barnaheimi í India, og í august í fjør kundu vit fara eftir henni. Vit fingu hana 26. august og komu aftur til Danmarkar 8. september. Hetta var sera long tíð at koma ígjøgnum, men frá tí vit gjørdu av at ættleiða [...] roynt at fáa børn upp á tann vanliga mátan og síðani við hjálp frá heilsuverkinum. Tá hetta ikki eydnaðist, kom ættleiðing upp á tal, sum eitt natúrligt framhald í royndini at økja um familjuna. Nýklaktu [...] Sighvatsson og vísir á týdningin av at vera ein góð fyrimynd. - Vit síggja, hvussu skjótt hon tekur upp eftir okkum og ger tað sama. Tí ert tú sum foreldur noyddur at siga klárt nei, tá tú meinar nei ella øvugt
Bartal kundi økja til 3-0, eftir at Nenad Saric var farin um koll. Og gott korter seinni kom so triðja málið, tá trunkaspæl spurdist burturúr inni í Skála-brotsteiginum, eftir at Frank Poulsen hevði sent [...] ímóti endanum kom eisini Høgni Zachariassen á máltalvuna. Tað fyrra fekk hann fimm minuttir fyri tíð eftir enn eitt gott hornaspark frá Frank Poulsen, og tveir minuttir seinni var Høgniu aftur á blettinum [...] maðurin, sum var upphavið til 1-0 málið, sum var tað einasta fyri steðgin, tá hann smekkaði til úr langari frástøðu, men rakti ein verjuspælara hjá mótstøðuliðnum, so bólturin broytti kós og endaði í málinum
hesaferð málið hjá gestinum, eftir at hava fingið eina sending frá slovakanum, Radek Sloncik. Tað, sum eftir var av dystinum, royndi hvørgin partur rættiliga at fara eftir sigrinum, og tí hendi ikki tað [...] Í nógva vindinum á Svangaskaði, eydnaðist KÍ at fáa javnleik ímóti ungverska liðnum, Újpesti, í UEFA-Cup- kappingini. Dysturin endaði 2-2, eftir 1-1 í hálvleikinum. KÍ spældi fult upp við ungverska mó [...] skal sjálvsagt hava tíð at venja seg við undirlagið í Føroyum, og nýggju liðfelagarnar úr KÍ, men nú hevur hann verið í Føroyum í skjótt ein mánað, og innan ikki alt ov langa tíð, verður hann noyddur
Vilmund hevur búð í eini íbúð á Mýruni 6 í nógv ár – og har hevur hann trivist sera væl. Fyri langari,langari tíð síðan var á ljóði, at vegna sopp á Mýruni 6, so skuldi hann-og onnur- flyta. Og so bleiv. Hann [...] Hendan flytingin varð tó útsett ferð eftir ferð. Í seinastu viku, eina viku undan vali, flutti hann so aftur – hesaferð út í Torfinsgøtu í Havn. Hóast stutt tíð er frálíðin, tykist hann at vera fallin [...] pelar(prestar) og treivst sera væl. Hetta var ein sera týðandi táttur í lívi hansara. MEN, stutt eftir at hann fylti 70, var ongin møguleiki meir á Verkstaðnum. Hetta neit honum fast. Hann hevði jú somu
eini tíð síðani, hevði hann stríðst við krabbamein, men hevði vunnið á sjúkuni, og hevði tað nú gott í allar mátar. Men vit mugu bert ásanna, at deyðin hyggur ikki at tonnunum og spyr ongan eftir, tá ið [...] besta aldri, varð tikin frá okkum. Fyri góðum 67 árum síðani andaðist mamma okkara bert 34 ára gomul. Eftir sat pápi okkara , Jógvan á Støðini, somuleiðis 34 ára gamal, við trimum móðurloysingum 0 ár, 4 ár [...] náttúrlig viðurskiftir við mínar upprunaligu brøður, eins og eg hevði við míni fostursystkin. Og tað eydnaðist væl, vit hava altíð havt góð viðurskiftir og følt okkum knýttar, hvør at øðrum. Um 60 ára aldur
hevði spælt gott og væl tveir dystir, síðani hann kom fyri seg eftir skaða. Avrikið á vøllinum tosaði fyri seg, men kortini staðfesti Holst eftir dystin, at formurin kanska ikki var heilt so góður, sum hann [...] slíkt, sum tú gloymir viðhvørt, og í dag gloymdi eg tað eitt sindur, segði Christian Lamhauge Holst eftir dystin. Moyrur ella ikki, so rann og tacklaði Christian seg enn longur inn í føroysku fótbóltshjørtuni [...] vil helst renna, tá vit hava bóltin. Hetta var ein dystur, har tit megnaðu at skapa tykkum pláss og tíð til at seta nøkur kontra-álop ígongd. Kendu tit alt fyri eitt á tykkum, at hetta var ein dystur, har
Hetta var eftir fyrsta túrin á árinum hjá sluppunum undir Íslandi. Hyggja vit aftur á hesa stevnu, so eru tað tey allarfægstu, ið upplivdu hana, ímillum okkum í dag. Sluppirnar eru fyri langari tíð síðan skiftar [...] samfelag. Øll tey tiltøkini, ið Klaksvíkin hevur at bjóðað, verður samskipa av eldsálum, ið seta nógva tíð og orku av, og er hetta fyrst og fremst fyri at gleða og hjálpa øðrum. Norðoyastevnan er so sanniliga
EBS/Skála leguni, eftir at tað ímóti øllum tí sum tað eftir stóran tíma kundi roknast við, eydnaðist at vinna steypafinaluna ímóti HB. 34 minuttir vóru farnir, tá ið Silja Johannesen sá reytt, eftir at hon á strikuni [...] Heidi Sevdal og serliga Milja R. Simonsen høvdu fleiri møguleikar at leggja HB framum, men tað eydnaðist ikki. So var tað, at Margunn Lindholm, sum alla tíðina var ógvuliga eyðsýnd, skoraði sigursmálið [...] men aftur bjargar Anna Sunadóttir Hansen. 79) 2-1 Milja R. Simonsen er aftur tætt við, tá ið hon eftir framlegging úr vinstru og við høvdinum setir bóltin framvið málverjanum, men bólturin fer eisini framvið
at taka bóltin til sín og hyggja seg um, og tá eydnaðist tað nakrar ferðir føroyingunum at spæla seg í góðar støður. Heimamenninir vóru ikki so grammir eftir steðgin, sum teir vóru í fyrra hálvleiki. Klæmint [...] ofra seg totalt í verjupartinum, og eftir fleiri blokeringar endar tað við, at Gunnar Nielsen bjargar til horna. 92) 2-0 Aserbadjan vinnur horna í høgru, men eftir langskot endar tað við føroyskum málsparki [...] Fyrstu løtuna eftir steðgin hevur føroyska liðið víst betri hugburð og avrik enn í fyrra hálvleiki. 50) 2-0 Fínt føroyskt uppspæl í vinstru, har Kaj Leo í Bartalsstovu er sentralur. Eftir innlegg smekkar
vórðu skorað eftir deyðbóltsstøður. KÍ plagar at vera so sera sannførandi í verju, tá ið mótstøðuliðið hevur dryðbóltsstøður. Soleiðis var ikki í kvøld, tí Zalgiris skoraði bæði málini eftir horna úr vinstru [...] fyrra varð skorað fimm minuttir undan steðginum eftir horna úr vinstru. Tað seinna varð skorað í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat. Aftur var tað eftir horna úr vinstru. Klaksvíkingar eru øgiliga vónbrotnir [...] lagdir aftrat. 44) 0-1 So var aftur tætt við eftir uppspæl í vinstru og innlegg, men KÍ verjan megnar at beina bóltin burtur. 40) 0-1 0-1: Liviu Antal Eftir horna úr vinstru verður bólturin við fremra stólpa