Vatnkríggj ímillum Tvøroyrar Býráð og Landsverk

Fyri at fáa eina reaktión, gjørdi Tvøroyrar Býráð av at skrúva kranan fyri, so at Smyril ikki slapp at bunkra vatn við bryggjuna á Trongisvágsfirði

Tvøroyrar Kommuna og teir myndugleikar í Havn, sum hava við siglingina hjá Smyrli at gera, svinga ikki serliga væl í takt.

Og støðan er nú so spent ímillum, at nú bendir alt á, at tað verður rætturin, sum má taka støðu til tvey trætumál ímillum Tvøroyrar Býráð øðrumegin og Strandferðsluna og Landsverk hinumegin.

Tað eru pengar, sum Tvøroyrar Býráð og Strandferðslan og Landsverk eru ósamd um.


Vatnkríggj

Tað seinasta er, at Tvøroyrar Býráð og Landsverk eru endað í einum rættiligum vatnkríggi.

Tvøroyrar Býráð góðtekur ikki, at Smyril bunkrar vatn á Tvøroyri, uttan at betala fyri tað.

- Tað kann ikki vera meiningin, at Smyril skal vera einasta skip, sum kemur til bryggju í Føroyum, sum ikki vil betala fyri vatnið, sigur borgarstjórin á Tvøroyri.

Tað er Landsverk, sum hevur ábyrgdina av havnalagnum á Krambatanga og býráðið hevur givið Landsverki loyvi til at binda í kommunalu vatnveitingina, so at havnalagið og Smyril kunnu fáa vatn.

- Vit hava onki ímóti, at Smyril fær vatn, men Landsverk skal betala fyri tað, sigur borgarstjórin.

Men eisini Landsverk heldur upp á sítt og herfyri kom tað hartil, at Tvøroyrar Býráð hótti við at skrúva kranan fyri, so at Smyril ikki fekk meiri vatn.

- Tað var einasti máti fyri at tvingað tey at reagera, sigur Kristin Michelsen.

Men Landsverk svaraði kontant aftur og legði málið fyri rættin og har fekk Tvøroyrar Býráð fútaforboð ímóti at skrúva kranan oman á Krambatanga fyri.

Men eitt fútaforboð er bara fyribils og fyri at fáa eina endaliga avgerð, skal Landsverk leggja málið fyri rættin og tað gjørdi stovnurin í farnu viku.

Í løtuni heldur Tvøroyrar Býráð seg eiga 150.000 krónur til góðar hjá Landsverki fyri vatn. Tilsamans er talan um góðar 4.000 krónur um mánaðin.


Vilja ikki betala fyri fjørðin

Men hetta er ikki einasta ósemja ímillum Tvøroyrar Býráð og myndugleikarnar í Havn.

Kommunan og Strandferðslan eru nevniliga eisini ósamd um, antin Smyril skal betala havnagjald ella ikki og hvør partur stendur við sítt.

Hesi seinastu árini hevur Tvøroyrar Býráð sent Strandferðsluni eina rokning fyri og aðra eftir við jøvnum millumbili fyri havnagjald, men Strandferðslan noktar blankt at betala.

Og nú er talan um milliónaupphædd, sum partarnir eru ósamdir um og fyribils eru so vánalig útlit fyri semju, at alt bendir á, at tað eisini verður rætturin, sum verður noyddur at skera ígjøgnum í hesum máli.

- Strandferðslan staðfestir, at tað er landið, sum eigur samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði og tí tvíheldur hon um, at hon eigur ikki at betala havnagjald fyri Smyril fyri at liggja á Trongisvági, sigur Kristin Michelsen.

Men her er Tvøroyrar Býráð ósamt, tí býráðið sigur, at innanfyri havnamerkini eiga øll skip at betala havnagjald, eisini Smyril.

- Vit halda ikki, at hetta hevur nakað sum helst at gera við, hvør eigur sjálvan bryggjukantin, tí innanfyri havnamerki, eiga øll skip at betala, eisini Smyril.

Borgarstjórin sigur, at skuldi Smyril betalt fult havnagjald, var talan um einar 6.000 krónur um dagin, men hann sigur, at býráðið er sinnað at tosað um eina avsláttarskipan, av tí, at Smyril brúkar havnina so nógv, men í øllum førum er talan um milliónaupphædd, sum liggur í klemmu.

- Men Strandferðslan er hvørki at høgga ella stinga í og støðan er nú tann, at málið er á veg í rættin til støðutakan.

Nakað síðani vóru Tvøroyrar Býráð og Strandferðslan bæði í Føroya Rætti og Landsrættinum, eftir at Strandferðslan ikki vildi góðtaka, at Tvøroyrar Býráð hækkaði havnagjaldið hjá Smyrli á gomlu havnina á Drelnesi, men tað málið tapti kommunan.

Les eisini greinina: Føroya Rættur vera dómari í vatnkriggi