Um summarið er ein røð av tiltøkum, har stór fjøld kemur saman. Stevnur, festivalar, konsertir og ikki at tala um ólavsøkuna.
Tað sigst, at hesi tiltøk eru fyri øll, men tað er ikki heilt satt. Í fleiri førum er als ikki hugsað um tey rørslutarnaðu, sum ikki fara til tiltøkini, tí atkomuviðurskiftini eru so vánalig.
Í desember kom ein kunngerð, sum eitt nú ásetir, at í almennum høllum, samkomuhúsum o.l. við føstum stólum skulu so og so nógvir stólar vera avsettir til rørslutarnað, men reglurnar eru ikki fyri tiltøk, har eingi føst sitipláss eru.
- Har mugu vit bara líta á tann góða viljan og minna á at hava tey rørslutarnaðu í huganum, sigur Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri Brekað.
Summi tiltøk ber væl hjá rørslutarnaðum í stóli at sleppa til. Tey finna sær eitt gott pláss, men so kemur onkur og stillar seg beint framman fyri teimum uttan at hugsa, at tey taka útsýnið frá teimum í koyristólum. Tað hevur so nógv at siga fyri hesi fólk at sleppa við til tiltøk í staðin fyri bara at sita heima.
Sama trupulleika hava foreldur, sum fara til tiltøk við børnum í stóli. Torført er at koma fram at við vogninum, og børnini síggja einki fyri fólki.
- Tað ljóðar kanska sum smáttarí at nevna, at á festivalum og stevnum ofta ikki eru nøkur vesi til rørslutarnað, men hetta er ein stórur trupulleiki, sum fær tey rørslutarnaðu at velja at sita heima, sigur Barbara á Tjaldrafløtti.
Rós vert
Hon rósar teimum, sum skipaðu fyri konsertini hjá Elton John, tí tey hugsaðu um tey rørslutarnaðu. Har var ein plattur, sum stóð so væl fyri, at eingin kundi koma fyri. Platturin var bururav til rørslutarnað, sum tí høvdu sama møguleika sum onnur at síggja og uppliva konsertina.
Ein áseting í kunngerðini sigur, at har 10 parkeringsbásar eru, skal ein vera burturav til rørslutarnað. Tað er nokk á góðari leið, at henda regla verður hildin, heldur Barbara á Tjaldrafløtti.
Trupuleikarnir eru nógvir. Barbara á Tjaldrafløtti nevnir apotekið í Klaksvík sum dømi. Har er trappa við fleiri trinum, so rørslutarnað sleppa ikki inn.
- Tað hevði einki havt uppá seg at gjørt eina slisku, og hon má gerast, tí tað er nokkso privat at fara á apotekið eftir heilivági. Eg veit um tvey illgongd fólk, sum í seinastuni eru dottin í tí trappuni, sigur Barbara á Tjaldrafløtti.
Fá almenn vesi í Havn
Ein stórur trupulleiki hjá teimum rørslutranaðu a ólavsøku er, at býurin hevur so fá almenn vesi. Vesini í Vágsbotni sleppa tey ikki til, tí húsið er mitt í eini trappu. Góð vesi eru hjá Strandferðsluni á Eystaru bryggju, men tað er ein langur teinum og tekur sína tíð hjá treingjandi at skula koyra heilt úr miðbýnum og út á bryggjuna.
Barbara á Tjaldrafløtti minnir á, at Føroyar fyri skjótt einum ári síðan skrivaðu undir ST-handikappsáttmálan og harvið hava bundið seg til, at allir borgarar skulu vera líka fyri. ST skal skjótt hava eina frágreiðing um, hvørjar ábøtur eru gjørdar. Spurt verður síðan aftur fjórða hvørt ár.
- Og tá mugu vit ikki dumpa, sigur Barbara á Tjaldrafløtti.
Gott fyri øll
Hon heldur alt tala fyri, at samfelagið verður betur innrættað til tey, sum bera brek.
- Um samfelagið er gott fyri tey, sum bera brek, er tað eisini gott fyri øll hini. Vit mugu eisini minnast til, at tað verður meira og meira vanligt at hava børn við allastaðni. So eru tað illgongd fólk, og við tað at fólk liva longur nú, eru tað sjálvsagt fleiri, sum hava okkurt brek, sigur Barbara á Tjaldrafløtti.
Nógvar ábøtur eru gjørdar seinastu árini, men langt er eftir á mál.
- Tað er okkara uppgáva alla tíðina at varpa ljós á viðurskiftini. Hetta er besti máti at skumpa undir, so nakað hendir til tað betra, sigur Barbara á Tjaldrafløtti.