tó hent, at vit kunnu kanna málið við okkara upptøkutólum og siga, at tokið skal koyra víðari. Henda skipanin tryggjar eisini, at tað er so at siga ógjørligt at leypa út fyri eitt tok, um onkur ynskir at [...] ein avís, sum er fokin á sporið ella ein fuglur, sum pikkar í eitt pitsastykki, onkur hevur tveitt á sporið. Tað kann tað tykjast høpisleyst, at tokið steðgar fyri slíkum. Suni vísir tó á, at trygdin skal [...] støðunum við at hjápa og leiðbeina fólkum, umframt at tryggja, at fólk hava ferðaseðil. Og tá tað kemur til viðlíkahald av tokunum, er ein føroyingur eisini at finna millum teirra, sum standa fyri hesum
varhugan av, at øll tey ungu somuleiðis vóru væl nøgd. - Eg haldi, at tey øll eru ment sum sangarar, øll hava gjørt framstig, bæði tey royndu og tey, sum kanska fyrstu ferð royndu seg sum solist. Eg haldi [...] haldi, at øll vóru samd um, at tá tað ber til at halda geistin uppi, tá tú ert móður og syngur fyri nærum ongum áskoðarum, so ber lættari til at halda geistin uppi á vanligum konsertum, sigu [...] komin at lýða á Ungu Stjørnuskotini. Hýrurin var enn sera góður millum tey, ið framførdu og tey, ið lýddu á. Ungu Stjørnuskotini lótu væl at fyrstu 5 tímunum. Eitt av Stjørnuskotunum staðfesti, at alt gekk
Sundstein leggur áherðslu á, at hann hevur roynt at siga sína søgu so erliga, sum til ber. Tí hugsaði hann heldur ongantíð um at fáa onkran annan at skriva sína ævisøgu, sum annars er rættiliga vanligt [...] roynt at reflektera eitt sindur aftaná um tað, sum fór fram. Í báðum førum er hetta fyrst og fremst mín útgáva av tí, sum fór fram, sigur Jógvan Sundstein, og leggur afturat, at uttan iva er onkur, sum [...] vónar Zakaris Wang, at bókin hjá Jógvani Sundstein fer at geva øðrum føroyskum politikarum íblástur til eisini at skriva sínar endurminningar. Um ikki fyri sína egnu skyld, so fyri at framtíðar søgufólk
tekningar úr bløðunum, sum hava hjálpt væl at seta ferð á tankarnar hjá Jógvani Sundstein, meðan hann hevur skrivað bókina. Arbeiði við bókini hevur givið honum høvi at hugleiða um tað, sum fór fram. Og Jógvan [...] tað kortini borið til fíggjarliga at halda á við tunlinum tá, um onkur onnur íløga bíðaði, hugleiðir Jógvan Sundstein. Hinvegin er hann sannførdur um, at tað var rætt at bjarga Norrønu í 1983, hóast tey [...] tað vóru jú eisini mong, ið hildu, at eg ikki var so galin allíkavæl. Orðini hjá Jógvani Sundstein siga ikki so lítið um hansara grundleggjandi lívssýn, soleiðis sum tað kemur fram í hansara endurminningunum
fimm málunum, sum EB/Streymur fekk á degnum. Tað byrjaði við, at hann legði bóltin innfyri til Niels Paula Danielsen, sum stútaði EB/Streym á odda. Síðani javnaði NSÍ upp á brotsspark, sum Leif Niclasen [...] ð, sum hevur søkk mangt eitt lið. Tað er undrunarvert, at Heðin Askham, fyrrverandi venjari hjá júst EB/Streymi so seint sum í fjør, greiddi sína uppgávu so illa, tí málini hjá EB/Streymi vóru sum eftir [...] venjarin hjá NSÍ, sum somuleiðis viðgekk, at hann hevði fingið av júst somu skuffu, sum EB/Streym gav mongum liðið í fjør. - Vit mugu bara gloyma seinna hálvleik. Vit koma sjálvandi at tosa um støðurnar
týnt. Tey, sum mótmæla, siga seg hóma eina vón, tí SEV-stjórin í Degi og Viku, 11. mars í ár, segði, at sjálvt um arbeiði er farið í gongd, er ikki ov seint at venda aftur. Hetta halda tey, sum standa aftanfyri [...] harvið týna alt lív, sum í teimum er. Lagt verður aftrat, at áirnar eru eitt gevandi stað, bæði fyri stór og smá – til likams og sálar. - Áirnar eru ímyndin av tíðini sum var, tíðini sum er – og vónandi eisini [...] fingu høvi at skriva undir. Øll, sum hava skrivað undir mótmælisskrivið, eru 18 ár og eldri. - Aftrat arkinum, sum hevur fylgt blaðnum til undirskrivingar, hava vit eisini eitt fylgiskjal, sum fólk, ið hava
men hann torir ikki at siga, at teir fara at vera við í FM kappingini longu næsta ár aftur, tí miðalaldurin verður nakað lágur. - Men vit eiga nógvar ungar spælarar, sum fara at gera um seg komandi árini [...] Um tað fer at eydnast, verður avgjørt í morgin, tá ið Skála fer at vitja á Mølini. Mikukvøldið vóru unglingarnir hjá EB/Streymi á Svangaskarði. Har spældu teir FM finalu móti HB, sum plagar at vinna nógv [...] Tað sást beinanvegin, at EB/Streyma menninir vóru ógvuliga uppsettir, og at tað fór at verða torført hjá HB, sum hevði fýra á liðnum, ið hava roynt seg á meistaraliðnum í 1. deild, at fóta sær. Men tað eydnaðist
sigur, at felagið eigur eina gulllaksakvotu upp á 4.000 tons undir Føroyum, og gjørt er av, at Sundaberg skal fiska hana í ár. Tað, sum eftir er í Barentshavinum, væntar hann, at Skálaberg klárar at fiska [...] Føroya Fiskavirking í Miðvági, sigur, at vanliga plagar gulllaksatíðin at strekkja seg september mánað út. Men hvussu verður í ár, er kanska eitt sindur torført at siga, tí fiskamarknaðurin í Europa er vánaligur [...] fiska, tó at tað ikki er endaliga gjørt av enn, um Sundaberg kanska eisini skal fara ein túr eystureftir, tá gullaksatíðin er av. Jákup Solstein sigur, at prísurin fyri gulllaksin er einki soleiðis at tosa
gott pláss, men so kemur onkur og stillar seg beint framman fyri teimum uttan at hugsa, at tey taka útsýnið frá teimum í koyristólum. Tað hevur so nógv at siga fyri hesi fólk at sleppa við til tiltøk í [...] fyri bara at sita heima. Sama trupulleika hava foreldur, sum fara til tiltøk við børnum í stóli. Torført er at koma fram at við vogninum, og børnini síggja einki fyri fólki. - Tað ljóðar kanska sum smáttarí [...] smáttarí at nevna, at á festivalum og stevnum ofta ikki eru nøkur vesi til rørslutarnað, men hetta er ein stórur trupulleiki, sum fær tey rørslutarnaðu at velja at sita heima, sigur Barbara á Tjaldrafløtti.
fyri, at tey ikki fáa farið avstað til ymsu tiltøkini. Onkur er ov gamal, onkur ov ungur, onnur ov sjúk og hjá fleiri liggur bara ikki fyri. Við øðrum orðum eru tað í stóran mun somu fólkini, sum fara til [...] útgáva av G! var eitt gott dømið um, at veðrið ikki heldur fólki aftur. Fólk rigga seg til og lata seg í eftir veðrinum. Og á Summarfestivalinum, har tey so at siga ikki eru von við annað enn ringt veður [...] avleiðingarnar av, at veðrið verður gott, tí fleiri konsertir, sum skuldu vera undir taki hóskvøldið, vórðu fluttar út! Mottoið hjá øllum, fyriskiparum eins væl og gestum, tykist vera, at skal tað vera veitsla