Í morgun var grind hildin til í Sandavági, og fyri lítlari løtu síðani varð aftur grindaboð.
Sýslumaðurin í Eysturoynni fekk boðini, og tað vísti seg at vera springarar. Viðkomandi, sum boðaði frá, hevði sæð springararnar út fyri tunnilsmunan í Leirvík.
Men sýslumaðurin hevur gjørt at einki at gera við tað.
– Vit lata teir fara. Vit sita akkurát og býta eina grind í Vágum, sigur Jens Jensen, sýslumaður.
Men fráboðarin visti ikki heilt, hvussu nógvir springarar vóru.
Annars koma seðlarnir fyri grindina í Sandavági út klokkan 18.