Vandi er nú aftur fyri verkfalli á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Hesuferð eru tað portørar sum hótta við at leggja arbeiðið niður og at leggja bæði sjúkraflutning og annars alla portørtænastu, lamna.
Tað fara teir at gera upp á standandi fót og uttan áðra ávaring, verða teirra krøv ikki eftirlíkað.
Og tað kann vera nær sum helst, at tað hendir.
Stríð um portørar
Tað eru nú nakrir mánaðir síðani, at stríð tók seg upp um, hvørjum fakfelag portørarnir skuldu vera í.
Hesi síðstu 40 árini hava portørarnir í øllum landinum verið limir í Havnar Arbeiðsmannafelag. Men fyri nøkrum mánaðum síðani gjørdu nakrir portørar av at melda seg inn í Starvsmannafelagið.
Í løtuni eru umleið tveir triðingar av portørunum limir í Starvsmannafelagnum og ein triðingur er eftir í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Tí hevur Starvsmannafelagið nú kravt at sleppa at samráðast við Fíggjarmálaráðið um sáttmála fyri allar portørarnar.
Sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðsmannafelag um portørarnar, gongur út nú 1. oktobur og sostatt áttu samráðingar av røttum at byrja nú.
Og Starvsmannafelagið hevur nú um dagarnar boðað Fíggjarmálaráðnum púra greitt frá, at verða samráðingar aftur við Havnar Arbeiðsmannafelag um nýggjan sáttmála fyri portørarnar, fara portørarnir, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, at leggja arbeiðið niður upp á standandi fót og uttan aðra ávaring.
Kann forða fyri betri sáttmála
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, sigur, at hóast sáttmálaskeiðið er úti 1. oktober, er sáttmálin ikki sagdur upp.
Men hann sigur, at alt talar fyri, at hann verður sagdur upp til at fara úr gildi 1. januar.
- Fyrsta dagin er ætlanin at fara undir samráðingar við fíggjarmálaráðið um ein nýggjan sáttmála.
Og Hans Joensen letur ongan iva vera um, at Havnar Arbeiðsmannafelag fer ikki at siga samráðingarrættin frá sær.
- Vit hava havt samráðingarrættin í 40 ár og tann rættin fara vit ikki at sleppa, leggur hann dent á.
- Tað stendur fast, at tað vera vit, sum fara at samráðast um nýggjan sáttmála fyri portørarnar, leggur hann afturat.
Sostatt er hóttanin frá Starvsmannafelagnum um arbeiðssteðg so aktuell, sum hon fær verið.
Og formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag dylir ikki fyri, hvussu misnøgdur hann er við framferðina hjá Starvsmannafelagnum.
- Tað er langt úti hjá einum fakfelagi at leggjast á eitt øki, sum eitt annað fakfelag hevur havt í 40 ár.
Hann heldur eisini, at framferðin hjá Starvsmannafelagnum kann forða fyri, at portørarnir fáa ein nøktandi sáttmála.
Hóast tað eru vit, sum hava samráðingarrættin, kann støðan gera, at vit fara at himprast við at fara undir samráðingar um nýggjan sáttmála, fyri ikki at seta lív og heilsu í vága í einum verkfalli.
Hann sigur, at leggja portørar í Starvsmannafelagnum arbeiðið niður, er tað ikki ein trupulleiki hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, men eitt mál ímillum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið, sum eisini má loysast teirra millum.
Vánaligt samskifti
Men nú er tað ein meiriluti av portørunum, sum heldur vil vera í Starvsmannafelagnum. Hevði tað so ikki verið meiri demokratiskt av Havnar Arbeiðsmannafelag at latið meirilutan rátt og givið Starvsmannafelagnum samráðingarrættin?
- Tað haldi eg ikki. Portørarnir kunnu gjarna vera limir í tí felagi, teir vilja, men vit eiga samráðingarættin og honum sleppa vit ikki.
- Skuldu vit slept einum heilum samráðingarøki, kann tað ikki henda bara tí at nakrir portørar fáa aðrar við sær yvir í eitt annað felag. Skulu broytingar gerast, eigur tað at verða gjørt í góðum samskifti millum partarnar. Í hesum føri hevur verið arbeitt í tí dulda fyri okkum og tað er ódámlig framferð av einum fakfelag ímóti einum øðrum.
Hans Joensen leggur afturat, at honum vitandi, er tað ikki hent, at eitt fakfelag sigur eitt sáttmálaøki frá sær.
Hvat hendir so, skuldi tað hent, at Fíggjarmálaráðið eftirlíkar kravinum frá Starvsmannafelagnum?
- Tað fáa vit neyvan gjørt nakað við, sigur Hans Joensen.
Les eisini greinina greinina ”Umhugsa støðuna í Fíggjarmálaráðnum” og greinina “Taka portørar í størsta álvara”.