ÆTTLEIÐING
»Ein urtagarður uttan blomstur er ongin urtagarður. Eitt hús uttan børn er ikki eitt hús við lívi í«. Soleiðis tekur Sigrid Sighvatsson – sum er ættað av Skála, men í nógv ár hevur búð í Danmark – til, tá hon skal seta orð á, hvussu stór gleðin í familjuni gjørdist, tá hon og maðurin, Kartin Leitistein Hansen úr Runavík, umsíðir fingu fyrsta barnið í húsið.
Sarah, sum nú hevur eftirnavnið Sighvatsson Hansen, kemur heilt úr Suðurindia úr býnum Chennai. Um okkara leiðir betri kendur undir fyrrverandi býnavninum, Madras.
- Børn eru heilt unik, og hetta hevur gjørt lív okkara til nakað heilt serligt. Og sjálvt um tað ber til at liva uttan børn, so hevur tað gjørt lív okkara nógv, nógv ríkari, sigur Sigrid Sighvatsson.
Familjan búði fyrstu nógvu árini í Århus, men eru síðani flutt longur suður á Eysturjútlandi til Hou við Odder, har tey hava bygt sær eini sera snotulig hús.
Sum onnur pør hava Sigrid og Kartin roynt at fáa børn upp á tann vanliga mátan og síðani við hjálp frá heilsuverkinum. Tá hetta ikki eydnaðist, kom ættleiðing upp á tal, sum eitt natúrligt framhald í royndini at økja um familjuna.
Nýklaktu foreldrini mugu tó ásanna, at tað ikki er bara sum at siga tað at ættleiða. Spurd um, hvussu hendan gongdin hevur verið, sigur Sigrid Sighvatsson:
- Tað er ein long, long prosess at koma ígjøgnum. Fyri fleiri árum síðani fingu vit staðfest, at tað fór at verða trupult hjá okkum at fáa børn. Í slíkum føri hugsar tú um nógv ting, og hví tað ikki skal rigga hjá tær, sjálvt um vit eisini fingu hjálp til hetta. Sum pedagogur var tað til tíðir sera hart hjá mær at arbeiða við børnum og ikki sjálv kunna fáa børn. Okkurt mátti henda í lívinum hjá mær, og tí komu vit skjótt ásamt um, at vit vildu ættleiða, sigur skálakvinnan.
Tey skrivaðu seg upp hjá myndugleikunum, fóru á foreldraskeið tvær ferðir, vóru til fleiri samtalur og skrivaðu frágreiðingar um lív teirra. Síðani skuldu tey finna eitt land, haðani barnið skuldi koma frá.
- Í okkara føri stóðu øll lond opin, tí vit høvdu verið gift í fleiri ár. Men sjálvt um øll børn eru fitt, so skuldu vit velja, hvaðani vit vildu hava barn frá. Tað var eitt tað torførasta. Vit tosaðu aftur og fram, og valið fall síðani á India.
Tað tók teimum meir enn trý ár at fáa ættleidda barnið til Danmarkar.
- 18. desember í 2006 fingu vit at vita, at vit áttu eina Sarah á einum barnaheimi í India, og í august í fjør kundu vit fara eftir henni. Vit fingu hana 26. august og komu aftur til Danmarkar 8. september. Hetta var sera long tíð at koma ígjøgnum, men frá tí vit gjørdu av at ættleiða, til vit fingu barnið, havi eg nýtt møguleikan til at útbúgva meg meir, sigur Sigrid Sighvatsson.
Sarah gjørdist Sarah
Tætt upp til dagin, har Sigrid og Kartin fingu at vita, hvat barn tey skuldu fáa, høvdu tey gjørt eitt barnakamar klárt og keypt eina reyða sofu at seta inn í tað.
- Frammundan hevði eg vitjað ein hondlesara, sum segði, at vit fóru at fáa eina gentu. Tá sofan var komin inn, og vit seta okkum í hana, siga vit við hvørt annað, at tað nú hevði verið stuttligt, um vit fingu eina gentu til ta reyðu sofuna. Dreingjanavnið høvdu vit ikki klárt tá, men um tað bleiv ein genta, so vildu vit hava, at hon skuldi eita Sarah. Bara tveir dagar aftan á ringja tey til okkum og siga, at vit eiga eina gentu í India, sum eitur? …..ja, hon eitur júst Sarah, sigur ein smílandi Sigrid Sighvatsson.
Tað var ein stórur dagur fyri komandi mammuna, tá tey ringdu frá ættleiðingarskrivstovuni. Kartin var ikki heima, men foreldur hansara, Selma og Gert Hansen, vóru komin niður at halda jól saman við teimum.
- Hetta var ikki nøkur pínufull »føðing«, men tað var stórt og forloysandi, tá eg fekk hesi boðini. Hjá okkum var ongin fysisk pína, men hendan langa tíðin fram til, vit fingu Sarah, hevur verið langdrigin, sigur Sigrid Sighvatsson.
Ímeðan hon situr og greiðir frá hesi tíðini, kemur nýklakti pápin inn við dóttrini. Spurdur, hvussu tað kennist at vera blivin pápi, sigur Kartin Leitisstein Hansen:
- Fantastiskt. Tú roynir at ímynda tær, hvussu tað verður, men hendan ímyndin heldur ikki. Her er lív í alla tíðina, og tað er altíð brúk fyri tær, sigur hann.
Sigrid brýtur inn:
- Sarah speglar sær í okkum og ger alt, sum vit gera. Og tað at fáa eitt barn, sum hevur verið ígjøgnum eitt sindur av hvørjum, ger, at vit altíð eru tvingaði at tulka, hví hon reagerar, sum hon ger og at seta orð á kenslurnar fyri henni.
Sum føroyingar tosa foreldrini sjálvandi føroyskt sínamillum, og tí er málið hjá Sarah eisini føroyskt, sjálvt um tey búgva í Danmark.
- Vit hava havt ein talupedagog á vitjan, sum segði, at um Sarah ikki hevði aðrar trupulleikar, so skuldu vit bara tosa føroyskt, tá føroyingar vóru til staðar og danskt, tá danir vóru hjástaddir, sigur Sigrid.
Um foreldraleiklutin sigur Kartin:
- Tað kann vera torført at tulka hennara reaktiónsmynstur. Ger hon tað, tí hon er, sum hon er, ella er tað orsakað av hennara uppvøkstri, haðani hon kemur frá. Hetta eru vit altíð noydd at fyrihalda okkum til, sigur hann.
Sarah var hálvtriðja ár, tá tey fingu hana, og tí hevur hon sjálvandi nógv við sær í førninginum.
- Jú, eldri tey eru, tá tey koma, jú meiri hava tey við sær. Tað sigur seg sjálvt. Tað er ongin trygd fyri, at tað skal ganga betri, um tey eru minni ella størri. Royndir vísa, at nógv børn, sum hava verið lutfalsliga gomul, tá tey eru komin, hava klárað seg væl, meðan nógv smærri børn hava havt tað verri, so har er ongin meginregla at halda seg til, sigur Kartin Leitisstein Hansen.
Fingið tvær skurðviðgerðir
Spurd um, hvussu tíðin hevur verið, síðani tey fingu dóttrina úr India, sigur Sigrid Sighvatsson.
- Tíðin hevur gingið skjótt, men tað hevur verið rættiliga intenst, og man lærir nógv. Ikki minst um seg sjálvan. Tú verður noyddur at lesa hendan lítla persónin av, seta orð á alt yvirfyri barninum, tí barnið er so mikið gamalt, tá tað kemur. Hví reagerar hon soleiðis nú, hví er hon kedd ella glað og so víðari, sigur Sigrid Sighvatsson og vísir á týdningin av at vera ein góð fyrimynd.
- Vit síggja, hvussu skjótt hon tekur upp eftir okkum og ger tað sama. Tí ert tú sum foreldur noyddur at siga klárt nei, tá tú meinar nei ella øvugt. Tað er ikki altíð lætt við eini gentu, sum er so viljasterk og veit, hvat hon vil.
At ættleiða børn er ikki nakað, sum fólk fáa loyvi til av sær sjálvum. Umsøkjarar til ættleiðing skulu nærmst vigast á eini gullvekt, áðrenn tey fáa loyvi til tað. Hetta heldur Sigrid Sighvatsson vera í fínasta lagi.
- At fáa eitt barn við eini barlast er ikki tað sama, sum at fáa eitt biologiskt barn, ið tú sjálv hevur borið. Hetta krevur eina vitan, sum tú fært á foreldraskeiðum. Eisini krevur tað, at tú kennir teg sjálvan og hvønn annan, tí tað eru nógvar støður, har tú kanst gerast fullkomiliga ørkymlaður.
Sarah er ein sera kvik og vælvirkandi genta, men hevur tó havt onkrar fysiskar trupulleikar. Av tí sama er hon tvær ferðir løgd undir skurð fyri bruna í arminum og beininum. Hesir skavankirnir eru nú rættaðir, og Sarah er frísk og farin at ganga í barnagarði eins og flestu javnaldrar hennara.










