- Ivaleyst hildu summi meg vera ein stóran skurk. Men tað vóru jú eisini mong, ið hildu, at eg ikki var so galin allíkavæl.
Orðini hjá Jógvani Sundstein siga ikki so lítið um hansara grundleggjandi lívssýn, soleiðis sum tað kemur fram í hansara endurminningunum. Víst vóru tað viðurskifti, hann kundi ynskt sær øðrvísi, men í flestu førum fær hann tikið okkurt gott fram í tí mesta.
Ein heild
Endurminningarnar hjá Jógvani Sundstein hava fingið heitið "Frá barnaárum ungu til lívsins heystartíð". Bókin er í høvuðsheitum býtt í tveir partar, har tann fyrri snýr seg um barnaárini og lívið saman við familjuni, meðan seinni parturin lýsir politiska lívið hjá Jógvani Sundstein. Men, sum hann sigur, - í veruleikanum kanst tú ikki skilja teir báðar partarnar sundur.
- Tað politiska og tað privata er meir at kalla tvær síður av eini heild, ið ger meg til tað menniskja, eg eri. Til dømis styðjaði eg meg nógv til mína gudstrúgv í politiska lívinum, tí hon er ein týðandi partur at míni lívsfatan, sigur Jógvan Sundstein
Veldug lívsroynd
Jógvan Sundstein sat sum løgmaður frá 1989 til 1991 og sum fíggjarmálaráðharri frá 1991 til 1994. Hóast hann sostatt var ein av oddamonnunum i mest baldruta tíðarskeiðnum í føroyskum politikki, kendi Jógvan Sundstein seg ongantíð beinleiðis illa viðfarnan.
- Tað vóru løtur, har eg kendi meg hunddálkaðan, men ongantíð so illa, at eg gjørdist beiskur av tí, sigur Jógvan Sundstein, sum ikki vildi verið sínar upplivingar sum politikari fyri uttan.
- Beint, tá eg stóð í tí, hugsaði eg onkuntíð: Hví skal eg uppliva hetta? Hinvegin, so fekk eg eina velduga lívserfaring, hasi árini. Tú búnast av slíkum og tekur tað onkursvegna við tær víðari fram á lívsleiðini, sigur fyrrverandi løgmaðurin.
Onkur óheppin avgerð
Jógvan Sundstein hevur ongantíð skrivað dagbøkur, og hevur tí fest hendingarnar á blað, soleiðis sum hann minnist tær. Kona hansara plagdi tó at klippa greinar og tekningar úr bløðunum, sum hava hjálpt væl at seta ferð á tankarnar hjá Jógvani Sundstein, meðan hann hevur skrivað bókina.
Arbeiði við bókini hevur givið honum høvi at hugleiða um tað, sum fór fram. Og Jógvan Sundsetin dylur ikki yvir, at ivaleyst vóru tað onkrar politiskar avgerðir, sum í baksýni ikki vóru so hepnar.
- Í dag kann eg til dømis ivast í, hvussu rætt tað var at steðga arbeiðinum við Vágatunlinum tá í 1989. Kanska hevði tað kortini borið til fíggjarliga at halda á við tunlinum tá, um onkur onnur íløga bíðaði, hugleiðir Jógvan Sundstein.
Hinvegin er hann sannførdur um, at tað var rætt at bjarga Norrønu í 1983, hóast tey vóru mong, ið tá hildu tað vera ómannaverk.
Kritiskar lýsingar
Jógvan Sundstein hevur fyrr nevnt, at hansara endurminningar fyrst og fremst eru ein lýsing av, hvussu hann persónliga hevur upplivað hendingar, viðurskifti og persónar. Tí hevur hann eisini loyvt sær at gera metingar av samtíðarpersónum, sum onkursvegna fyltu nógv í hansara politiska lívi.
- Onkrir verða róstir, meðan aðrir mugu standa fyri kritikki, men ongin verður eftir mínum tykki dálkaður, sigur Jógvan Sundstein.
Tað fær illa verið øðrvísi, tá ein roynir at geva eina persónliga og samstundis so realistiska mynd av síni samtíð sum til ber, heldur fyrrverandi løgmaðurin, Jógvan Sundstein.










