Norðhavssild
Atli Hansen, formaður í felagnum Nótaskipum, fegnast um, at føroysk skip aftur fáa norðhavssild í føroyskum sjógvi norðanfyri.
- Jú, tað er vist, at vit eru spentir upp á, hvussu gongdin við norðhavssildini verður. Tað er bara so torført at meta um, hvussu hetta fer at tørna út, tí hetta er so nýtt í okkara verð - í nýggjari tíð.
Heystið best
Atli vísir á, at tá ið føroyingar fyri einum 40-50 árum síðan í ríkiligt mát vórðu vælsignaðir við hesi ediligu sildini, hildu menn, at besta tíðin var frá byrjanini av juli til seinnapartin í oktober.
- Tað er ógjørligt at siga, hvussu gongdin við sildini fer at vera, men tað hevði verið ógvuliga áhugavert, um vit fóru at síggja gamla ferðamynstrið aftur.
Hann vísir á, at norðhavssildin var eitt kærkomið ríkidømi í sínari tíð, og nú sildin aftur er farin at ferðast gjøgnum føroyskan sjógv, kann hon enn einaferð gerast okkum ein rættiligur fongur.
- Men vit kunnu ikki selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin, sigur Atli.
Partrola
Atli Hansen hevur verið burturstaddur nakrar dagar og sigur seg tí ikki vera so væl "uppdateraðan", nú skipini aftur hava fingið norðhavssild.
- Eg havi skilt, at Christian í Grótinum og Norðborg hava partrolað, og eg havi skilt, at Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu eisini eru farnir at gera eina roynd.
Men hví partrola hesi stóru skip eftir sildini? Er tað tí, at hon stendur so spjødd ella er tað tí, at skipini vilja spara olju, nú oljan er so dýr?
- Eg haldi, at talan er um bæði. Oljan er dýr, og við partroli eru betri møguleikar at fáa fatur á sildini, sum eg havi skilt stendur spjødd, sigur Atli Hansen.
Jupiter liggur
Formaðurin í Nótaskipum er eisini reiðari á Jupiter.
Í løtuni liggur skipið á Skála, har ymiskar umvælingar og ábøtur verða gjørdar umborð.
- Tá ið vit loysa aftur, helst um ólavsøkumundið, fara vit eftir tí, sum tá er at fáa. Tað verður so antin sild ella svartkjaftur, sigur Atli Hansen.