Nólsoyingar góvu havnarfólki grind

Nólsoyingar høvdu nóg mikið av grind

– Feska grind er at fáa á Bursatanga umleið klokkan 17:15 í dag, tá Teistin kemur úr Nólsoy.

Soleiðis skrivaði Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður, á Facebook seinnapartin.

Hann skrivaði víðari, at av grindini, sum doyði í Hvannasundi í gjár, kom nógv grind til Nólsoyar.

– Vit nólsoyingar hava fingið okkara part, og tað sum er útyvir, senda vit til Havnar. So komið bara á Bursatanga og fáið tykkum, skrivaði hann.

Gissur Patursson tók myndirnar.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##