Miðvági:Sundaberg avreiðir gulllaks til Føroya Fiskavirking í Miðvági. Skipið hevur gjørt tveir túrar higartil og lagt góð 300 tons upp í Miðvági.
Jákup Sólstein hjá JFK Troli sigur, at felagið eigur eina gulllaksakvotu upp á 4.000 tons undir Føroyum, og gjørt er av, at Sundaberg skal fiska hana í ár.
Tað, sum eftir er í Barentshavinum, væntar hann, at Skálaberg klárar at fiska, tó at tað ikki er endaliga gjørt av enn, um Sundaberg kanska eisini skal fara ein túr eystureftir, tá gullaksatíðin er av.
Jákup Solstein sigur, at prísurin fyri gulllaksin er einki soleiðis at tosa um. Einar tríggjar krónur fyri kilog, sigur hann. Einir 15 mans eru við Sundabergi.
Albert Ellefsen, virkisleiðari hjá Føroya Fiskavirking í Miðvági, sigur, at vanliga plagar gulllaksatíðin at strekkja seg september mánað út. Men hvussu verður í ár, er kanska eitt sindur torført at siga, tí fiskamarknaðurin í Europa er vánaligur yvirhøvur. Tað er tungt at selja fisk í løtuni, sigur hann.
Umframt Sundaberg landar eisini Vesturbúgvin gulllaks til Fiskavirking í Miðvági. Vesturbúgvin landaði 120 tons mánadagin, og Sundaberg var í gjar við umleið 180 tonsum, sigur Albert Elelfsen.
Tað tekur eimum einar fimm dagar at arbeiða hesar nøgdirnar undan, og so koma bátarnir innaftur, tá liðugt er at arbeiða undan. Túrarnir verða lagdir eftir, hvussu virkið er komið undan, sigur hann. Allur gulllaksurin verður malin til fars.
Umframt gulllaks arbeiða tey eisini upsa í Miðvági. Hann fáa tey í stóran mun frá Vesturtúgvu. Men eisini vestmannatrolararnir Grønanes, Fram og Vestmenningur eru av og á á Miðvági, greiðir Albert Ellefsen frá.
Tað er nógv arbeiði á ársins arbeiðsplássi í løtuni. Tá mest er, eru eini stórthundrað fólk til arbeiðis. Men vanliga liggur talið um 100 fólk, sigur virkileiðarin. Arbeitt verður í tveimum vaktum, á10 tímar, sigur hann.
Umframt Sundaberg og Vesturbúgvan fiska eisini Eysturbúgvin, Vesturleiki og Vestursøki gullaks undir Føroyum. Teir landa til Tavuna í Leirvík.