Nakað eftir klokkan 9 legði ein grind beinini í Hvalba. Hesaferð varð grindin hildin til úti í Nesi. Grindin var millum 80 og 100 hval og var funnin um 7-tíðina í morgun í Sandvík. Jaspur Vang, sýðslumaður [...] grindin flutt yvir á kaiina í Hvalba, og har skal hon merkjast, áðrenn hon verður býtt. Í gjár var grind í Vágum, og hon var 77 hval. Ein bólkur av springarum var sæddur í Leirvíksfirði, men hann slapp at
– Feska grind er at fáa á Bursatanga umleið klokkan 17:15 í dag, tá Teistin kemur úr Nólsoy. Soleiðis skrivaði Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður, á Facebook seinnapartin. Hann skrivaði víðari, at av grindini [...] grindini, sum doyði í Hvannasundi í gjár, kom nógv grind til Nólsoyar. – Vit nólsoyingar hava fingið okkara part, og tað sum er útyvir, senda vit til Havnar. So komið bara á Bursatanga og fáið tykkum, skrivaði
Um middagsleitið í gjár legði ein grind beinini í Sandágerði. Grindin varð funnin í Hestfirði. Grindin fór suður ígjøgnum fjørðin, eystur um Kirkjubønes og varð síðan rikin inn á Havnina. Í Tórshavnar [...] kommunu verður sagt, at havnarborgarar kunnu heinta grind á Vestaru Bryggju í Havn. Høvi verður frá klokkan 09 í morgun at heinta tvøst og spik á havnalagnum, og heitt verður á fólk um at taka íløt við
Sum vit áður hava skrivað her á in.fo, so er boðað frá grind suður úr Mykinesi. Sum skilst er ætlanin at halda grindini til í Bø. Í hesum sambandi eru hesi boð komin frá sýslumanninum fyri Vága sýslu umvegis [...] Havn, sum lýsir grindaøkið. Boð frá sýslumanninum fyri Vága sýslu um grindaøki: Tað er boðað frá grind suður úr Mykinesi. Sýslumaðurin ger greitt, at allir óviðkomandi báta, skip, flogfør, tyrlu, dronur
Føroyar, og at lata vera við at koma til Føroya at halda konsert, fyrrenn vit eru givin at drepa grind. Cliff Richard skal annars spæla á Summarfestivalinum í summar, men nú hava tey stovnað ein bólk á [...] knívum, tí tað er gomul siðvenja. Tey vísa eisini aftur, at talan kann vera um at útvega mat, tí grind eru so heilsuskaðilig, at hon er ikki mannaføði. Tí er rætt og slætt talan um ein blóðugan ítrótt [...] gera tað rætta og ikki at fara til Føroya, fyrrenn vit eru givin hesi ráu siðvenju, tað er at drepa grind, siga tey.
Norðurlandaráðið skal alment viðurkenna okkara rætt til at drepa grind. Tað halda tey politisku ungmannafeløgini í Føroyum. Politisku ungmannafeløgini í Føroyum, Unga Tjóðveldið, Huxa, Framsøkin Ung, Ung [...] øllum seks feløgunum. Og tað uppskotið er at fáa Ungmannaráðið at samtykkja okkara rætt at veiða grind. - Sannlíkt er at hetta uppskot kann fáa undirtøku millum hini ungmannafeløgini í okkara norðurlendsku [...] tað aftur. - Tað kann hava stóran týdning, at norðurlondini standa saman um verja rættin, at drepa grind, sigur Unga Tjóðveldi. Føroysku ungmannafeløgini halda, at tey skulu brúka teir møguleikar tey hava
frá eini grind. Høgni Hoydal hevur tí havt fundir við ferðavinnuna, løgregluna og Vinnumálaráðið og hevur boðað frá, at grindalógin verður broytt, so at revsingin fyri ikki at boða frá grind, verður avtikin [...] inn um føroyska sjómarkið, samstundis sum hann ætlar sær at avtaka revsingina fyri ikki at boða frá grind. Tað sigur hann í Sosialinum, sum er borin út í hvørt heim í dag. Hann sigur, at hann tekur viðme
um, hví vit føroyingar drepa grind, sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen. Endamálið við heimasíðuni er at geva greiða kunning um grindadráp, og hví føroyingar drepa grind, og dentur er lagdur á stuttar [...] átøk og herferðir frá umhvørvisfelagsskapum, sum vilja steðga grindadrápi. Vit hava rætt at drepa grind, og landsstýrið fer at halda fast í hesum rætti. Vit liva í eini alheimsgjørdari tíð, har tíðindi
tá tey hava siglt nær økjum har grind er sædd. Sam Simon var í Kalsoyarfirði, tá ein grind slapp har 20. juli, meðan Brigritte Bardot lá nærhendis Mykines, tá ein grind varð hildin til í Bø 23. juli. So
fráboðanarskyldan er herd. Lógin heimilar eina bót á minst 25.000 krónur, um fólk ber eyga við eina grind uttan at boða frá henni. Hóast Jógvan Páll Lassen, advokatur, fegnast um lógina sum heild, heldur [...] herdar revsireglur uppundir løgtingsval. Sambært Jógvan Páll Lassen, eru 25.000 í bót fyri ófráboðaði grind úti av proportiónum, tá samanborið verður við onnur álvarsom lógarbrot. Tað segði Jógvan Páll Lassen [...] førdi tað við sær, at fólk nú kunnu revsast við bót á minst 25.000 krónur, um tey bera eyga við eina grind uttan at boða frá henni.