##med2##
Hetta kann koma okkum í ringt orð úti í verðini og tískil kann hetta fáa álvarsligar avleiðingar fyri okkum. Tað heldur Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og formaður floksins. Løgtingið fer nú at samtykkja, at Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, skal fáa heimild til at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi í kjalarvørrinum á innrásini í Russlandi.
Men samgongan vil ikki geva landsstýrinum heimild til at seta tiltøk í verk, sum skerja okkara útflutning til Russlands, ella tiltøk, sum fáa avleiðingar fyri okkara fiskiveiðisamstarv við Russland.
Les eisini: Vilja tryggja sær at Jenis av Rana ikki sleppur ov langt
Hetta fær formannin í Javnaðarflokkinum at stúra. Hann vísir á, at vit eru við at koma í ringt orð uttanlands, tí bæði í Danmark, Týsklandi, Onglandi, Skotlandi, Írlandi og í Avstralia verða vit átalað, tí vit eru eitt land ið ger sær dælt av støðuni og tjena pengar upp á kríggið.
Les eisini: Okkara eftirkomarar fara neyvan at verða stoltir av okkum
– Tí kann hetta fáa stórar avleiðingar fyri okkara útflutning til londini í vesturheiminum, sum er nógv størri enn útflutningurin til Russlands er, sigur hann.
Tí heldur hann, at vit skulu kvetta allan samhandil við Russland. Hann vísir á, at í roynd og veru er hann longu hildin upp at, tí allur pengaflutningur í Russlandi er steðgaður. Sostatt er tað bara at gera tað formliga eisini. Sum sum støðan er nú, verjir samgongan nakað, sum ikki er til, og tað kann verða okkum ein dýr søga, tí tað kann fáa lond og fyritøkur í vesturheiminum at boykotta okkum.
– Nú eru Føroyar holið í tí vesturlendska múrinum ímóti Russlandi, og tað kann fáa stórar avleiðingar, sigur hann.
Hann sigur, at hvat fiskiveiðiavtaluni við Russland, viðvíkur, má landsstýrið seta seg í samband við okkara grannalalond at vita, hvat tey gera. Endurnýggja tey ikki fiskiveiðisáttmálan við. Russland, kunnu vit heldur ikki gera tað, sigur Aksel V. Johannesen.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr formannin í Javnaðarflokkinum greiða frá á FM1.