vit um døgurðatíð í gjár høvdu umboðsmannin hjá Nordplayer í Føroyum, Jákup í Stórustovu, í telefonini, høvdu Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni verið til venjingar seks ferðir síðani mánadagin. Heðin hevur [...] Síðani mánadagin hava Jákup á Borg úr B36 og Heðin á Lakjuni úr KÍ verið í London, har teir venja í 2. deildarfelagnum Watford FC, og higartil hevur gingist stak væl hjá teimum báðum ungu føroyingunum [...] Manager í Watford er kendi fyrrverandi enski landsliðsvenjarin Graham Taylor. Jákup á Borg kemur heim aftur mánadagin, og Heðin á Lakjuni kemur í aðru viku. Teir hava tað gott og lata heilsa øllum heima.
superligaliðnum. Kappingin millum Jákup og Kai Larsen hevur verið hørð síðani Jákup kom til felagið, og teir báðir hava skiftst um at verið omaná. Í venjingardystunum hevur Jákup verið fyrsta valið hjá Herfølge [...] um størsta partin av landinum, og tað eru ikki góðar treytir fyri fótbóltsspæli á grasi. Um vikuskiftið seta danir hol á seinnu hálvu av fótbóltskappingini, men tað gera teir í flestu støðum undir truplum [...] Brøndby liggur undan seinnu hálvu á odda við 40 stigum, meðan FCK og Silkeborg bæði hava 36 stig. 15 umfør eru eftir at spæla. Danskur fótbóltur tekur stór stig fram bæði á tí ítróttarliga og fíggjarliga
yvirvág longu frá byrjan. John Petersen spældi ein branddyst og var besti maður á vøllinum. Eitt skifti í fyrra hálvleiki var StÍF á odda 12-4, og hetta var sjónliga ein óvanlig støða hjá hoyvíkingum at vera [...] skeivt á fótinum og fekk ikki spælt meir. Tá var H71 so smátt um at koma inn aftur í dystin. Hans Guðmundsson var blivin heitur, og hoyvíkingar sluppu longur inn at skjóta, tó uttan at fáa fjáltur á stra [...] ra enn H71 gjørdi. Og á áskoðaraplássunum stóðu so VÍF-leikararnir og vóru føroyameistarar uttan at nerta ein bólt. Men tað var heldur ikki neyðugt. StÍF spældi sín besta dyst á árinum og vann uppiborið
vunnið á Kyndli. Dysturin millum Neistan og VÍF var dysturin millum oddaliðið og botnliðið, og tað sást eisini á øllum brøgdum. At fólk heldur ikki væntaðu tað stóra frá hesum dystinum, sást aftur á ásko [...] áskoðaraplássunum. Á dómaraseðlinum stendur »Áskoðarar: 21«, og tað man vera á góðari leið. Harav var helvtin vestmenningar, so áhugin fyri Neistaliðnum er millum lítil og eingin, nú tað gongur so illa í hond [...] færri enn 16 mál. 1. deild menn: Neistin-VÍF 19-39 (9-19) Neistin: Karl O. Rasmussen 6, Benny Vium 3, Jákup Sverri Kass 2, Kári Mortensen 2, Finnur Petersen 2, Høgni í Jákupsstovu 1, Jan Niclasen 1, Ári Rouch
um í Silkeborg. Hesin dysturin legði trýst á FCK, tá liðið fór á vøllin sunnudagin, men fyri eygunum á fleiri enn 14.000 áskoðarum í Parkini vunnu teir 2-1 á AB, sum hevði uppiborið minst javnleik. Ve [...] meðan Thomas Thorninger mátti noyðast við eitt pláss á beinkinum til út í seinna hálvleik, tá hann kom á vøllin fyri ein troyttan Toda Jónsson. Jákup Mikkelsen stóð allar 90 minuttirnar í málinum, tá Herfølge [...] sleppa at spæla. Jákup bjargaði væl Herfølge-venjarin Ole Mørch staðfesti sunnudagin yvir fyri Jákup Mikkelsen, at hann er maðurin, sum hann ætlar at brúka í málinum hjá besta liðnum í vár. Jákup Mikkelsen vardi
Plátufelagið TUTL kemur í hesi vikuni á marknaðin við enn eini forvitnisligari útgávbu. Talan er hesaferð um fløguna »In the Eb«. Tutl hevur eina langa røð av jazzplátum. Serliga á árunum 1977 til 1984 vóru nógvar [...] sum vísir á ein av tónleikaliga íbástrinum hjá Heðini. Talan er um Well You Needn?t hjá Thelonius Monk, sum er ein av teimum mest sermerktu tónaskøldunum í jazzi. Fýra tónleikarar eru við á fløguni: Heðin [...] Fløgan varð miksað í Sun Studios í Danmark, og har var Jónas eisini við. Tekningin á permuni er teknað av Tummas Jákup Thomsen, meðan henning Nicodemussen hevur tikið sær av tí grafiska.
partar skulu halda. At fara í fjølmiðlarnar fyri at kroysta manningarfeløgini, og hótta manningina, er á einum ógvuliga lágum støði. Maskinmeistarafelagið Jógvan Nybo, formaður
ungdómslið. Bæði Jákup og Heðin hava gjørt fleiri mál, meðan teir hava verið í Watford, og fyrr í vikuni gjørdi Jákup á Borg rættiliga vart við seg. Ungdómsliðið hjá Watford vann ein dyst 4-2, og Jákup gjørdi trý [...] Tað gongur sera væl hjá teimum báðum føroyingunum í Watford, Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni. Síðani teir fóru til London fyri einari viku síðani, hava teir vant meir ella minni fast saman við ungdómsliðnum [...] trý av málunum og legði upp til tað fjórða. Jákup á Borg kemur heim aftur mánadagin, og Heðin á Lakjuni verður aftur í Føroyum hósdagin.
frá arbeiði, og hann sat ikki á boðunum og leyp í telefonina. Gott fyri hana! Tí hann fekk fatur á Rudolfi og síðan fekk Føroya fólk at vita, hvussu seint fólk starvast á Sosialinum. Og soleiðis hendi [...] fingu Poulina og Jákup Petur Johannesen eina vælskapta dóttur. Hon vigaði 3660 gram og var 54 centimetrar long. Men hvat so við Gekkinum? ? Eg fari allíkavæl, sigur Poulina Johannesen. ? Her á føðideildini [...] eg eri vekk, so tað skal nokk fara at ganga, sigur hon. Men hon skal út aftur á føðideildina beinanvegin. Einki við at fara á hotel at búgva. ? Nei, nei. Tað má bíða til eina aðru ferð. Tað havi eg fingið
tíðum tú vardi borg, tað var ein hørð tíð tú á odda var, einsamallur mangan, tí lívið lær. Framgongd var styrkin, mál og mið, sum formaður framdi tøk, tú tók stig, førdi bygd okkara fram á veg. Í søgubók [...] leiðara varð vunnið á mál. Persónliga havi eg mist ein sterkan stuðul, sum var mær hollur. Røddin er tagnað, men eftir stendur minnið um ein persón, sum altíð var tryggur og sterkur, tá ið á stóð. Eg drýpi [...] Fyri Ova Djurhuus var lívið eitt áhugavert lív við nógvum almennum uppgávum. Hann var býráðslimur á Tvøroyri í mong ár. Sum varaborgarstjóri avloysari fyri P. M. Dam sála, var tað hann sum leiðari, ið