– Skattabyrðan er flutt frá avgjøldum yvir á inntøkuskatt, og tað skal broyrast, sigur landsstýrið í uppskotinum um skattalætta, sum varð lagt fram fríggjadagin.
Hesum greiddu tey trý forfólkini í samgonguflokkunum, Aksel V. Johannesen, løgmaður, Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, frá á tíðindafundi í Tinganesi fríggjadagin.
Talan verður um at seta í verk eina skattaumskipan, sum minkar inntøkuskattin. Landsstýrið skrivar í uppskotinum, at seinastu mongu árini er skattabyrðan flutt frá avgjøldum til inntøkuskatt.
– Orsøkin er, at hvørki skattastigi ella avgjøld verða javnað við prís- ella lønarvøkstri. Avgjøldini eru í størstan mun ásett sum føst krónuupphædd fyri hvørja eind, meðan skattastigini í stigvaksandi skattaskipanini eru føst, stendur í uppskotinum.
– Frá 2016 til 2022 eru ongar broytingar av týdningi gjørdar í landsskatti ella søluavgjøldum og innflutningsavgjøldum.
Landsstýrið greiðir í uppskotinum frá, at lønarvøkstur og ein skattastigi, sum ikki verður javnaður, gera, at inntøkurnar frá landsskatti eru vaksnar til um 2 mia. kr. í 2022, sum er ein vøkstur á út við 50 prosent síðani 2016, meðan avgjøldini eru óbroytt um 250 mió. kr. um árið.
Hetta er við til at trýsta føroyska arbeiðsmarknaðin, tí skatturin hækkar hjá teimum, sum arbeiða í Føroyum, meðan hann í veruleikanum minkar hjá teimum, sum arbeiða uttanlands og ikki rinda inntøkuskatt her í landinum.
Sambært uppskotinum, so verður veittur ein lætti í inntøkuskattinum á 100 mió. kr. í 2024 og 100 mió. kr. í 2025, tilsamans 200 mió. kr.
Endamálið við skattaumskipanini er at økja um arbeiðsútboðið, minka um skeikling á arbeiðsmarknaðinum og eggja til effektivt grønt orkuskifti í samfelagnum.
Arbeitt verður við einum leisti, har skattastigi og avgjøld verða javnaði frá 2026.
Og fíggingin av skattaumskipanini komandi ár er fult fíggjað í 2024. Men í 2025 er helvtin fíggjað, tí at nakað verður fíggjað árini 2026-28.
– Skattaumskipanin verður fíggjað við at niðurlaga nakrar av serskipanunum á arbeiðsmarknaðinum og við at dagføra, javna og stigvíst hækka avgjøldini á olju soleiðis, at rindað verður í størri mun fyri útlát av vakstrarhúsgassi. Ætlanin er eisini at áseta avgjøld á innflutningin av f-gass, sum eru sterk vakstrarhúgass.
Harafturat eru hægri tilfeingisgjøld, sum vórðu samtykt í 2023, eisini við til at fíggja skattaumskipanina, skrivar landsstýrið.