Hagtølini tala. Men tala tey satt...?
Tónleikastjórin í ÚF Ove Olsen er ikki so sannførdur um, at alt ruggar rætt við tølunum fyri 1997, ið vísa, at umleið 83% av tónleikinum, ÚF spælir, er útlendskur, meðan hini 17% er føroyskur tónleikur.
Hetta vísa annars hagtølini frá KODA. Av teimum 574.084 krónunum ÚF rindaði fyri nýtslurættin til tónleik, endaðu 98.812 krónur aftur í Føroyum. Hetta eru 17% av samlaða gjaldinum og stjórin í KODA Nils Bak segði í Sosialinum hósdagin, at hetta á leið svarar til tað, sum ÚF spælir av føroyskum tónleiki. Út frá hesum skuldi tú við øðrum ørðum hoyra átta útlensk løg, áðrenn eitt føroysk lag kom í føroysku luftina í 1997.
Ove Olsen er ikki so vísur í, at so er.
? Eg trúgvi myndin er meira samansett enn hasi tølini vísa, sigur hann og spælir bóltin víðari til KODA. Ove Olsen vísir á egnar royndir við, at hann hevur rapporterað føroyskar kompositiónir til KODA ? men viðkomandi tónaskald hevur kortini ongantíð fingið avrokning fyri at verða spældur í ÚF.
Og tað kann so útvarpið so ikki lastast fyri.
Betri í dag
Ove Olsen sigur, at hann veit væl, at tað finnast útvarpsstøðir, ið hava ávísa kvotu, tá tað snýr seg um heimligan tónleik. ÚF hevur ikki nakran líknandi málsetning.
? Vit hava higartil ikki ásett nakað sovorðið mark. Men líta vit aftureftir og so fram til dagin í dag, so ivist eg onga løtu í, at føroyski prosentsatsurin er støðugt vaksandi.
Ove Olsen vísir á, at fyri tíggju árum síðani hevði tað verið ein trupulleiki, um ÚF setti eina ávísa føroyska kvotu. Útgávurnar vóru tá nógv færri í tali, og tekniska støði var ikki á somu hædd sum í dag.
? Í dag kemur hópur av føroyskum tónleiki út, og nøkur stig kunnu sjálvsagt takast. Vit hava fingið eina redaktiónsskipan, har tað er lætt at síggja, hvat verður spælt hvørja viku í ÚF, og har kundi tað verið ein møguleiki hjá okkum heilt tilvitað at sett eitt nú onkra nýggja føroyska útgávu á listan.
Vil tað so siga, at programfólkini sjálvi avgera hvønn tónleik, tey spæla?
? Ja, tað vil tað stórt sæð siga. Innihaldið í sendingunum er teirra avgerð. Hinvegin hava vit í ávísum av okkara sendingum lagt dent á eitt nú norðurlendskan tónleik ? og harundir kemur føroyskur tónleikur eisini.
Ove Olsen vísir tó á, at velur ÚF at satsa upp á eitt ítøkiligt og ávíst tal av føroyskum spælingum, so leggur hetta eisini óbeinleiðis eitt trýst á tey, sum spæla velja tónleikin til ymsu sendingarnar.
Og hóast ábøtur eru hendar innan redaktiónella umsitingina seinastu tvey árini, so er ÚF enn ikki komið líka langt sum eitt nú Danmarks Radio.
Har er valið av tónleiki upp aftur meira automatiserað og koyrir eftir eini tekniskari skipan, sum ÚF ikki hevur enn. Teknikkurin ger tað sostatt lættari hjá DR at hava ein nágreiniliga skipaðan tónleikapolitikk, enn tað er hjá ÚF.
Har er tað framvegis einstøku programmfólkini, sum hava at kallað allan avgerðarrættin, tá ein fløga verður sett í spælaran ? føroysk ella ikki.










