Um middagsleitið í gjár legði ein grind beinini í Sandágerði. Grindin varð funnin í Hestfirði.
Grindin fór suður ígjøgnum fjørðin, eystur um Kirkjubønes og varð síðan rikin inn á Havnina.
Í Tórshavnar kommunu verður sagt, at havnarborgarar kunnu heinta grind á Vestaru Bryggju í Havn.
Høvi verður frá klokkan 09 í morgun at heinta tvøst og spik á havnalagnum, og heitt verður á fólk um at taka íløt við.
Tað eru starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu, sum skera upp og handa havnarborgarum grindina.
##med2##