Verjur kommunusamskipan Føroyar (KSF) allar sínar borgarar ella bert áhugamál hjá stýrinum?

Hesin felagsskapur, sum skal eitast at umboða tveir triðingar av øllum íbúgvum í Føroyum, hevur nú lati seg hála eftir hárinum av landinum, í fleiri ár.

KSF stýringin
KSF er stýrdur av seks borgarstjórum, sum hava valt seg sjálvan í stýri og teirra kommunuskrivarum. Ein skuldi trú, at eftir nøkrum árum vildi hesin felagsskapur haft eina ávísa ávirkan ella slagkraft, sum kom teimum borgarum til góðar, sum hava valt hesar borgarstjórar, men hetta er tíverri ikki so.

KSF ávirkanin
Hon er lítið og einki verd, okkurt skriv er sent til landsstýrið, sum í fleiri ár hevur minka um inntøkurnar og økt um útreiðslurnar hjá kommununum, uttan so mikið sum at spyrja kommunurnar um, hvat tær halda um hesi inntriv og fíggjarskerjingar.
Besta dømi um niðurgeringina frá landinum er, tá sjálvur løgmaður alment kemur fram og sigur, at kommunurnar einki skulu merkja til skerjingar, meðan veruleikin er beint øvugtur.Hetta vita teir seks borgarstjórarnir fullvæl.
Tá í leiðarin í einari samgongu trínur alment fram og sigur ósatt, hvørjum skalt tú so trúgva?- ja, tú kanst so ikki trúgva nøkrum av hansara monnum.

KSF eigur at mótmæla nógv meira.
At koma við einum lítlum "pippi" nú barnaverndarøki blívur slongt í høvdi á kommununum er alt ov neyðarsligt. Verði ikki so uppgevandi, lat landi eiga øki.
Hvørki KSF ella landi vita hvussu yvirtøkan skal gerast, hvørki umsitingarliga ella fíggjarliga og tí blívur hesin lesturin ein fíggjarlig katastrofa fyri borgarar í tykkara kommunum.
Stendur tað til landi, so skal sum mest leggjast á kommunurnar kosta hvat tað vil, hetta hevur jú verði parolan hjá landsstýrinum í øll árini.

KSF politiskur?
Onkur kundi fingið tann óhugnaliga tankan, at felagsskapurin ikki gjørdi so nógv um seg mótvegis landsstýrinum, tí politisku litirnir í felagsskapinum og í landsstýrinum eru identiskir, men vónandi er tað ikki so.