Verkfall fer at órógva

? Verður verkfall komandi vikuna, fer tað at merkjast á sølustevnuni, sigur Símun Hammer, projektleiðari fyri NAFF

 

Runavík: Fara arbeiðarafeløgini í verkfall komandi vikuna, fer tað at órógva fyrstu altjóða fiskivinnustevnunaí Føroyum.

? Tað verður ómetaliga keðiligt, um vit fáa verkfall, men stevnan kann gjøgnumførast fyri tað. Tó fer eitt verkfall at ganga út yvir støðið á stevnuni, sigur Símun Hammer, sum er projektleiðari fyri North Atlantic Fish Fair.

Hetta segði hann fyrrpartin í gjár, tá arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarar framvegis royndu at semjast um nýggjan sáttmála. Tá okkara blað fór til prentingar var einki úrslit komið fram um samráðingarnar.

? Fara arbeiðarafeløgini í verkfall verður vasking á gistingarhúsunum rakt, og somuleiðis kann tað fáa avleiðingar fyri busskoyringina millum Havnina og Runavík.

Spurningurin er eisini, hvussu tað verður við stevnuvøru, sum kemur til landið mánadagin.


Stríðast fyri stevnuni

North Atlantic Fish Fair er løgd ta ársins tíð, sum passar best til slíka stevnu.

? Vit royndu at taka øll viðurskifti við, tá vit ásettu dagarnar, og tað var nógv, sum talaði fyri, at stevnan skuldi leggjast, sum hon er løgd, sigur Símun Hammer.

Skuldi Norrøna brúkast sum hotelskip, skuldi tað antin verða áðrenn ella eftir summarsiglingina, og skuldi stevnan haldast í heyst, hevði hon komið í beinleiðis kapping við aðrar altjóða fiskivinnustevnur.

Møguligt verkfall varð eisini tikið við í myndina, men samanlagt var mai mánaði best egnaður.

? Tað verður sjálvandi ómetaliga keðiligt, um eitt verkfall kemur at órógva stevnuna, sum vit hava fyrireikað so leingi.

? Men vit mugu royna at halda stevnuna á so høgum støði sum gjørligt, og eg rokni eisini við, at framsýnarar og vitjandi fara at skilja støðuna, um eitt møguligt verkfall kemur, sigur Símun Hammer.