Dagfinn Olsen
Lat meg siga greitt, at eg, tá eg skal ummæla slíka framførslu, kenni meg ganga á sera ótryggari grund. Eg má viðganga, at millum plátur og fløgur mínar standa ikki verk hjá Sibelius, Tschaikowsky ella Rachmaninov, hóast onkur fløga við verkum eftir Mozart er ímillum.
Men Gustav Djupsjöbacka og Rúni Brattaberg hugtóku í Vágs Kirkju mánakvøldið og sigast má, at heilt fitt av fólki var og lýddi á. Har vóru bæði bygdafelagar og oyggjafelagar komnir at hoyra Rúna.
Hjá einum, ið ikki dagliga letur russiskar operufløgur ljóma í stovuni, er ikki lætt at siga stórvegis mergjað viðvíkjandi dygd. Eg fari tó at halla meg mótvegis innbiltum gehøri og instinkti. Jú, víst var framførslan mánakvøldið mergjað. Og tað er ein sera stór, sterk og djúp rødd, ið býr í Rúna. Eisini var stuttligt at síggja og hoyra finska pianistin Gustav Djupsjöbacka, ið leikti milt og blíttt, fyri síðani at undirstrika huglagið í framførsluni við djúpum, høgum og ógvusligum tónum. Her var nakað, ið bar brá av kenslum og sum slapp út. Hóast Gustav Djupsjöbacka er spakur og lítillatin, so var tað hann, ið hevði valdið á ljóðførinum og harvið áhoyrarunum.
Og Rúni sang og væl varð sungið. Tað var næstan, sum merkti ein djúpa bassin koma upp í gjøgnum gólvið aftanvert ryggfjølina á beinkinum. Hann hugtók okkum og fekk okkum at sveima, sleppa fatsa sambandinum, hóast tað aloftast vóru teir djúpu tónarnir, ið valdaðu. Til tíðir varð ein næstan sogin niður í beinkin av djúpdini, aðratíðir var alt aftur so leikandi lætt.
Framførslan var eisini flott á tann hátt, at Rúni sang tað mesta á russiskum. Vit áhoyrarar flestir skiltu ikki eitt orð, men stuttligt er at vita sær, at tað ger Rúni mestsum heldur ikki. Tó, sera væl frágingið og óivað flott russiskt. Soleiðis ljóðaði tað í hvussu er.
Men tað má sigast at vera ein døpur skrá, ið løgd varð fyri áhoyraran. Helst er hetta eyðkent fyri russiskan tónleik av hesum slag, eg veit ikki, men kundi hugsað mær, at tað oftast fellur í lut hjá bassangarum at syngja dapraru partarnar, leiklutirnar.
At enda sang Rúni tó tveir føroyskar sangir við lag eftir Regin Dahl. Og tað var, sum fagnaðu áhoyrararnir hesum enn meira, enn teir longu høvdu gjørt frammanundan. Tí óivað var gott við einum føroyskum íkasti, aftaná russisku sangirnar.
Rúni hevði eina megnar framførslu mánakvøldið, og hann varð heiraður við blómum og saman við Gustav Djupsjöbacka, ið eisini er lærari hjá Rúna, varð hann klappaður uppaftur. Teir endaðu síðani kvøldið við Mozart, og eftir góðan klokkutíma var hugaligt at trína út í góðveðrið í Vági, har Rúni hevur traðkað sínar barnaskógvar.
Og ikki sørt at tú helt teg hóma nakað av hesum djúpa, sterka og stórsligna, har tú stóð við sjóarmálan, meðan sólin fór í kav, og fjallarøðin gjørdist døkkari, og á ein hátt fekk hon eitt meira russiskt huglag hetta kvøld.
Í kvøld, mikukvøld, framføra Rúni og Gustav í Norðurlandahúsinum. Eg vil mæla øllum til at leita sær í húsið, tí Rúni er avgjørt førur fyri at hugtaka. Tær nýtist ikki at skilja russiskt ella at eiga operafløgur við hús, tí Rúni er førur fyri at føra teg burtur á djúpum, høgum og silkibleytum basstónum.
Eingin ivi um tað.