Fótbóltur
Eitt av føroysku ivamálunum undan dystinum var, um dystarvenjingin hjá Christiani Holst Lamhauge var nóg góð, nú hann bert hevði spælt gott og væl tveir dystir, síðani hann kom fyri seg eftir skaða.
Avrikið á vøllinum tosaði fyri seg, men kortini staðfesti Holst eftir dystin, at formurin kanska ikki var heilt so góður, sum hann eigur at vera.
- Tað er kanska láturligt hjá mær júst nú at siga, at eg ikki eri í form. Men beinini hjá vóru moyr longu undan dystinum, og tað eru tey í so nógv størri mun nú. Men tað er slíkt, sum tú gloymir viðhvørt, og í dag gloymdi eg tað eitt sindur, segði Christian Lamhauge Holst eftir dystin.
Moyrur ella ikki, so rann og tacklaði Christian seg enn longur inn í føroysku fótbóltshjørtuni, men hetta var nú ikki nakað, sum hann hevði so øgiligan hug at nema við sjálvur.
- Nærdystir veit eg ikki. Tað er ikki tað, sum eg geri mest við. Men eg hevði bóltin rættiliga nógv, og so noyðist mann jú eisini at renna. Sjálvur havi eg tað í øllum førum soleiðis, at eg vil helst renna, tá vit hava bóltin.
Hetta var ein dystur, har tit megnaðu at skapa tykkum pláss og tíð til at seta nøkur kontra-álop ígongd. Kendu tit alt fyri eitt á tykkum, at hetta var ein dystur, har tit kundu skapa eitt úrslit?
- Fyrstu løtuna haldi eg, at vit eru darvaðir av nógva vindinum. Og eg veit ikki, um vit hava nakað álop fyrstu 10 minuttirnar. Men vit fáa fatur á rætta endanum, og so fáa vit brádliga nøkur góð álop. Tað er jú tað, sum vit altíð royna, og tað eydnaðist so í dag.
Hetta er fyrsta stigið, sum tú hevur verið við til at spæla heim til Føroya. Er tað ein lætti at fáa staðfest, at dystirnir eisini kunnu koppa okkara veg av og á?
- Sjálvandi. Tað er altíð ein góð kensla at skapa nakað óvæntað, og tað er fantastiskt. Vit hava jú verið nær við nakrar ferðir. Vit vita eisini, at vit skulu hava eitt sindur av hepni við okkum, og tað høvdu vit í dag. Teir hava nokk fleiri møguleikar enn vit, og Jákup stendur ein frálíkan dyst. Og so kláraðu vit onkursvegna at toga tað heim hesaferð.
Og eru tit til reiðar at gera eitt nýtt hál um fýra dagar?
- Tað royna vit í øllum førum av øllum alvi, segði Christian Lamhauge Holst leygardagin.










