talaði fyri, at stevnan skuldi leggjast, sum hon er løgd, sigur Símun Hammer. Skuldi Norrøna brúkast sum hotelskip, skuldi tað antin verða áðrenn ella eftir summarsiglingina, og skuldi stevnan haldast í heyst [...] arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarar framvegis royndu at semjast um nýggjan sáttmála. Tá okkara blað fór til prentingar var einki úrslit komið fram um samráðingarnar. ? Fara arbeiðarafeløgini í verkfall verður [...] vikuna, fer tað at órógva fyrstu altjóða fiskivinnustevnunaí Føroyum. ? Tað verður ómetaliga keðiligt, um vit fáa verkfall, men stevnan kann gjøgnumførast fyri tað. Tó fer eitt verkfall at ganga út yvir støðið
fleiri ár hevur minka um inntøkurnar og økt um útreiðslurnar hjá kommununum, uttan so mikið sum at spyrja kommunurnar um, hvat tær halda um hesi inntriv og fíggjarskerjingar. Besta dømi um niðurgeringina frá [...] stýrdur av seks borgarstjórum, sum hava valt seg sjálvan í stýri og teirra kommunuskrivarum. Ein skuldi trú, at eftir nøkrum árum vildi hesin felagsskapur haft eina ávísa ávirkan ella slagkraft, sum kom [...] fíggjarlig katastrofa fyri borgarar í tykkara kommunum. Stendur tað til landi, so skal sum mest leggjast á kommunurnar kosta hvat tað vil, hetta hevur jú verði parolan hjá landsstýrinum í øll árini. KSF
Benjaminsen og Halli Hansson. Spurningurin er hvussu nógv skal leggjast í hetta spælið, men um tað er nakað at ganga út frá, so verður talan um minst fimm broytingar til dystin móti Svøríki. Lars Olsen segði [...] ábendingar um broytingar í verjuni og á miðvøllinum. Jóhan Troest Davidsen er nýggjur í hópinum og vandi við. Atli Gregersen og Símun Samuelsen góvust stutt fyri venjingarenda, men talan er bara um fyribyrgjan [...] merktist á vøllinum. Móti endanum av venjingini stillaði Lars Olsen, landsliðsvenjari, eitt lið upp, sum skuldi verða í verjustøðu. Her hevði hann valt Jóhan Troest Davidsen í miðverjuna, Viljorm Davidsen á vinstra
og so er einki fyri at rætta døgurðan um lúnningina til bátin, sum liggur uttaná. Hann kókar til allar, sigur hann. Vit práta um leyst og fast, og Arthur fegnast um, at nú ber aftur til at fiska frítt við [...] háttur at finna út av, um soleiðis er. Tað er at fara at tosa við menninar. Og »mikið rigtugt«, sum gomul fólk viðhvørt enn taka til. Tað vóru suðringar, sum komnir vóru norður um at vinna sær nøkur oyru [...] hinir, sum komnir eru. Allir eru teir trongisvingar, sum komu hendan dagin. Teir vóru komnir norður um fjørðin mikudagin í seinastu viku. Dagin fyri illveðrið, sum legði partar av landinum lamnar. Men hjá teimum
av var ætlanin, at nýggi vegurin fyri tað mesta skuldi fylgja tí gamla vegnum. Eftir at hava mett um støðuna hevur landsverkfrøðingurin tikið avgerð um at leggja vegin innanfyri tjarnirnar. Hetta er gjørt [...] nógv fólk nýtir fríðtíðina um summarið. Tað hevði órógva, um ein stórur og breiður vegur varð lagdur ígjøgnum hetta økið. Finnleif Durhuus sigur, at teir mettu tað vera best, um vegurin varð lagdur innanfyri [...] innanfyri tjarnirnar. Onkur hevur borið ótta um, at nógvur kavi fór at leggjast á vegin, um hann var ov nær hamrinum, men hesum vísir Finnleif Durhuus aftur. Hann sigur, at teir við vilja hava lagt vegin høgt
sjálvt um hann hevði allar møguleikar at ávirka málið. Hvør ið tann loysnin varð, sum skuldi leggjast fyri tingið, veit eg ikki. Tað síðsta sum vit vita um málið er, at Jørgin Niclasen avtók lógina um gerð [...] eina aðra loysn, sum skuldi verða bíligari, men tann loysnin kom ongantíð. Landsverk gjørdi eitt uppskot um aðra loysn, sum kom í Fíggjarmálaráðið, og síðan skuldi málið leggjast fyri tingið á ólavsøku [...] sitið í samgongu og sum landstýrismaður síðan, og ein hevur ikki hoyrt eitt kis frá honum um hesa vegaføringina. Um hann meinti nakað við fyrispurningin, sum hann setti í 2014, so hevur hann havt ríkiligar
hjá lorvíkingum, sum ár um ár í stórum tali róðu út á Vattarnesi. Veðrið var soleiðis hendan dagin, at tað var ivasamt um farast kundi á Vattarnes, og í hvussu er var tað ivasamt, um tað bar til at fara úr [...] vóru bangnir um teir. Teir svóvu ikki alla náttina, men brúktu tíðina, meðan teir bíðaðu eftir Rasmus, at ríva fisk um. Hvør róður hjá føroyingum vardi umleið 12 tímar. Teir kundu fara avstað um 3-4 tíðina [...] tveir róðrar um samdøgrið. Úlfar mintist, at tað vóru upp til tíggju føroyskir útróðrarbátar á Vattarnesi. Føroyingar fóru ikki at nýta maskinbátar fyrr enn um 1927/28. Søgan sigur einki um, at tað var
eisini Smyril. Borgarstjórin sigur, at skuldi Smyril betalt fult havnagjald, var talan um einar 6.000 krónur um dagin, men hann sigur, at býráðið er sinnað at tosað um eina avsláttarskipan, av tí, at Smyril [...] 150.000 krónur til góðar hjá Landsverki fyri vatn. Tilsamans er talan um góðar 4.000 krónur um mánaðin. Vilja ikki betala fyri fjørðin Men hetta er ikki einasta ósemja ímillum Tvøroyrar Býráð og myndugleikarnar [...] fyri havnagjald, men Strandferðslan noktar blankt at betala. Og nú er talan um milliónaupphædd, sum partarnir eru ósamdir um og fyribils eru so vánalig útlit fyri semju, at alt bendir á, at tað eisini
gomlu har í húsinum høvdu eitt torveyga, harið torvið var serliga gott. Og tað mátti goymast. Skuldi ikki leggjast í bíleggaraovnin fyrrenn prestur kom. Gamli Sloan var eisini vanur at gista har. Og tað einu [...] mær frá, at Gamli-Lærari sum Kunoy varð kallaður, gekk hús úr húsi, og bað um undirskriftir, fyri at fáa foreldranna samtykkið um, at hann kundi læra børnini føroyskt. Frálæran var á trappusteininum við [...] styrk har tína sál, Her fæst kraft og áræði til at vinna mál. Eitt dømið um framburðin sóu vit ígjár. Svínoyggin er globaliserað. Um Gøta ikki er tað, so verður hon tað ivaleyst í næstu framtíð. Dagin fyri
verða skrivaðar til fánýtis, so fari eg kortini at koma við eini inniligari áheitan á býráðið um at hugsa seg um einaferð enn, tí hetta er onki minni enn halgibrot. Gamli kirkjugarður er ikki nøkur park. [...] Fyri nøkrum árum síðan var nógv umtalað í Dan-mark, at ein gamal kirkju-garður skuldi javnast við jørðina og ein handil leggjast omaná. Tað ljóðaði full-komuliga burturvið, og ætlanin varð mær vitandi eisini [...] Nicolina Dahl, Klaksvík ???????? Bæði Sosialurin og Dimmalætting hava í vikuni borið tíðindi um, at nú skal gamli kirkjugarður niðri í Vági í Klaksvík 'latast upp', sum tikið verður til. Málið hevur verið