merkir tað so, um vit útseta Vesturskúlan? Tað kemur at merkja, at vit kunnu nøkta aðrar tørvir í býnum. Vit kunnu skapa karmar til røktarpláss, ið stórur eftirspurningur er eftir. Vit kunnu gera íløgur [...] nýtast til eitt nú at byggja røktarpláss á ellisheimum. Tað kann nýtast til, at veita tilboð til eitt nú orðblind og annars gera íløgur í fleiri økir, ið menna býin og skapa trivnað. Vit mugu ikki gloyma [...] íløgur í tey øki í býnum, har stórur tørvur er á betring. Vit kunnu eisini bjóða víðkaðar upplatingartíðir á ansingarstovnum, so foreldur kunnu avlevera børnini fyrr um morgunin og heinta tey seinni um kvøldið
kann verða nógv arbeiði á bedingini, og tá hava vit onkuntíð havt skúlanæmingar at hjálpa okkum. Tekniski leiðarin sigur, at tað ikki er óvanligt, at næmingar, sum eitt nú ganga á maskinskúla, hjálpa til [...] uttanborða. Seinasta "vitjanin" í dokkini á Skála, var annars ein fóðurflaki hjá alifelagnum, Luna í Gøtu. Hesin er nú lagdur út á Lambavík. - Dokkin er sera hent. Skipini standa ógvuliga væl, og tú gongur [...] teir hava í nógvum førum so lítið at standa á. Men ikki tí; tað letur seg rímiliga væl gera. Hann vísir á, at tað er ikki ofta, at flakar verða tiknir uppá land á Skála, men hesin flakin hjá Luna hevur áður
NÚ hendi tað so aftur nýggir upplýsingar eru komnir fram í bankamálinum, sum seta ljóskastaran á ikki bert danskar embætismenn men so sanniliga eisini føroyskar politikarar og embætismenn. SAMBÆRT [...] sum fór á rull, tá tað herfyri varð avdúkað í SVF, at skrivarin var ógegnigur. TAÐ hevur víst seg at vera ómøguligt at fáa eina viðmerking frá løgmanni til hesar skuldsetingar ella hvat vit nú vilja kalla [...] hava vit eina sera kostnaðarmikla og nærum lidna bankakanning. Hvat við henni! Skal hon bara skrottast, og ein heilt nýggj kanning gerast! Hvat nú um kanningin gevur føroyingum viðhald! Og hvat nú um hon
aðrir mánaðir eisini. Nú skriva vit skjótt marts mánað í 99 og enn virkar skipanin ikki optimalt. Vit hava spurt Andrass Róin um orsøkina til seinkanina. ? Orsøkin til at vit eru seinakaðir við GSM-skipanini [...] dekningurin tann sami, sum á NMT900. Hetta er eisini broytt, men tann positiva vegin, tí longu nú dekkar GSM-skipanin betri enn NMT900 skipanin ger. ? Onkur hol eru, eitt nú á Hósvíksleiðini, men tað verður [...] 1,75 á kvøldi, men sambært Andrassi, so er eisini ein broyting á veg á hesum øki. ? Eg dugi ikki at siga nær tað verður, men kundarnir kunnu roknað við, at takstirnir á GSM-fartelfoni, koma niður á NMT-støði
tað? (Óli Breckman, løgtingsmaður, A) - Vit eiga hvørki eina lóg um Marknaðarføring ella um Brúkaravernd, Vit eru tí at meta sum eitt U-land í so máta. Her eru neyðugt við einum kærustovni fyri brúkararnar [...] hann ikki er nøgdur. Vit vilja tí vera við til at hetta verður framt í verki skjótt. (Heidi Petersen, løgtingskvinna, E) - Lógir sum verja brúkaran eru ávegis í samgonguni. At vit nú arbeiða so miðvíst við [...] hava givið okkum tað vælferðarsamfelagið, vit í dag hava. Onnur lond, har tann almenni sektorurin er stórur, hava tey ikki nógvar vørur á handilshillunum. Vit hava øll mat, klæðir og hús. Og munnu tey
um at stúra. Hann vísir á, at vit eru við at koma í ringt orð uttanlands, tí bæði í Danmark, Týsklandi, Onglandi, Skotlandi, Írlandi og í Avstralia verða vit átalað, tí vit eru eitt land ið ger sær dælt [...] Sum sum støðan er nú, verjir samgongan nakað, sum ikki er til, og tað kann verða okkum ein dýr søga, tí tað kann fáa lond og fyritøkur í vesturheiminum at boykotta okkum. – Nú eru Føroyar holið í tí [...] fiskiveiðisáttmálan við. Russland, kunnu vit heldur ikki gera tað, sigur Aksel V. Johannesen. Trýst á pílin undir myndini og hoyr formannin í Javnaðarflokkinum greiða frá á FM1.
Seinnu árini eru hendar stórar rembingar á sjónvarpsmarknaðinum. Fleiri útbjóðarar eru komnir, serliga á internetinum, og tað hevur havt tvær meginbroytingar við sær. Nevnliga at kostnaðurin á rættindunum [...] er vorðin munandi størri, og at kostnaðurin á øðrum tilfari, so sum filmum og røðum, er vorðin minni – eitt nú umvegis Netflix. Hetta hevur gjørt, at vit hava verið noydd at endurskoða pakkabygnaðin, [...] pakki, har hyggjarin eitt nú sær DR, TV2, NRK og íslendska RÚV. Familjupakkin er meðalpakkin, har nakrar hampuliga dýrar rásir eisini eru við. Og til krevjandi hyggjaran hava vit so stóra pakkan, sigur stjórin
partroli eru betri møguleikar at fáa fatur á sildini, sum eg havi skilt stendur spjødd, sigur Atli Hansen. Jupiter liggur Formaðurin í Nótaskipum er eisini reiðari á Jupiter. Í løtuni liggur skipið á Skála [...] føroysk skip aftur fáa norðhavssild í føroyskum sjógvi norðanfyri. - Jú, tað er vist, at vit eru spentir upp á, hvussu gongdin við norðhavssildini verður. Tað er bara so torført at meta um, hvussu hetta [...] tað hevði verið ógvuliga áhugavert, um vit fóru at síggja gamla ferðamynstrið aftur. Hann vísir á, at norðhavssildin var eitt kærkomið ríkidømi í sínari tíð, og nú sildin aftur er farin at ferðast gjøgnum
og tað merkir, at íløgurnar eru dýrkaðar, at lønirnar hækka, og vit hava hall á handilsjavnanum og helst eisini á gjaldsjavnanum. - Vit hava rokkið markinum fyri, hvat vit megna at framleiða og tað merkir [...] Samgongan trýsti á speedaran tí tað var neyðugt. Men nú er so nógv ferð á búskapinum, at vit mugu taka fótin av speedaranum ístaðin fyri at trýsta enn meiri á. Lata 383 milliónir ov nógv Magni Laksáfoss [...] hava avlop á fíggjarlógini nú, fyri at hava at brúka seinni til eldrarøkt, samferðslu, skúlaverk o.s.fr. - Tí er neyðugt at hava avlop á fíggjarlógini upp á 500-600 milliónir um árið, sum vit skulu hava
inni á almennum bygningum ella umborð á flogførum, og hetta hevði verið ein vinningur bæði persónliga og samfelagsliga, heldur Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd um videoeftirlit á landsvegunum [...] Jón Kragesteen, ið tó leggur dent á, at vit sjálvandi altíð eiga at vera lýðin, tá talan er um skelti á vegunum. ? Men øll vita, at tunnilin læt upp, áðrenn hann átti, leggur hann tó afturat. Fleiri hundrað [...] skjótt Men tað er tó ikki bara í Vágatunlinum, at trupulleikar eru við ov nógvari ferð, vísir leiðarin í RFF á. Allastaðni, har vegirnir eru góðir, verður koyrt alt ov skjótt, og hóast tað er neyðugt við