verða leisturin fyri, hvussu skipanin verður brúkt, so haldi eg, at í hvussu er løntakarafeløgini eiga at umhugsa, um tað er skilagott at halda fram við skipanini, sigur hann. Fasti Gerðarrættur er skipaður [...] Arnfinn Bech, formaður í Maskinmestarafelagnum, ivast stórliga í, um Fasti Gerðarrættur hevur nakað nyttuvirði fyri løntakarafeløgini. Formaðurin leggur dent á, at hann altíð hevur havt hetta ivasemi, [...] og at tað ikki bara er ein illsinnisreaksjón, nú Fasti Gerðarrættur gjørdi úrskurð um, at samhugaverkallið hjá Maskinmeistarafelagnum og øðrum fakfeløgum til frama fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar var ólógligt
inntøkurnar frá landsskatti eru vaksnar til um 2 mia. kr. í 2022, sum er ein vøkstur á út við 50 prosent síðani 2016, meðan avgjøldini eru óbroytt um 250 mió. kr. um árið. Hetta er við til at trýsta føroyska [...] uppskotinum, so verður veittur ein lætti í inntøkuskattinum á 100 mió. kr. í 2024 og 100 mió. kr. í 2025, tilsamans 200 mió. kr. Endamálið við skattaumskipanini er at økja um arbeiðsútboðið, minka um skeikling [...] avgjøldum yvir á inntøkuskatt, og tað skal broyrast, sigur landsstýrið í uppskotinum um skattalætta, sum varð lagt fram fríggjadagin. Hesum greiddu tey trý forfólkini í samgonguflokkunum, Aksel V. Johannesen
leiktíðini gravaðu teir tað besta fram í hvørjum einstøkum. Teir roknaðu við møguleikanum, og tað vóru HB spælararnir ikki sørt skelkaðir av, og eg iðri meg so inniliga um, at tað ikki eydnaðist at skora [...] miðvallarin Sebastian Lau Nielsen royndi seg. Teitur bjargaði, og tá ið allir hinir spælararnir skoraðu, so var tað greitt, at HB er steypavinnari fyri 29. ferð. Aksel V. Johannesen hevur nú handað Teiti Matras [...] ngini og gull í steypakappingini. Hóast tað ikki eydnaðist fyri fyrstu ferð at vinna steypafinalu, so sigur B68 venjarin seg vera stoltan av sínum monnum. -Okkara áskoðarar vóru fantastiskir, og eg vildi
framvegis og fagna sínum spælarum, og tað hava teir alla orsøk til. Sum tað leið fram ímóti dystarenda í longdu leiktíðini var um reppið, at B68 skoraði sigursmálið. Innskifti Villiam Emil Klein royndi seg [...] greitt, at HB hevur tryggjað B36 pláss í Europa. -Fótbóltsliga var talan kanska ikki um bestu finaluna, men talan var um framúr dramatikk, og eg vil fegin rósa Jákupi á Borg og hansara monnum fyri framúr [...] pping fyrireikað. Meðan HB leingi var leikliga omaná og hevði fleiri spentar støður á B68 hálvuni, so mentu toftamenn seg av álvara, og í longdu leiktíðini vóru teir betri í samanspæli, og tað vóru fleiri
fer at spæla fyri HB. Í hvussu so er í hesum umfarinum. Sambært Tróndi Arge, sum í Televarpinum sigur frá steypafinaluni millum B68 og HB, so verður í Gundadali í dag tosað um tíðindi úr Íslandi, sum vita [...] Í farna kappingarári endaðu FH og Heimir Guðjónsson á fimta plássi við 40 stigum. Tað vóru 26 stig fram til Víking Reykjavík, sum við Gunnari Vatnhamar á liðnum vann meistaraheitið.
lut í leitingini, tí veðurvánirnar á leiðini vóru so ringar. Tað var um 19.45-tíðina í kvøld, at hin fyrri maðurin varð funnin, og nakað seinni varð so eisini bátsfelagi hansara funnin, báðir lívleysir [...] aftur til avtalaða tíð, varð leiting sett í verk um 17.30-tíðina lokala tíð í kvøld. Høvuðsbjargingarsentralurin (HRS) setti stóra leiting í verk, og um 20.15-tíðina í kvøld boðaði løgreglan í Agder frá [...] báðir menninir vóru funnir lívleysir. Løgreglan legði aftrat, at tey avvarðandi høvdu fingið boðini um bátsvanlukkuna. Borgarstjórin í Kristiansand, Mathias Bernander, sigur í kvøld við norska Dagbladet
støðan var, og at tað kundi standa um lív - ja, so hildu vit ikki, at vit høvdu nakað val. Ímyndið tykkum, um onkur doyði í gjárkvøldi ella í nátt, tí vit ikki tóku ábyrgd? So svart/hvítt bleiv tað penslað [...] eina góða løtu og vóru ikki so avgjørd um at trýsta á grøna knøttin við triðju viðgerð og royndu av øllum alvi at fáa partarnar til arbeiðsborðið. Men, tað miseydnaðist. Tá vit so enn einaferð blivu mint á [...] leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum. Vit mugu stóla uppá, at tað, sum kom fram í hoyringini í rættarnevndini, var sannleikin og veruleikin, sum vit so skuldu byggja okkara avgerð á. Eg síggi á kjakinum á FB, at serliga
num at semjast um, hvørji undantøku skuldu vera heimilað undir verkføllum. Sjálvandi er tað trupult at fáa semju um hetta, tí fakfeløgini føla, at tey missa ein trumf í lønartrætuni, um ov nógv undantøk [...] einum uppskoti um undantøk í verkfallinum hjá Pedagogfelagnum. Tað er løgið at eygleiða, hvussu flestu flokkar eru snaraðir 180 stig síðani 2021. Táverandi andstøða var ógvuliga atfinningarsom um júst tað sama [...] hevur vart í nógvar vikur, og eingin loysn er í eygsjón, so táttar felagið sjálvandi í, fyri at leggja trýst á mótpartin. Men einaferð kemur tað so langt, at politiski myndugleikin noyðist at siga, at nú
dag klokkan 13 verður tingfundur, har málið um skattalættan verður lagt fram. Ein skattalætti, sum er galdandi frá 1. januar komandi. Enn er lítið komið út um smálutirnar í skattalættanum. Men sum skilst [...] skattalætti verður latin, so er trupult at røkka teimum lægstu inntøkunum, tí tey gjalda framman undan so lítið í landsskatti. Tí verður ein partur latin sum stuðul til teirra, sum hava so lága inntøku, at tey [...] frádráttin, sum fólk fáa fyri at arbeiða uttanlands og við sjómannafrádráttin. Men alt hetta vita vit meira um eftir klokkan 15, tá tíðindafundur verður í Tinganesi.
er skuldsettur fyri at hótta fólk í almennum starvi. Tað var um 13 tíðina í gjár, at løgreglan fekk boð um ein sera óðan mann, sum setti fram hóttanir. Tað gjørdi hann, tí at Taks hevði afturhildið pengar [...] av kontuni hjá honum. Løgreglan tók í gjár eisini tveir bilførarar fyri rúsdrekkakoyring. Annar var so óheppin, at hann gloymdi rundkoyringina við Posthúsið í Klaksvík og endaði uppi í miðjuni í rundkoyringini