Summarið er veitslan yvir øllum

Vit hava mongu bygdastevnurnar.

Vit hava bátastevnurnar. So hava vit G!, ólavsøku, Summarfestivalin og stóru regattasiglingina av Eiði til Hósvíkar og síðani til Nólsoynna, har seinasta summarstevnan verður hildin, Ovastevnan. Umframt hetta eru ymsar aðrar kappingar, dansir og tiltøk. Og so ikki at forgloyma øll brúdleypini. Vikuskifti eftir vikuskifti. Alt summarið ígjøgnum.

Summarið er veitslan fyri øll. Tað undrunarverda og hugtakandi er, at allar veitslurnar vera so væl vitjaðar. Ólavsøkan hevur sjálvsagt flest vitjandi, men á Summarfestivalinum og G! eru fleiri túsund gestir. Bygdastevnurnar savna tilsamans somuleiðis fleiri túsund fólk, og bátastevnurnar og regatta’in tað sama. Tað er einki minni enn ótrúligt!

Í Føroyum búgva sløk 50.000 fólk. Fleiri eru soleiðis fyri, at tey ikki fáa farið avstað til ymsu tiltøkini. Onkur er ov gamal, onkur ov ungur, onnur ov sjúk og hjá fleiri liggur bara ikki fyri. Við øðrum orðum eru tað í stóran mun somu fólkini, sum fara til ymsu stevnurnar, festivalarnar og tiltøkini kring landið.

Niðurstøðan má tískil vera, at føroyingar eru veitslufólk. Hetta uttan mun til, um tú ert av verðsliga ella andaliga slagnum. Føroyingar elska at savnast og halda sær á gaman – saman!

Veður má sær ráða, men ikki tá føroyingar ætla sær í veitslu. Sjálvsagt eru tað nøkur, ið setast aftur, men ársins útgáva av G! var eitt gott dømið um, at veðrið ikki heldur fólki aftur. Fólk rigga seg til og lata seg í eftir veðrinum. Og á Summarfestivalinum, har tey so at siga ikki eru von við annað enn ringt veður, hava tey í ár tikið avleiðingarnar av, at veðrið verður gott, tí fleiri konsertir, sum skuldu vera undir taki hóskvøldið, vórðu fluttar út!

Mottoið hjá øllum, fyriskiparum eins væl og gestum, tykist vera, at skal tað vera veitsla, so lat tað vera veitsla – og summarið er veitslan yvir øllum!