VÍF vísti Neistanum hvar steypaskápið skal standa

Hondbóltur: Ingi Olsen gjørdi 16 mál, tá VÍF leygardagin vann stórsigur á Neistanum í Havn

Tað sá svart út hjá Neistanum í dystinum móti oddaliðnum VÍF leygardagin, og dagin eftir sá tað enn svartari út, tá KÍF hevði vunnið á Kyndli.

Dysturin millum Neistan og VÍF var dysturin millum oddaliðið og botnliðið, og tað sást eisini á øllum brøgdum.

At fólk heldur ikki væntaðu tað stóra frá hesum dystinum, sást aftur á áskoðaraplássunum. Á dómaraseðlinum stendur »Áskoðarar: 21«, og tað man vera á góðari leið. Harav var helvtin vestmenningar, so áhugin fyri Neistaliðnum er millum lítil og eingin, nú tað gongur so illa í hond hjá liðnum.

Ingi Olsen gjørdi eitt rættiligt hál. Spælandi venjarin hjá vestmenningum skeyt ikki færri enn 16 mál.


1. deild menn:

Neistin-VÍF 19-39 (9-19)

Neistin: Karl O. Rasmussen 6, Benny Vium 3, Jákup Sverri Kass 2, Kári Mortensen 2, Finnur Petersen 2, Høgni í Jákupsstovu 1, Jan Niclasen 1, Ári Rouch 1, Teitur Samuelsen 1.

VÍF: Ingi Olsen 16, Áki Olsen 7, Sámal Joensen 4, Áki G. Olsen 4, Hjalmar K. Olsen 4, Agnar Joensen 2, Rógvi Nielsen 2.

Útvísingar: Neistin 2, VÍF 3.