Minstiforvinningur

ella inntøkutrygd hjá útróðrarmonnum

Lógaruppskot skal nú leggjast fyri tingið um at skerja forvinningin til útróðrarmenn.

Útróðrarmaðurin hevur altíð verið tann lægst lønti í samfelagnum, so tað er løgið at landsins kosnu menn nú leggja eftir hesum monnum, sum frammanundan eru lægst løntir.

Nú hevur hann ligið tráður av landsynningi í 14 dagar og ongin av teimum minnu útróðrarbátunum er sloppin til útróðrar. Nú stundar til jóla og í jólatíðini hava øll brúk fyri peningi, men um veðrið verður líka ólagaligt í des. sum tað hevur verið seinnu helvt av nov., so verður svangligt hjá útróðrarmanninum á jólum, um ongin inntøkutrygd er.

Sagt verður í lógaruppskotinum, at tað er gjørt fyri at fáa frítíðarfiskimenn burtur frá útróðrinum. Teir sum smíða hetta lógaruppskot hyggja ikki eftir tí at okkara tingmenn hava tvinnar og trinnar inntøkur og at almennir stjórar hava løntar nevndarsessir í fleiri fyritøkum.

Um inntøkutrygdin hjá útróðrarmonnum skal skerjast, so skulu vit eisini fara inn at kanna okkara tingmannaflokk. Um ein tingmaður hevur eina inntøku, sum er meira enn 9.800,- kr. uttan um tingmannalønina, so skal henda falla burtur.

Hvat siga tingmenn til tað?

Um ein bátur hevur fingið 84 fiskidagar tillutaðar og ein dagur telur sum mynstringardagur, so kann henda at ein útróðrarmaður bert tjenar 50.000,- kr. árliga.

Tá nú tingmenn skulu viðgera inntøkutrygdina hjá útróðrarmonnum, so má einhvør tykkara taka í egnan barm og sammeta tykkara egnu løn við tað ein miðal útróðrarmaður hevur í árligari inntøku. Um ein maður við stórari inntøku skal viðtaka eina lóg, sum skerjir teir lægst løntu í samfelagnum, so hava vit eitt diktatorstýri.

Hvat sigur landsstýrið til eitt endurgjaldskrav frá útróðrarmonnum í sunnaru helvt av Suðuroy? Útróðrarbátarnir har suðuri hava ikki dripið livandi, tí fiskileiðir teirra hava nú í langa tíð verið bombarderaðar av seismikki. Skulu hesir menn fyrst missa møguleika at fáa fisk og síðan missa inntøkutrygdina???

Sagt verður, at útróðrarbátar hava havt størri gjald úr lønjavningargrunninum í bestu fiskitíð. Hava landsstýrismenn stýrt seismikkskipunum uttan um útróðrarøkini í hesi bestu fiskitíð???

Sagt verður í lógaruppskotinum, at hetta verður gjørt fyri at fáa frítíðarútróðrarmenninar burtur. Hví ikki siga sum er? Tað landsstýrið vil, er at steðga øllum útróðri.

Um útróðrarmenn skulu skattast av 100% ella av 85%, er so at siga líka feitt, tá inntøkan er so lítil sum 50-70.000 kr. árliga. Men hetta er tó ein lítil glotti hjá langfarafiskimonnum, hóast tað ikki ger tað, at burturfluttir fiskimenn aftur flyta heim. Tað skulu størri bollar í súpanina, um fiskimenn, sum eru fluttir undan stóra skattatrýstinum, skulu koma aftur.


Fiskimaður