Venjing gevur ábendingar um broytingar

Føroyska landsliðið kom í dag til Svøríki og hevur havt sína fyrstu venjing. Hon gav ábendingar um broytingar í verjuni og á miðvøllinum.

 

Jóhan Troest Davidsen er nýggjur í hópinum og vandi við. Atli Gregersen og Símun Samuelsen góvust stutt fyri venjingarenda, men talan er bara um fyribyrgjan av smærri snuddum.

 

Venjingin var ein stutt og løtt venjing á einum heldur vátum vølli. Tað regnaði illa fyrrapartin og tað merktist á vøllinum.

 

Móti endanum av venjingini stillaði Lars Olsen, landsliðsvenjari, eitt lið upp, sum skuldi verða í verjustøðu. Her hevði hann valt Jóhan Troest Davidsen í miðverjuna, Viljorm Davidsen á vinstra bakk og Jónas Tór Næs á høgra bakk, meðan miðvøllurin varð mannaður av Súna Olsen, Fróða Benjaminsen og Halli Hansson.

 

Spurningurin er hvussu nógv skal leggjast í hetta spælið, men um tað er nakað at ganga út frá, so verður talan um minst fimm broytingar til dystin móti Svøríki. Lars Olsen segði eisini við portalin, at hann umhugsar at gera nakrar broytingar, men at tað ikki kemur av at nakar hevur spælt illa. Heldur er tað tí at hann ivast í, um menn klára at spæla tveir so krevjandi dystir upp á fýra dagar. Tað sóu vit millum annað móti Írlandi á Tórsvølli í fjør, tá okkara taptu 4-1. Tá høvdu vit fýra dagar frammanundan spælt ein branddyst móti Svøríki, men orkan tóktist ganga undan í seinna hálvleiki.

 

Jónas Tór Næs stríðist framvegis við at blíva klárur og vandi við, meðan onkrir spælarar hava smærri snuddir.

 

Venjingin var á Söderstadion, sum er heimavøllurin hjá Hammerby IF. Leikvøllurin er gamal og niðurslitin. Til komandi kappingarár skal Hammerby spæla á nýggja Tele2 Arena leikvøllinum, sum liggur fáar metrar frá núverandi heimavøllinum.