Tað er kæti og fagnaður í EBS/Skála leguni, eftir at tað ímóti øllum tí sum tað eftir stóran tíma kundi roknast við, eydnaðist at vinna steypafinaluna ímóti HB.
34 minuttir vóru farnir, tá ið Silja Johannesen sá reytt, eftir at hon á strikuni hevði bjargað við hondini. Tá var støðan 1-0 til EBS/Skála. Milja R. Simonsen umsetti brotssparkið til mál, og so vóru øll kortini á HB hondum.
Heidi Sevdal og serliga Milja R. Simonsen høvdu fleiri møguleikar at leggja HB framum, men tað eydnaðist ikki.
So var tað, at Margunn Lindholm, sum alla tíðina var ógvuliga eyðsýnd, skoraði sigursmálið, ið var so framúr, sum tað sjáldan er at síggja. Úr 22 metrum sendi hon bóltin upp í handara krókin.
Fyri framúr frísparkið og fína avrikið á framrættaða miðvallarplássinum var Margunn Lindholm kosin at vera dagsins spælari.
EBS/Skála vísti framúr hugburð. Tær úr Sundalagnum vístu seg at vera væl betri bóltspælarar, og Anna Sunadóttir Hansen í málinum og Rakul Magnussen og Lea Lisberg í miðverjuni gingu undan.
Stórur fagnaður í leguni hjá EBS/Skála, ið megnaði at taka sera tungu brekkuna, sum liðið kendist vera í, tá ið tær mistu ein spælara og HB javnaði við brotssparki.
EBS/Skála vann bæði FM og steypakappingina í fjør. Nú hevur EBS/Skála vunnið steypakappingina. Spurningurin er so, hvussu tað verður við FM, har EBS/Skála er í tættari kapping við HB og KÍ.
Myndir frá dystinum
http://www.in.fo/myndasavn/album/?tx_yag_pi1
EBS/Skála - HB 2-1 (1-1)
1-0: Durita Hummeland
1-1: Milja R. Simonsen br
2-1: Margunn Lindholm
Dómari: Aron Sofus Vest
--
LIÐUGT
2-1
EBS/Skála er steypavinnari annað árið á rað.
90+2) 2-1
EBS/Skála skiftir út: Sunnvá Fagradal avloysir Randi Fagradal.
90+1) 2-1
GULT KORT: Heidi Sevdal hjá HB sær gult fyri at vísa sína misnøgd við at ein av EBS/Skála spælarunum liggur á vøllinum við krampa.
90) 2-1
Tríggir minuttir eru lagdir aftrat.
90) 2-1
Undirmannaða EBS/Skála spælir við framúr hugburði og stórum umhugsni.
88) 2-1
Lagið er sera gott millum mongu EBS/Skála áskoðararnar. Nú tiltuskaði EBS/Skála sær horna í høgru, sum Margunn Lindholm legði innfyri. Støðan endar við nýggjum horna - í vinstru - og aftur er tað Margunn Lindholm, sum skal skjóta.
85) 2-1
Rakul Magnussen og Lea Lisberg eru framúr skansar í EBS/Skála miðverjuni.
83) 2-1
HB skiftir út: Superveteranurin Liljan av Fløtum Petersen avloysir Juliu Naomi Mortensen.
82) 2-1
Milja R. Simonsen brýtur ígjøgnum í høgru og smekkar til úr spískum, men aftur bjargar Anna Sunadóttir Hansen.
79) 2-1
Milja R. Simonsen er aftur tætt við, tá ið hon eftir framlegging úr vinstru og við høvdinum setir bóltin framvið málverjanum, men bólturin fer eisini framvið stólpanum - skeivu megin.
77) 2-1
HB skiftir út: Julia Helena Dal Henriksen avloysir Janitu Ole-Jacobsen.
74) 2-1
HB er aftur tætt við at skora. Milja R. Simonsen spælir Heidi Sevdal leysa í vinstru og innanfyri verjuna, Heidi sleittir við høgra fóti bóltin ímóti málinum, men aftur bjargar Anna Sunadóttir Hansen. Hon er sera týdningarmikil fyri EBS/Skála liðið.
71) 2-1
2-1: Margunn Lindholm
Við framúr skoti - ivaleyst eitt tað besta sum er sæð í ár, tá ið mannfólkafótbóltur er íroknaður - smekkar Margunn Lindholm við skoti úr 21 metrum og nakað til vinstru bóltin upp undir handaru samankomingina. Eitt framúr flott mál.
70) 1-1
Sera væl upplagda Margunn Lindholm verður í góðari støðu óregluliga steðgað av Ásu á Reynatúgvu. Hatta luktaði av gulum korti.
67) 1-1
HB skiftir út: Jónvá Hentze verður sett á vøllin.
67) 1-1
Julian Naomi Mortensen smekkar til við frísparki, men Anna Sunadóttir Hansen í EBS/Skála málinum bjargar.
67) 1-1
GULT KORT: Durita Hummeland hjá EBS/Skála sær gult fyri fríspark ímóti Heidi Sevdal aftarlaga í høgru.
65) 1-1
Í løtuni kennist tað sum um, at tað er EBS/Skála, sum hevur takið á miðvøllinum, har tær duga væl at samanspæla.
60) 1-1
EBS/Skála hevur aftur góða roynd. Ansy Sevdal smekkar til úr 23 metrum, og Simona Heinesen í HB málinum bjargar.
59) 1-1
EBS/Skála er tætt við at skora: Við frísparki úr høgru verður lagt fram í brotsteigin, har akkurát innskifta Íðunn Magnussen setir krúllin undir bóltin, men hann fer við síðuna av málinum.
58) 1-1
EBS/Skála skiftir út: Íðunn Magnussen avloysir Eyðbjørg Ellingsgaard.
56) 1-1
Nú hevði HB aftur stóran møguleika at skora. Aftur var tað Milja R. Simonsen, sum rann frá verjuni. Hon sneiddi framvið málverjanum, men eitt vet úr vinstru og fyri opnum máli sendi hon bóltin skeivu megin stólpan. Størsti møguleikin higartil.
55) 1-1
Heidi Sevdal brýtur ígjøgnum í høgru, hon smekkar til, men bólturin fer í síðunetið skeivu megin stólpan.
53) 1-1
So var um reppið, at HB legði seg framum. Heidi Sevdal varð leys eitt vet til høgru, hon smekkaði til úr ellivu metrum, men Anna Sunadóttir Hansen bjargaði meistarliga til horna, sum einki spurdist burturúr.
51) 1-1
Higartil eingir upplagdir málmøguleikar í seinna hálvleiki. Tað gongur javnt á, og EBS/Skála hevur meiri vakið eyga við Milju R. Simonsen, enn tær høvdu í fyrra hálvleiki.
46) 1-1
EBS/Skála gevur bóltin upp. Ongar skiftingar eru gjørdar.
45+2) 1-1
HÁLVLEIKUR
45+1) 1-1
Milja R. Simonsen sneiðir seg í vinstru leysa av verjuni. Hon verður taklað sjey metrar úr málinum og roynir at standa á beininum, men so dettur hon. Hetta luktaði av brotssparki, men dómarin tagdi.
45) 1-1
Tveir minuttir eru lagdir aftrat.
43) 1-1
Tað mesta gongur fyri seg millum brotsteigarnar báðar. Enn sást tað einki til, at tað eru tíggju EBS/Skála kvinnur ímóti ellivu úr HB.
38) 1-1
EBS/Skála leggur øgiliga nógv fyri, og í tveimum førum er tað síðstu løtuna endað við fínum langskotum, men í báðum førum fer bólturin omanfyri tvørtræið.
35) 1-1
1-1: Milja R. Simonsen br
Nú er javnt, og EBS/Skála verður undirmannað restina av tíðini ella í tað mesta av einum tíma.
34) 1-0
REYTT KORT: Silja Johannesen hjá EBS/Skála sær beinleiðis reytt, tá ið hon á strikuni bjargar, eftir at Milja R. Simonsen hevði sneitt seg inn um málverjan.
28) 1-0
HB tiltuskar sær fleiri horna. Nú endaði tað við, at Heidi Sevdal smekkaði til av brotsteigarmarkinum og eitt sindur úr høgru, og bólturin fór uttanfyri handara stólpan.
Soleiðis sum gongdin er nú, so kennist tað bara vera spurningur um tíð, áðrenn HB fer at javna.
26) 1-0
HB er aftur í góðari støðu. Heidi Sevdal smekkar til úr høgru, ein verjuspælari roynir at blokera, málverjin verður snýttur, og bólturin rullar akkurát skeivu megin stólpan og út til horna.
Nú er tað HB, sum er grammari og omaná.
24) 1-0
HB hevur aftur risa stóran møguleika at javna. Eftir langa framlegging í vinstru dregur Milja R. Simonsen fram og leggur so innfyri til Heidi Sevdal, sum er leys innanfyri verjuna, men málverjin bjargar.
22) 1-0
Nú er leikferðin ikki so høg, sum hon var fyrstu løtuna, og spælið er meiri javnt nú, enn tað hevur verið.
16) 1-0
HB hevur risa, risa møguleika at javna, men tað miseydnast. Milja R. Simonsen sneiðir til høgru og framvið Annu Sunadóttir í EBS/Skála málinum. Í staðin fyri at skjóta sjálv velur hon at leggja flatt upp á tvørs til Heidi Sevdal, sum tríggjar metrar úr málinum er púra leys, men sendingin er ikki heilt neyv, og tá ið Heidi roynir at skava bóltin í málið verður bjargað á strikuni.
13) 1-0
Hjá HB er setningurin at fáa bóltin fram til Milju R. Simonsen og Heidi Sevdal, sum EBS/Skála verjan hevur rættiliga vakið eyga við.
08) 1-0
1-0: Durita Hummeland
Talan er um fínt álop. Lea Lisberg finnur í høgru Birnu Johannesen, sum leggur væl innfyri, og Durita Hummeland er hægst, tá ið hon við høvdinum stýrir bóltin í málið.
06) 0-0
So var HB fyri fyrstu ferð í álopi. Heidi Sevdal sneiðir inn úr høgru og smekkar til við vinstra beini, men bólturin siglir framvið handaru samankoming.
05) 0-0
Eftir innlegg úr høgru er tað vandamikið við handara HB stólpa, men tað endar við horna. Margunn Lindholm leggur innfyri, og við stútara verður bólturin sendur dygst omanfyri HB málið.
03) 0-0
Fyrstu løtuna hevur EBS/Skála havt bóltin mest sum alla tíðina.
01) 0-0
HB gevur bóltin upp.
Merkisvert er tað, at tvær systrar - ein á hvørjum liðnum - eru lyklaspælarar. Ansy Sevdal hjá EBS/Skála og Heidi Sevdal hjá HB. Í fjør vóru tær báðar á EBS/Skála liðnum, sum vann FM og steypafinaluna, men í ár eru tær á hvør sínum liði.
00)
Dómari er Aron Sofus Vest, og hjálpardómarar eru Arni Rasmussen og Kristian Gunnar Joensen.
EBS/Skála - HB kl. 16.15
Kvinnur - finala í steypakappingini