hevði gingið at lesa hjá presti. Nú koma teir um morgunin og siga, at tað vanta tveir menn fyri at sleppa til útróðrar. Tá sigur bóndin við sonin: “Kom tú við okkum.” Hann fór so at siga mammuni frá, og [...] bygdir at dansa. Á Kyndilsmessu var pápi farin til Velbastaðar at dansa saman við einum vinmanni, Martin, sum eisini var úr Streymnesi. Hann var tá at vera hjá einum bónda í Koltri. Har ætlaði hann at vera [...] Zakaris uppi í Garði, sonur hansara æt eisini Zakaris. Hann var kallaður Sagga fyri at skilja teir at. Men eg haldi ikki, at teir vóru nær í familju við okkum. Ein sonur Julius abbabeiggja, æt eisini Zakaris
helt, at tað hevði verið gott fyri Miu at sloppið burtur av bygdini. At missa mannin hevði tikið henni serliga hart. Tey bæði tóku Sámal Jákup til sín og bjóðaðu Miu at fara suður til Vágs at arbeiða [...] og vóru komnir so langt, at teir sóu land. Hans Jacob gleddi seg, sum rímiligt er, at hitta sína ungu konu aftur. Tá biður motorpassarin Hans Jacob um at koma at hjálpa sær at starta motorin. Hetta hevði [...] Sámal Jákup. Tummas bað so Miu um at koma at halda hús hjá sær. Hetta endaði við, at tey bæði giftust. Tey fingu saman fýra synir, Thorstein, Victor, Levi og Tom. Tey plagdu at vera í Streymnesi og ferðast
so hart í hann, at hann skræddi buksurnar av Peturi frá ovast til niðast. Tá signaði Petur seg, og beinanvegin vendi huldumaðurin við og hvarv. Lønin fyri at vera treisk Eg minnist, at eg var nokk so [...] teirri einu kulluni. Og her var tað, at tey bardu børkurnar, sum vóru nýttar til barking av roðum. Eg minnist at tað var langomma, sum leitaði eftir børkuvísum. Eg plagdi at vera við henni og ríva bark, sum [...] sera hált, tí var tað so óarbeiðsligt. Eg minnist eina ferð, abbi skuldi skera ein hval á háls. Hvalurin fór at sláa og sláa. Tá var abbi bangin fyri, at tað fór at vera hvalurin, sum gjørdi enda á honum
vit talvu at skriva á og griffil at skriva við. Her kundi viskast út, so tað slapst undan pappírsnýtslu. Men seinni komu bøkur at skriva í. Meg minnist, at eg plagdi at fáa fyri í skúlanum at læra uttan [...] plagdi at veva buksuvadmal, spinna og at binda við hond. Hon bant so ótrúliga skjótt. Eg minnist til dømis, tá ið vit skuldu hava rotuskógvar, so var tað jobbið hjá monnunum at knovfyla, tað vil siga at [...] sonur teirra, greiðir frá, at so stórt var trúfestið, at tey høvdu alla sína tíð mynd av Zakaris hangandi í stovuni, eisini eftir, at Katrina var deyð. Hensia: Pápi lat “Irex” fyri at bjarga húsinum Pápi var
meðan teir skóru upp, var tað onkur sum helt, at best mundi vera at skunda sær eitt sindur, tí ikki var vist, at veðrið fór at halda sær. Teir avgjørdu so at fara beinanvegin, sjálvt um tað var seint á kvøldi [...] royndu at tveita grind út fyri at lætta um. Men tað kom eitt øgiliga ringt rennikavaæl, og hildið var, at tað var tá, at báturin holvdist. Múlamenn høvdu eisini verið í grind, og tað var so seint, at flest [...] við at bera grind ávegis til hús, tá hann helt seg hoyra okkurt, men hann sá einki. Tó skilti hann skjótt, at har var ikki alt, sum tað átti at vera og fekk vakt hinar. Teir fingu tá vissu fyri, at menn
Andreas við mammuna, at hon átti at gevast at arbeiða í handlinum. Tískil kom hon ikki longur at hava brúk fyri húshjálp. Hetta mátti hon so siga mær. Tað dámdi henni sera lítið, at vit nú máttu skiljast [...] javnan til Sannu at vitja. Eg minnist, at hon plagdi at hava synirnar Poul og Høgna við sær. Høgni var so friðarligur og gjørdi ikki nógv um seg. Men Poul var meira buldrasligur. Tá plagdi eg at fáa til uppgávu [...] sera góð løn, so eg játtaði at koma. Har skuldi eg gera mat. Eg dugdi ikki eitt orð av enskum, tá ið eg byrjaði. Men eg fekk at vita, at so mikið lærdi eg skjótt, at eg fór at klára meg. Men eg kom væl eftir
Fridu, at um eg nú elti rugbreyð og franskbreyð og seti døgurðan útá, “heldur tú so ikki, at tú klárar tað, til teir koma aftur?” Eg segði henni, at eg mátti fara norður aftur, tí mamma fór ikki at orka [...] sovorðnar stórar kavafannir, at tað var ikki lætt at koma fram. Tá ið eg kom til Skipanesar var at finna ein bát, sum skuldi í grind, og sum kundi seta meg av í Streymnesi. Eg fór fyrst at tosa við ein mann, sum [...] so var at bíða eftir at kókað var. Eg fór so niður í kjallaran, vaskaði epli, og koyrdi hetta góða í. Teir vóru so spentir at fáa grind og spik. So sigur pápi við meg: “Nú skal tú fara upp at hjálpa mammu
“Lauru”, tá ið hon fór at sigla heim. Teir hoyrdu tá veðurvánirnar, sum søgdu frá hesum ræðuliga illveðrinum, sum var væntandi. Teir fóru beinanvegin at sigla aftaná “Lauru” at siga teimum frá, men teir [...] kom pápi heim við “Eysturoynni” aftaná, at “Laura” var saknað. Vit samlaðust inni hjá okkum og tosaðu um, at pápi hevði sæð “Lauru” dagin fyri, at teir fóru at sigla heim. Fía kom inn til okkara og segði [...] hósvíkingar við. Eg minnist teir allar. Fleiri teirra plagdu at koma til Hvalvíkar at halda møtir á missiónsvikum. Tá komu teir brøðurnir Magnus Pauli, Hans David og Vilhelm, sum vóru sera ídnir at bera boðskapin
seiður. Turra seiðin plagdu vit at hanga upp undir mønuna inni í hjallinum. Tað vanliga var at buka seiðin, men eg minnist eisini norðuri í Streymnesi, at pápi plagdi at eta turran seið óbukaðan. Eitt annað [...] morgni, og so hevði eg hana allan dagin. Hesar vaskimaskinur kundu ikki annað enn at vaska, tað vil siga at tað slapst undan at brúka vaskibretti. Hetta var ein lætti, men framvegis skuldu klæðini kókast [...] nokkso tíðliga, tá vóru bert fáar telefonir í bygdini. Hetta merkti, at fólk ofta komu inn til okkara at ringja, og at ringt varð til okkum at boðsenda ein granna, sum tosast skuldi við. Eg kundi sita undir
eisini umborð. Tá byrjaði eg at fortjena pengar. Eg vil siga, at øll familjan, børn, verbørn og ommubørn, hjálptu til bæði við fjallgongum, fletting, at vaska og seyma vembur og at taka alt slaktið upp. Tað [...] skuldu setast við. Tað var nokk so skjótt, at tað kom so mikið uppá, at leirvíkingar bóðu okkum um at selja sær seyð. Gott hugskot frá mammu Mamma kom ein veturin at ferðast. Tá sigur hon: “Tú Poul Andreas [...] var, fór eg mangan til hús at baka pannukøkur til øll og so út í bøin at geva øllum drekka og pannukøkur. Eisini komu øll til døgurða seinni um dagin. Einaferð minnist eg, at Poul Andreas fór í veltuna