sjálvstøðugt samfelag. ? Tosað verður um útbygging av Landssjúkrahúsinum, samstundis sum deildir standa tómar. Hvussu skal hatta skiljast? ? Nú hugsar tú helst sum so, at um Landssjúkrahúsið verður størri, so [...] við studningi frá føroyska samfelagnum. Havi ikki nakra greiða meining um, hvørt fólkaskúlin skal broytast nakað serligt fyri tí, um vit fáa fullveldið Føroyar. Hann skal undir øllum umstøðum mennast, og [...] hvussu vit fáa styrkt um føroyska tilfarið. Her má eisini gerast ein ætlan um, hvør tørvur er í føroyska samfelagnum og hvussu langa tíð tað fer at taka. Hetta liggur í prosessini, um vit skulu verða sjálvstøðug
kallar tú skiftistíð. Tú vísir ofta frá tær at tosa um lækkað livistøði við at siga, at tað er upp til okkum sjálvi, hvussu vit skipa samfelagið, tá vit hava tikið fulla ábyrgd av landinum. Heldur tú yvirhøvur [...] tað verður ikki ókeypis? Hetta veldst um, hvussu long skiftistíðin verður, og hvussu góða avtalu vit kunnu fáa við danir. Hetta snýr seg ikki bara um at rópa loysing á einum trappusteini og so at loypa út [...] verður avgerandi fyri, um livifóturin lækkar ella ikki í skiftistíðini er tað, sum vit sjálvi klára at framleiða - tað er har tað ríður um snarið. Tað sum er avgerandi fyri hesum er, um vit í skiftistíðini
sigur seg sjálvt, at tú Karl kundi ikki síggja hjann, tí tá svav Karl sjálvur sín østa svøvn. Man kann spyrja, hvat tókst tú við sjálvur, tá ið tú kundi hava tíð til at kontrollera um stjórin var til arbeiðis [...] ikki gloymt, men valdu at fyrigeva. Tú sigur, at pápi var stjóri í Trolkol við skrivstovu í Havn. Eg havi spurt meg fyri. Eingin veit um hesa skrivstovu. Hví lýgur tú eisini? Viðvíkjandi at Hjalgrímur á [...] í mína sál. Eg veit ikki, hvat Karl Jespersen hevði følt, um eg fór at spilla hansara foreldur út. Tað vil eg tó ikki ynskja tær, at nakar fer at gera. Tú kundi ikki náa pápa nú, men tú oyðilegði mær dagin
í Vági, har Rúni hevur traðkað sínar barnaskógvar. Og ikki sørt at tú helt teg hóma nakað av hesum djúpa, sterka og stórsligna, har tú stóð við sjóarmálan, meðan sólin fór í kav, og fjallarøðin gjørdist [...] fyri síðani at undirstrika huglagið í framførsluni við djúpum, høgum og ógvusligum tónum. Her var nakað, ið bar brá av kenslum og sum slapp út. Hóast Gustav Djupsjöbacka er spakur og lítillatin, so var [...] skrá, ið løgd varð fyri áhoyraran. Helst er hetta eyðkent fyri russiskan tónleik av hesum slag, eg veit ikki, men kundi hugsað mær, at tað oftast fellur í lut hjá bassangarum at syngja dapraru partarnar
sigur, at hann veit væl, at tað finnast útvarpsstøðir, ið hava ávísa kvotu, tá tað snýr seg um heimligan tónleik. ÚF hevur ikki nakran líknandi málsetning. ? Vit hava higartil ikki ásett nakað sovorðið mark [...] Hagtølini tala. Men tala tey satt...? Tónleikastjórin í ÚF Ove Olsen er ikki so sannførdur um, at alt ruggar rætt við tølunum fyri 1997, ið vísa, at umleið 83% av tónleikinum, ÚF spælir, er útlendskur [...] hósdagin, at hetta á leið svarar til tað, sum ÚF spælir av føroyskum tónleiki. Út frá hesum skuldi tú við øðrum ørðum hoyra átta útlensk løg, áðrenn eitt føroysk lag kom í føroysku luftina í 1997. Ove
Atli P. Dam Tað havi eg skilt soleiðis, at tað minni er um politikk Petur Mohr Dams, men meir um hann sum privatpersón og pápa. Um lívsins gongd í einum so politiskt merktum heimi, ja ein kann siga burturav [...] stað fram til 1948/49, hóast eina dundrandi lønarinflatión krígsárini. Pappa hevði tó fram um aðrar lærarar nakað av nevndarsamsýningum og bleiv í 1947 fólkatingsmaður, men kortini onki at vera rúmmiskur [...] tað kundi blíva ein ella onnur kautión. Hesi viðurskifti vistu vit børn væl um, tí foreldrini talaðu rættuliga opið við okkum um slíkt, og tað var helst ikki vanligt tá. Tí kann eg eisini fortelja, at tað
føri biður landsstýrið um óavmarkaðar heimildir at samráðast um lagnuna hjá øllum føroyingum og vit ána ikki, hvørjum úrsliti tað kemur heim aftur við. Javnaðarflokkurin hevur biðið um samstarv, men samgongan [...] niður at tingast um eina »vøru«, sum einans 25% ynskja sær, og heili 75% av fólkinum eru ímóti. Verða teir tiknir fyri fult? eg yvist. Lurtar tú eftir teimum almennu fjølmiðlunum, so fært tú ta fatan, at [...] bak upp á okkum í Javnaðarflokkinum, sum á landsfundi um 14 dagar m.a. skulu viðgera loysingina hjá samgonguni. Satt at siga so væntaði eg frið um hetta mál, til tað fráboðaða aðalorðaskiftið skuldi vera
arbeiði at verða flogterna. Tú kemur í samband við nógv fólk, og so kemur tú eisini runt til fleiri lond. Tó so, tey hava lítla tíð og onga orku til at fara og hyggja seg um, tá ið tey steðga á í einum [...] fyrimunur í vinnuni, um ein dugur okkurt annað mál. Haraftrat skal ein duga at svimja, tí hetta verður kravt í samband við neyðstøður og bjargingararbeiði. Tað er sjálvsagt eisini ein fyrimunur, um ein hevur arbeitt [...] Um summarið er altíð úr at gera í ferðavinnuni. Av hesi orsøk eru tað heilt fitt av summarstørvum til ung innan hesa vinnuna. Tað kann verða eitt nú sum tænari, hjálparfólk á gistingarhúsi ella ferðaleiðari
hugtakandi og hugvekjandi yrkingar - bæði um náttúruna og um kærleika - ja um lívið alt. Men tað, sum hann brendi fyri - ja tað, sum lív hansara mest snúðið seg um var næstrakærleiki og solidaritetur ímillum [...] eyðvaldismenninar. Hetta ræður um stríðið í síni heild. Sjálvandi veit søgan at siga frá hugspekingum millum eyðvaldsliðið. Hesir nýttu eyðvald sítt til veruliga at rúmka um lívsfrælsi hjá teirri ognarleysu [...] varð hildin á Tvøroyri 14. Og 15. August, segði Thomas Michael Smith hetta um P. M. Dam Inngangur Tað er so ómetaliga nógv at siga um Petur Mohr Dam. Tað, sum eg fyrst og fremst havi hug at minnast hann fyri
Ráðgevingina í talubólk eina ferð um vikuna í tveir tímar. - Tað verður skilt millum mál og talu. Málið er tað tú hevur innan fyri, hugtøkini tú hevur, og talan er mátin, tú úttalar orðini. Talutrupulleikar [...] familjur hava ongar máltíðir, har øll sita runt um borðið samstundis. Tað er ein spurningur um at velja. Eg royni ikki at geva foreldrum ringa samvitsku, eg veit, at tað eru foreldur, sum eru meiri úti enn [...] í hagan, fjøruna, í heila tikið at ganga úti og tosa við tey um tað tey síggja. - Regulin er, at jú meiri tú brúkar málið, jú betri verður tú til tað. Tað er somuleiðis ein góð regla, at vaksin lesa fyri