Hann var ein náttarravnur burtur av, Suni Skylv Reinert. Sum leiðari í Club 20 og Café Natúr, Rio Bravo og Cleopatra, var hann ein býarkongur í Havn, ið sá minni til dagsins ljós enn flestu føroyingar gera.
Suni Skylv Reinert flutti til Danmarkar í 1993, men eisini í danska høvuðsstaðnum hevur hann gjørt sítt til, at býurin ikki sovnar. Saman við tveimum øðrum rak hann nevniliga dansistaðið Jacques, sum frá fyrsta degi varð nógv vitjað av føroyingum. Seinni broyttu teir konseptið á dansistaðnum, soleiðis teir í størri mun fingu fatur á donsku fjøldini, áðrenn tey løgdu á heilt annan bógv og skipaðu Jacques sum eitt stað, har samkynd savnaðust til gleði og gleim um vikuskiftið. Hesa tíðina, sum diskotekseigari í Føroyum og síðani Danmark, var Suni Skylv Reinert vitni til eina rúgvu av ógvusligum og skemtiligum hendingum.
Náttarlív á øðrvísi hátt
Tann dag í dag upplivir Suni framvegis meira enn tey flestu á sínum arbeiðsplássi. Hetta hóast tíðin sum náttklubbaeigari er eitt farið kapittul, og hann nú starvast sum ferðsluleiðari í metro í Keypmannahavn.
– Vit hava skiftandi vaktir, so eg arbeiði framvegis um næturnar viðhvørt. Stóri munurin er bara, at fyrr sá eg fólkini, meðan tey vóru í býnum. Nú síggi eg tey bara á veg í og heim frá býnum, flennir Suni, sum hevur sæð mangt og hvat á sjónbandatólunum, sum standa á metrostøðunum
– Tað eru ikki bara full fólk, vit síggja og flenna eftir. Tað eru eisini fólk, ið eru á veg heim úr býnum og sum gera tað, tey ikki kundu bíða við, til tey komu heim. Bæði í sjálvum tokunum og á støðunum kring í býnum. Farna vikuskiftið, sunnumorgunin, var eitt par í gongd mitt á Nørreport støðini, greiðir Suni frá og ristir við høvdinum.
Á arbeiðsplássinum úti á Amagar hava teir eitt ótal av sjónvarpsskermum, sum beinleiðis vísa tað, ið hendir á teimum 22 metrostøðunum í býnum. Tilsamans eru 250 upptøkutól, sum vísa alt tað, tú bæði kanst og ikki kanst ímynda tær.
– Nakin fólk, fólk í batmanklæðum og jólamenn. Tað er heilt ótrúligt, hvat fólk finna upp á í gerandisdegnum, flennir Suni.
Men upptøkutólini eru ikki sett upp fyri at undirhalda starvsfólkunum á metromiðstøðini á Amager. Tey eru nevniliga til stóra hjálp, um eitt nú ein alarmur fer í gongd á eini støð. Tað kann vera ein roykalarmur, at okkurt er á sporunum, sum órógvar ella okkurt heilt triðja.
Heimsins besta metro
Við upptøkutólunum kunnu teir skjótt staðfesta hvør trupulleikin er og hvussu hann skal loysast. Eru trupulleikar, steðga metrotokini. Avbjóðingin er tí, at hava tokini í gongd alla tíðina.
Hetta er ein uppgáva, Suni og starvsfelagar hansara taka í størsta álvara. Síðani metroin niðri varð tikin í nýtslu í 2002, hevur fólk verið til arbeiðis hvønn einasta minutt. Og tey stívliga 230 fólkini, sum starvast í metroini í Keypmannahavn syrgja í felag fyri, at 98 prosent av fráferðunum eru rættstundis. Úrslitið fær valla verið betri enn tað sama. Hetta hava tey eisini varnast aðrastaðni, tí metroin í Keypmannahavn er kosin heimsins besta metro tvær ferðir, seinast í 2010, umframt eisini at hava fingið heiðurin sum besta metroin í Evropa.
Vaktin byrjar dagin fyri
Á metromiðstøðini úti á Amager arbeiða tey í vaktum. Hevur Suni náttarvakt, so er svøvnrútman sjálvandi øðrvísi enn hjá fólkum flest og hetta skal kroppurin innstilla seg uppá. Tí byrja fyrireikingarnar til næsta arbeiðsdagin ofta dagin fyri. Og av tí, at trygdin er í hásæti, er tað einki sum eitur at gera ein býtúr kvøldið fyri, tú skalt til arbeiðis.
– 0,0 alkohol í blóðinum er eitt krav. Faktiskt er alkohol bannað á øllum matriklinum. Kemur tú til arbeiðis í bili, mást tú tryggja tær, at tú ikki hevur eina fløsku av vín ella ein kassa av øl liggjandi aftanfyri. Sjálvt tað er bannað! Jólafrokostar halda vit altíð á matstovum ella hotellum kring í býnum, og tá vit fingu heiðurin sum heimsins besta metro í fjør, skálaðu vit við alkoholfríari sjampagnu, sigur Suni Skylv Reinert.
Komin til arbeiðis fáa starvsfólkini eina stutta frágreiðing um, hvussu støðan er og so er annars bara at fara til verka. Hjá Suna merkir tað, at hann setir seg við borðið, har tíggju telduskíggjar eru. Her eygleiðir hann so, hvussu metrotokini skikka sær og flyta seg í mun til hvørt annað, umframt at hann eisini hevur eyguni við tí, sum fyriferst á støðunum.
Hendir eitthvørt við tokunum, fer ein alarmur í gongd á skrivstovuni. Við øðrum orðum gerast Suni og teir beinanvegin varugir við tað, eisini hóast eyguni kanska eru á einum øðrum skermi.
– Ofta kunnu vit staðfesta og loysa trupulleikan umvegis upptøkutólini og teldurnar. Eydnast tað ikki, senda vit fólk á staðið, greiðir Suni frá.
Metrotokini í Keypmannahavn eru teldustýrd, so har er eingin førari. Steðgar eitt tok, so steðga øll á sama spori. Við øðrum orðum ber tað ikki til, at tvey tok renna saman. Hesum syrgir telduskipanin fyri. Fjarstøðan millum tokini skal vera longri enn eitt vist. Er hon ikki tað, steðgar tokið og fer ikki víðari fyrr enn fjarstøðan er komin í rætt lag aftur.
Trygdin í hásæti
Bæði toksporini og sjálv metrotokini, eru eisini ógvuliga følin. Liggur eitthvørt á sporinum, so steðgar toki. Hetta kann vera ein avís, sum er fokin á sporið ella ein fuglur, sum pikkar í eitt pitsastykki, onkur hevur tveitt á sporið. Tað kann tað tykjast høpisleyst, at tokið steðgar fyri slíkum.
Suni vísir tó á, at trygdin skal vera í lagi.
– Har skal ikki vera nakar ivi. Eingin! Í slíkum førum er tað tó hent, at vit kunnu kanna málið við okkara upptøkutólum og siga, at tokið skal koyra víðari. Henda skipanin tryggjar eisini, at tað er so at siga ógjørligt at leypa út fyri eitt tok, um onkur ynskir at gera av við seg, tí tað steðgar í somu løtu okkurt óregluligt er á sporunum, greiðir Suni frá.
Tíbetur kemur tað næstan ikki fyri, at fólk leypa út fyri metrotok. Hinvegin hendir tað seg meiri enn so, at eitt tok steðgar av øðrum orsøkum. Eydnast tað ikki, at loysa trupulleikan beinanvegin, er uppgávan hjá Suna og teimum, at fáa hini tokini aftur í gongd.
– Tokið, sum steðgaði, royna vit sjálvandi at fáa í gongd skjótast gjørligt. Men viðhvørt tekur tað eitt sindur av tí, og tá hava vit so eisini eina uppgávu í at fáa restina av tokunum í gongd aftur. Tá gera vit tað, vit venda hinum tokum og syrgja fyri, at tey koyra millum endastøðina og støðina, sum er áðrenn har hitt tokið stendur, sigur Suni.
Herverk og bumbuhóttanir
Tíverri eru eisini onnur ting enn fuglar og avísir, sum órógva arbeiðsdagin hjá Suna og starvsfeløgunum. Nógv herverk verður framt á metrotokini. Serliga grafitimálarar eru herviligir.
– Hesir kunnu finna upp á at steðga tokini við neyðbremsunum umborð, og so mála tokið frá enda í annan, samstundis sum teir vita av, at vit síggja teir við upptøkutólunum. Tveir minuttir seinni er tokið ikki til at kenna aftur, og allir eru horvnir, greiðir Suni frá.
Tokini, sum verða málað ella rakt av øðrum herverki, verða tikin út skipanini beinanvegin og eitt annað sett í staðin. Áðrenn tokin verða fingin í stand aftur, verða tey avmyndað. Tað vísir seg nevniliga, at tað ofta eru somu fólkini, sum gera herverk.
– Tað er forargiligt við slíkum, men nøkur kunnu ikki bara sær. Tíbetur hendir tað seg viðhvørt, at onkur verður fangaður. Herfyri fekk ein grafitimálari eina bót á fleiri hundraðtúsund krónur, tí hansara signatur var síggja á nógvum tokum, vit høvdu avmyndað, fortelur Suni, sum verður nakað álvarsamari á málinum, tá hann skal greiða frá einum øðrum, sum tíbetur ikki hendir ofta, men kortini er ein veruleiki, hann og hinir á Metromiðstøðini á Amager mugu fyrihalda seg til.
– Tað hendir seg, tíverri, viðhvørt, at bumbuhóttanir koma. Tá er tað løgreglan, sum hevur fingið frænir av onkrum og berir okkum boðini víðari. Oftast er tað hóttanir um at spreingja støðina á Nørreport. Tíbetur er einki hent enn, men hóttanir sum hesar eru tíverri ein partur av arbeiði okkara og eisini gerandisdegnum hjá nógvum danum, sigur Suni, sum ikki er einasti føroyingurin, sum hevur við metroinar at gera.
Fleri føroyingar
Tvær føroyskar kvinnur arbeiða nevniliga úti á støðunum við at hjápa og leiðbeina fólkum, umframt at tryggja, at fólk hava ferðaseðil. Og tá tað kemur til viðlíkahald av tokunum, er ein føroyingur eisini at finna millum teirra, sum standa fyri hesum.
Men hóast nakrir føroyingar sostatt eru við til at reka metroina í danska høvuðsstaðnum, eru tað lítið í mun til talið av føroyingum, sum ferðast við metroini dagliga. Um onkur teirra hevur gjørt annað, á metrostøðunum ella tokunum, sigur søgan tó einki um.
- - -
Fakta:
Suni Skylv Reinert er 39 ára gamal og býr á Frederiksberg í Keypmannahavn. Hann er havnamaður um ein háls, men fluttið til Danmarkar fyri 18 árum síðani, har hann í høvuðsheitum hevur bú síðani. Suni hevur nomið sær skrivstovulæru og hevur virkað sum bókhaldari hjá donsku løgregluni, umframt at hann er kendur sum náttklubbaeigari – bæði í Føroyum og Danmark.










