hann enntá til reiðar at leggja uppskot fyri tingið um misálit løgmann. Støðan er einki broytt í so máta. Eg dugi ikki at síggja, at henda samgongan er før fyri at stýra landinum framá, tí hon hevur ongan [...] konur tosa hvør í sína ætt. Tí er tað heilt skilligt, at vit fara ikki hjálpa samgonguni at verða verandi. Tað er er so heilt sjálvsagt, at Tjóðveldisflokkurin ikki fer at bjarga politiska lívinum á [...] undir við málum, sum Tjóðveldisflokkurin hevur hildið hava verið skilagóð Tað dugi eg slett ikki at síggja. Hatta er tað reina tvætl, hóast Tjóðveldisflokkurin altíð roynir at føra uppbyggjandi politikk
hesaferð bert Bach. Bach er í einum flokki fyri seg, tá talan er um kórtónleik, og enn leita tónaskald aftur til hansara flogvit, tá fyllast skal á hugflogið. Havnarkórið vinnur altíð við tí eyðkenda klanginum [...] jólarenning. Ólavur og aftur Ólavur Tað er eingin endi á tí, ið hesin maður kann seta í gongd. Í so nógv við hvørt kanska, men í hvussu er býr í hesum manni orka og ágrýtni, sum kann vekja sjálvt aldargamalt basalt [...] hevði ikki gjørt verri. Tórshavnar Kamarorkestur Hóast minni ásýniligur í landslagnum enn felagin á kórmótinum, so eiga vit ikki at fara skeiv av Kanny Sambleben, tá um kamartónleik ræður. Tað er gleðiligt
? Ein stjórn er sum eitt orkestur. Hvør einstakur tónleikari kann ikki spæla tónleikin, sum honum tykir best? Hesi orðini hjá harold Wilson, sum Jóannes Eidesgaard læs í Dimmalætting nú um dagarnar, heldur [...] Petur í Grund er offraður vegna manglandi politiskt mótspæl. ? Hann hevur ikki fingið tað mótspælið, sum hann nátúrliga átti at fingið frá feløgum sínum í samgonguni. Men tað er heldur ikki so løgi, heldur [...] at havt mist høvdið politiskt fyri at hava lagt niður Skotlandsrutuna. Men var ein dugnalig leiðsla í Tinganesi, so var Sámal Petur í Grund ikki komin soleiðis fyri, sum hann gjørdi nú, heldur Jóannes
hetta verður gjørt fyri at fáa frítíðarútróðrarmenninar burtur. Hví ikki siga sum er? Tað landsstýrið vil, er at steðga øllum útróðri. Um útróðrarmenn skulu skattast av 100% ella av 85%, er so at siga líka [...] jólum, um ongin inntøkutrygd er. Sagt verður í lógaruppskotinum, at tað er gjørt fyri at fáa frítíðarfiskimenn burtur frá útróðrinum. Teir sum smíða hetta lógaruppskot hyggja ikki eftir tí at okkara tingmenn [...] leggjast fyri tingið um at skerja forvinningin til útróðrarmenn. Útróðrarmaðurin hevur altíð verið tann lægst lønti í samfelagnum, so tað er løgið at landsins kosnu menn nú leggja eftir hesum monnum, sum fr
starvinum, sigur Niels Pauli Danielsen, at tað altíð er harmilgt fyri landið, persónar og flokkar,tá slíkt hendir, men at hann annars ikki veit so nógv umtað, sum er farið fram í Tinganesi, til at hann kann [...] KrF, at tað er rættari at hava eina skipan, sum tann í Noregi, har tingið og stjórn verða vald fyri fýra ár. Landsstýrið og tingið - Fær Landsstýrið ikki meirluta í tinginum, so má tað gera sum tingið áleggur [...] teimum. Vil Landsstýrið ikki tað, so er bert at útskriva val, sigur Niels Pauli Danielsen. Spurdur, um KrF ikki heldur tað vera lokkandi, um flokkurin fekk í boði landsstýrissess, fyri at fara í samgongu,
ein av sínum landsstýrismonnum spurdu vit hann, um hann ikki er lopin framav! - Tað er løgmaður avgjørt ikki. Tað er vert at undirstrika, at tað er uppgávan hjá løgmanni at meta um, um ein landsstýrismaður [...] fíggjarliga støðan í Føroyum ger, at tað er møguligt at fara undir eitt slíkt stórt projekt nú. Tíðin er ikki búgvin. Føroyaska samfelagið er ikki til reiðar. Men tá tíðin er búgvin til tað, so vil eg fegin seta [...] virka fyri. - Men var tað ikki nettup hetta, sum Sámal Petur í Grund legði fyri samgonguna? - Hann skuldi fyrst verið komin í tankar um tað sambandið, sum vit hava og bøtt um tað. Hetta sama er galdandi
ofta hugsað um. Tað er ikki tað, at her bara búgva einglar, fólkið er ikki betri enn onnur fólk. Náttúran er vøkur, men tað er heldur ikki bara hon, sum fær meg at trívast so væl her. - Tað hevur nakað [...] tíðindi, tí Henning Bøgesvang er era væl lýddur sum prestur, tí hann altíð er við tí góða orðinum og er so positivur. Men Henning Bøgesvang sigur ikki Føroyum farvæl fyri allar tíðir. Hann hevur fingið [...] líka so nógv tey, sum eru sjúk og ernast aftur, sum hann vitjar tey, sum ikki hava so langa tíð eftir. Hann er varin, tá hann vitjar, pressar seg ikki inn á nakran. Hann vitjar fyri at vera saman við fólkunum
Heygum er fyri uppskotinum hjá John Petersen, landsstýrismanni um minstavinnig til útróðrarmenn. Bjørn á Heygum sigur, at sum skipanin er í dag, er hon heilt óhaldbar og ómoralsk. Tað hongur ikki saman [...] teimum sonevndu frítíðarfiskarunum, sum troyta skipanina, til lívs. Vit skulu hava eina skipan til teirra, sum veruliga hava útróður sum inntøku og ikki ítriv. »Tann, sum ikki tekur undir við hesum uppskotinum [...] heldur ikki, at tað er nakar vinningur í at hava ein útróðrarflota, sum fær meira í almennum studningi, enn hann skapar av virðum í landinum. Og tað er har, vit eru í dag. »Vit hava ikki brúk fyri fólki
um er víst á kortum. Yvirlit yvir firvaldar Seinastu 10 árini hevur tann í Føroyum føddi Aarhus-tannlæknin Svend Kaaber savnað firvaldar her á landi. Tað er eydnast honum at finna 51 sløg, sum ikki eru [...] hjá sandmaðki, sum eisini legst á seið. Mysidur ? krabbaverur Biofar verkætlanirnar hava havt við sær, at Føroyar hava fingið eina fasta havlívfrøðiliga granskingarstøð í Kaldbak, sum er av alstórum týdningi [...] Føroyum. Fróðskaparrit kemur út einaferð um árið, og tað árliga haldaragjaldið er kr. 165. Í leysasølu er kostnaðurin kr. 195 fyri ritið. Nýggir haldarar kunnu tekna seg á Setursskrivstovuni, handan Á 5, 100
einaferð vera, sigur Páll Arge í FC, sum skipar fyri Songrøddkappingini, og eisini hevur gjørt tað síðani kappingin byrjaði fyri fleiri enn 15 árum síðani. Kappingin altíð væl umtókt Hóast nakað av óvissu [...] kappingini komu fleiri avboð, og tí var talið ikki so høgt. ? Tað kann vera, at fólk ikki rættiliga hava dirvið til at vera við í kappingini, tá kvøldið nærkast og tað er sligið stórt upp, men soleiðis vil tað [...] møta altíð væl upp. Songrøddkappingini er blivin til eitt kvøld, har tú bara fert, sjálvt um kanska onnur tiltøk eru nærhendis, heldur Páll Arge. ? Vit hava fleiri ferðir havt kapping sama kvøld, sum kendir