Síðsta bríksl hevur ljóðað í Baku. Aserbadjan vann 2-0. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki, tá ið føroyska avrikið var eitt tað lakasta, sum landsliðið hevur víst í langa tíð.
Bæði málini vóru óheppin. Tað fyrra var sjálvmál hjá Sonna Ragnar Nattestad, og tað seinna varð skorað úr umleið 27 metrum. Tá sá tað út til, at føroyski málverjin kundi havt vart fyri.
Tað stemmaði heilt illa hjá føroyingunum í fyrra hálvleiki. Spælið við bóltinum var óneyvt, og mongu mistøkini bóru við sær, at føroyska liðið ofta var kroyst.
Eftir steðgin var føroyska liðið í broyttari uppstilling. Í staðin fyri at vera í 5-4-1 uppstilling, so varð uppstillingin broytt til 4-4-1-1. Tá riggaði tað væl betri, enn tað gjørdi í fyrra hálvleiki. Føroysku spælararnir megnaðu væl betri at vinna hvønn annan, teir tordu at taka bóltin til sín og hyggja seg um, og tá eydnaðist tað nakrar ferðir føroyingunum at spæla seg í góðar støður.
Heimamenninir vóru ikki so grammir eftir steðgin, sum teir vóru í fyrra hálvleiki.
Klæmint A. Olsen var fremsti maður, nú Jóan Símun Edmundsson ikki var tøkur. Síðsta hálva tíman loysti Jákup Thomsen hann av. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Jákup var á A-landsliðnum.
Føroyska liðið setir nú kós ímóti Malta, har dystur verður týskvøldið.
94) 2-0
LIÐUGT
93) 2-0
Risa møguleiki til heimaliðið, men føroysku spælararnir ofra seg totalt í verjupartinum, og eftir fleiri blokeringar endar tað við, at Gunnar Nielsen bjargar til horna.
92) 2-0
Aserbadjan vinnur horna í høgru, men eftir langskot endar tað við føroyskum málsparki.
91) 2-0
Aserbadjan vinnur horna í vinstru, men tað spyrst einki burturúr.
90) 2-0
Tríggir minuttir lagdir aftrat.
89) 2-0
Aserbadjan vinnur horna í vinstru.
87) 2-0
So var tætt við 3-0, men eftir innlegg úr høgru var tað Sonni Ragnar Nattestad, sum heilt stutt úr málinum og kroystur av mótstøðumanni sparkaði bóltin burtur.
84) 2-0
GULT KORT. Sonni Ragnar Nattestad sær gult, tá ið hann ger fríspark, eftir at føroyingar hava kiksað í uppspæli.
80) 2-0
Nú er tað nógv tómgongd og eingir málmøguleikar.
76) 2-0
Besta føroyska støðan. Brandur Hendriksson Olsen spælir tvær ferðir eitt tvey í vinstru, áðrenn hann sneiðir seg leysan og smekkar til úr eitt sindur spískum, men bólturin fer framvið handara stólpanum.
73) 2-0
Lars Olsen ger framrættaða útskifting. Odmar Færø fer av verjukendum miðvallarplássi, og í hansara stað verður settur Árni Frederiksberg, sum er framrættaður síðuspælari.
64) 2-0
Fleiri ferðir kennist tað vera spent støða í heimabrotsteiginum, tá ið Gilli Rólantsson roynir seg við longum innkøstum, men higartil er tað ikki vorðið til upplagdan málmøguleika.
63) 2-0
Føroyar skifta fremsta mann. Klæmint A. Olsen fer av vøllinum. Í hansara stað verður settur Jákup Thomsen, sum harvið er á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð. Hann hevur leingi verið fastur maður á U-21 landsliðnum.
62) 2-0
GULT KORT. Brandur Hendriksson Olsen fyri fríspark.
60) 2-0
Føroyska liðið hevur síðstu løtuna havt bóltin nógv. Málmøguleiki spurdist ikki burturúr, eisini tí heimaliðið hevur tikið seg eitt vet aftur.
56) 2-0
Tvey horna í vinstru til heimaliðið.
55) 2-0
Fyrstu løtuna eftir steðgin hevur føroyska liðið víst betri hugburð og avrik enn í fyrra hálvleiki.
50) 2-0
Fínt føroyskt uppspæl í vinstru, har Kaj Leo í Bartalsstovu er sentralur. Eftir innlegg smekkar Gilli Rólantsson til av brotsteigarmarkinum, og tað verður blokerað til horna, sum einki spyrst burturúr.
48) 2-0
Málspark til Føroyar.
47) 2-0
Aserbadjan vinnur horna í høgru, og so endar tað við horna í vinstru.
46) 2-0
Aserbadjan hevur skift málverja.
46) 2-0
Føroyar skifta út: Kaj Leo í Bartalsstovu avloysir Viljorm Davidsen.
Føroyar broyta skipan, so tað nú eru fýra í verjuni. Rógvi Baldvinsson er vinstri vongverji, og Odmar Færø er nú miðvallari.
Liðini eru farin at hvíla seg og tosa um, hvussu tað skal farast undir seinna hálvleik.
Føroyski venjarin og føroysku spælararnir hava nógv at tosa um. Undan dystinum segði Lars Olsen, landsliðsvenjarin, at tað var av alstórum týdningi, at føroyska liðið megnaði at varðveita bóltin í samanspælinum. Í hesum partinum av spælinum hevur føroyska liðið á ongan hátt verið sannførandi. Í alt ov nógvum førum hava føroysku spælararnir verið óneyvir, tá ið teir hava roynt at samanspæla.
Verjuparturin hevur í útgangsstøðu verið væl skipaður. Stóri trupulleikin hevur verið, at vandastøðurnar eru komnar av, at føroyska liðið hevur mist í uppspælinum.
Hetta er eisini orsøkin til, at tað av álvara hevur haltað í føroyska álopspartinum.
Aserbadjan er á odda 2-0. Í fyrra førinum var Sonni Ragnar Nattestad óheppin at gera sjálvmál, og í seinna førinum var royndin úr 27 metrum. Tá sá tað út til, at føroyski málverjin átti at havt bjargað.
HÁLVLEIKUR
2-0
Aserbadjan vinnur horna í vinstru, føroyska verjan beinir bóltin burtur, og so bríkslar dómarin fyri hálvleiki.
45) 2-0
Tríggir minuttir lagdir aftrat fyrra hálvleiki.
44) 2-0
Málverjin er á fótum aftur, men tað kann gott vera, at hann ikki fer at spæla í seinna hálvleiki.
43) 2-0
Málverjin og liðformaðurin hjá Aserbadjan liggur á vøllinum. Hann tykist vera skaddur í øðrum lærinum.
38) 2-0
Besta føroyska álopið er í vinstru, Viljormur Davidsen leggur innfyri, og støðan er spent undir málinum, tá ið Klæmint A. Olsen er í nærdysti við málverjan, áðrenn heimaverjan megnar at beina bóltin burtur.
35) 2-0
So var tað heilt tætt við, at tað eftir fríspark varð 3-0, men bólturin varð úr góðari støðu stútaður dygst framvið stólpanum.
31) 2-0
Viljormur Davidsen er á fótum aftur.
30) 2-0
Føroyar vinna fríspark, og Sølvi Vatnhamar lyftir bóltin fram í brotsteigin. Heimaliðið sparkar fram, og í nærdysti verður Viljormur Davidsen skaddur.
28) 2-0
2-0: Madatov
Madatov vinnur bóltin mitt á føroysku hálvuni. Hann snarar um seg sjálvan, áðrenn hann smekkar til við vinstra beini. Gunnar Nielsen roynir at tveita seg, men bólturin siglir inn í nettakið. Tað sær út til, at Gunnar Nielsen átti at havt vart fyri hesi royndini.
26) 1-0
Føroyska liðið hevur torført at útinna tann partin av setninginum hjá Lars Olsen, sum er at varðveita bóltin og samanspæla fleiri ferðir.
24) 1-0
Trýstið er øgiligt. Nú er aftur horna í vinstru, men føroyska verjan beinir bóltin burtur.
20) 1-0
Klæmint A. Olsen fer um koll í brotsteiginum hjá heimaliðnum, men dómarin heldur ikki, at talan var um brotsspark.
Málið hjá Aserbadjan verður skrásett at vera sjálvmál.
18) 1-0
1-0: sjálvmál
Horna verður lagt innfyri úr høgru. Sonni Ragnar Nattestad stútar burtur, tað verður fluktað, og tá ið Sonni Ragnar Nattestad roynir at blokera, broytir bólturin kós og snýtir Gunnar Nielsen.
17)
Bólturin er fyri tað mesta á føroysku hálvuni, og nú var vandamikið eftir langa framlegging. Gunnar Nielsen var á veg fram, men Atli Gregersen beindi burtur til horna í høgru.
12) 0-0
Heimaliðið vinnur horna í vinstru, men tað spyrst einki burturúr, tá ið heimamenninir royna seg við stuttari sending.
12) 0-0
Atli Gregersen er aftur á vøllinum.
10) 0-0
GULT KORT: Dadaşov fyri at brúka ælbogan ímóti Atla Gregersen, ið bløðir úr nøsini og fer av vøllinum at fáa viðgerð.
07) 0-0
Hallur Hansson ger fríspark dygst uttanfyri brotsteigin. Skotið úr 16,5 metrum og eitt sindur til høgru er gott, men Gunnar Nielsen bjargar til horna, sum einki spyrst burturúr.
06) 0-0
Føroyska rangstøðufellan kiksar, og innleggið úr høgru er vandamikið, men Odmar Færø blokerar til horna í høgru, sum einki spyrst burturúr.
04) 0-0
Heimaliðið vinnur horna í vinstru, men føroyska verjan beinir bóltin burtur.
03) 0-0
Fyrstu løtuna hevur heimaliðið verið á bóltinum mest sum alla tíðina, uttan at talan hevur verið um málmøguleika, men nú vóru føroyingar í gjøgnumbroti í vinstru. Innleggið kiksaði.
01) 0-0
Føroyska liðið gevur bóltin upp.
00) 0-0
Liðini eru komin á vøllin.
Føroyingarnir eru í hvítum troyggjum, hvítum buksum og hvítum hosum.
Teir á heimaliðnum eru í bláum troyggjum, bláum buksum og bláum hosum.
Aserbadjan - Føroyar kl. 17.00
Dómarabólkurin úr Kypros. Dimitrios Massias, Marios Kalogirou, Ioannis Lazarou, Vasilis Dimirtiou og Lucas Soteriou og Omiros Tziortzis
Aserbadjan: Kamran Agayev - Pavlo Pashayev, Medvedev, Huseynov, Khalilzade - Garayev, Richard Almeida - Madatov, Nazarov, Abdullayev - Dadasov
Føroyar: Gunnar Nielsen - Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad - Gilli Rólantsson, Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, Viljormur Davidsen - Brandur Hendriksson Olsen, Klæmint A. Olsen