk fígging

Fornfrøðiligu rannsóknirnar í summar hava verið meira umfatandi enn undanfarin ár. Umframt at kanningar eru gjørdar í sjálvum Junkarinsfløtti, er bakkin har sum nevnt eisini kannaður. Eisini bakkin á Sondum er kannaður. Áður hava rannsóknirnar tíðarfest fláirnar á hesum støðum til elstu miðøld, men av Fornminnissavninum verður sagt, at helst eru tær upp aftur eldri.
Símun V. Arge vísir á, at talan er um mest umfatandi vísindaliga útgrevsturin, sum er gjørdur í Føroyum. Vanliga er bert talan um neyðgrevstur her á landi, tvs. tá fornfrøðingar kanna eitt lendi, áðrenn ein vegur kann leggjast ígjøgnum tað ella tað kann brúkast til onnur endamál.
Tað er í høvuðsheitum oljufelagið Anadarko, sum hevur stuðlað verkætlanini. Tað er Oljufyristitingin, ið skal góðkenna slíkan stuðul frá oljufeløgum, og í hesum føri var serliga lagdur dentur á, at slíkur útgrevstur helst fer at koma føroysku ferðavinnuni til góðar. Partar av stuðlinum til rannsóknina eru eisini komnir frá amerikanska vísindagrunninum The National Science Foundation og City University of New York Northern Science & Education Center. Harafturat hevur Smyril Line stuðlað.
Tað eru serliga fólk av universitetunum í Bradford og Durham, ið hava luttikið í grevstrinum. Sum ein tók til, so var áhugavert at kanna landnám í Føroyum, tí talan var um sokallað virgin landscape, tvs. at helst hevði eingin verið her áður enn tey, sum búsettust í Føroyum um ár 800. Í t.d. Írlandi hava fólk búð fleiri øldir fyri okkara tíðarrokning.
Nógv av teimum 15 fólkunum, ið tóku lut í útgrevstrinum, komu úr Hetlandi fyri ólavsøku, har tey í ein mánaða høvdu rannskað fornminni. Fleiri teirra eru starvsfelagar, ið seinastu nógvu árini hava samstarvað í t.d. Íslandi og Grønlandi. Harafturat fingu føroysk lesandi høvi at vera við í arbeiðnum. Tey kunnu sostatt samanbera Føroyar við onnur lond rundan um okkum, og hevur hetta nógv at týða fyri granskingina. Eitt nú eru svínabeinini frá útgrevstrinum á Sandi longu farin til aðrar verkætlanir, har DNA skal kannast.
Á Sandi búðu tey øll saman á Ísansgarði, og lótu tey væl at. Umframt at hetta var hugnaligt, var hetta eisini praktiskt, tá úrslit skulu kannast og faklig sambond knýtast.
Tey verða helst aftur at síggja á Sandi næsta summar.